Sosialurinarkiv
Sosialurin 2009-05-18, síða 16
Tak niður PDF av hesari síðu Stórt myndaskrá

mánadagur 18. mai 2009síða 16

‹ fyrra síða allar 40 síður næsta síða ›

Tekstur á síðuni

16 [ Nr. 93 - 18. mai 2009 ] Næstu vikurnar verður trýstið á spælarunum í bestu fótbóltsdeildini óvanliga stórt, og tí hevur tað stóran týdning at eiga góðar avloysarar Fótbóltur Jákup Mørk jakup@sosialurin.fo Fótbóltslíkindini hava sein­ astu vikurnar verið rættiliga góð. Tað lættir um hjá øllum pørtum – teimum sum spæla, teimum sum hyggja og teimum sum í feløgunum hava ábyrgdina av, at alt gongur, sum tað skal. Tað er stutt millum dystirnar. Serliga hjá teimum sum framvegis eru partar av steypakappingini. Mikukvøldið í síðstu viku vóru fyrru hálvfinalurnar á skránni. Í gjár var 7. umfar í landskappingini, hósdagin og sunnudagin verða aftur umfør í landskappingini, mikukvøldið í næstu viku vera seinnu hálvfinalurnar í steypakappingini, og annan sunnudag verður aftur spælt í landskappingini. Tað setur stór krøv til spælararnar og ikki minni krøv til venjararnar, at tað er so stutt millum stóru avbjóðingarnar. Spælararnir røkja dagsins uppgávur í arbeiði ella útbúgving, samstundis sum teir ikki skulu gloyma konur og børn, og so er avbjóðingin hjá venjaranum at syrgja fyri, at passa venjingina soleiðis, at spælararnir bæði sinniliga og likamliga so at siga eru uppi á dubbunum, tá ið teir renna inn á vøllin til næsta dyst. Víkingavenjarin, Jógvan Martin Olsen, segði í gjár, eftir at Víkingur hevði spælt ímóti bygdarmonnum hansara í B68, við Rás2 og Sosialin, at tað fram ímóti dystarenda í tøttu upp­ gerðini kendist, at hansara menn mikukvøldið høvdu verið í tættari steypauppgerð, meðan B68 ikki hevði spælt dyst síðani næstsíðsta sunnudag. Síðstu løtuna setti B68 eyka orku inn í strembanini eftir at vinna øll stigini. Venjingarstøðan hjá Víkingi er ivaleyst eins góð, sum hon er tað hjá B68, men í gjár knípti tað hjá Víkingi síðstu løtuna at finna eyka girið. Uppgerðin miku­ kvøldið í Fuglafirði sat framvegis í kroppinum. Venjararnir eru tilvitaðir um, at stórt trýst er á spælarunum. Tí sóu vit í gjár, at nógvar skiftingar vórðu gjørdar, og tað fer ivaleyst eisini at vera soleiðis næstu vikurnar, at flestu liðini fara at skifta allar tríggjar inn, sum tað er loyvt at senda av beinkinum og inn á vøllin. Skaðar ber tað illa til at verja seg ímóti burtursæð frá, at tað ofta vísir seg, at teir, sum eru í góðari venjing, verða ikki so ofta skaddir, sum teir, ið ikki eru í góðari venjing. Á sama hátt er tað við kortum og harvið leikbannum. Men tað ber til at skifta ímillum, og tá er tað, at tað hevur so ógvuliga stóran týdning, at avloysararnir eru so mikið góðir, at støðið verður varðveitt. Hetta er ikki bara sum at siga tað. Feløgini eru fíggjarliga kroyst, og tí vilja tey ikki hava ov stórar útreiðslur, og tað kann so bera við sær, at talið á góðum eykaspælarum ikki er so stórt. Ungir menn sita spentir og bíða fyri at sleppa framat, og tað kann væl vera, at vit næstu vik­ urnar fara at síggja onkran ungan spælara rættiliga koma fyri seg. Mikudagin fingu Ítróttasamband Føroya, Føroya Ung­ dómsráð og Menta­ málaráðið tillutaðar milliónaupphæddir, ið stava beinleiðis frá tí, føroyingar spæla fyri í spølunum hjá Danske Spil í Føroyum Veddingarpengar Tíðindaskriv post@sosialurin.fo Tey seinnu árini hevur størsta fíggjarliga íkastið til barna­ og ungdómsarbeiði í Føroyum verið tað, ið stavar frá veddingarpengum og umvegis smápartafelagið Ítróttavedding verður lutað út til Ítróttasamband Før­ oya, Føroya Ungdómsráð og Mentamálaráðið. Samlaða upphæddin hesa ferð var 9,2 milliónir krónur, og á aðalfundinum í smápartafelagnum Ítrótta­ vedding mikudagin fekk Ítróttasamband Føroya 5,545 millión krónur, og Føroya Ungdómsráð og Mentamálaráðið 1,85 milli­ ónir krónur í part. Upphæddin, sum verður lutað út, skiftir eitt sindur frá ári til ár, alt eftir hvussu ídnir føroyingar eru at vedda og spæla hjá Danske Spil, og í farna árinum hava teir verið heldur ídnari enn í fjør, tá útlutaða upphæddin var 9 milliónir krónur. Kemur væl við – Fyri okkara viðkomandi kemur upphæddin frá vedd­ ingarpengunum sera væl við, og hon fer øll beinleiðis til ítróttin. Sersambondini fáa pengarnar eftir einum ávísum býtislykli, og nú Oyggjaleikir eru á Áland í summar, er hetta kærkomið íkast hjá fleiri ítróttar­ greinum, sigur Sølvi Reinert Hansen, forseti í Ítróttasambandi Føroya. Tað sama sigur Alda Joensen, fulltrúi í Menta­ málaráðnum. – Vit hava jú ábyrgd av, at karmarnir fyri virksemi hjá børnum og ungum eru í lagi, og sum vanligt verða pengarnar brúktir til mong og ymisk endamál, so teir koma so mongum til góðar sum gjørligt, sigur hon. Tjóðhild Patursson, for­ kvinna í Føroya Ungdóms­ ráð, sigur veddingarpeng­ arnar hava ótrúliga nógv at siga fyri arbeiði hjá teirra limafeløgum. – Hetta held­ ur so at siga øllum arbeið­ inum uppi, og hjá fleiri av okkara limafeløgum er hetta næstan einasta inn­ tøka, tey hava, sigur hon. Nýggj í nevndini Á aðalfundinum mikudagin varð nevndarval á skránni. Nevndin í smápartafelag­ num Ítróttavedding sær nú soleiðis út, at Tórfinn Højgaard er formaður, Sig­ mund Poulsen næstformað­ ur, og nevndarlimir eru Katrin Joensen, Sølvi Rein­ ert Hansen, Søren Pram Sørensen, Tjóðhild Paturs­ son og Petur Elias Petersen, sum eisini er stjóri. Nú hevur fær bonkurin týdning 9,2 milliónir til ungdóms- og barnaarbeiði Tórfinn Højgaard handar her ÍSF-forsetanum, Sølva Reinert Hansen, kekk upp á 5.545.000 kr. Nýtt heimsmet Usain Bolt, heimsins skjótasti maður, setti um vikuskiftið enn eitt nýtt heimsmet. Hesa ferð rann hann 150 metrar upp á 14,35, og tað er nakað nógv skjótari enn canadiski Donovan Bailey, sum hevði gamla metið upp á 14,99. 150 metrar er ikki nakar vanligur teinur hjá sprintarum, men við nýggja metinum hevur Usain Bolt nú heimsmet á 100, 150 og 200 metrum. Brøndby bukað í Parkini FCK tók eitt risa­fet móti danska meistaraheitinum, tá teir sunnudagin vundu burtur úr Brøndby í danska fótbóltsklassikaranum. Jesper Grønkjær, Ailton (2) og Oscar Wendt stóðu fyri málum í einum 4­0 sigri, ið mest sum eyðmýkti gulu spælararnar hjá Brøndby. Við sigrinum er FCK tvey stig framman fyri Brøndby, nú tveir dystir eru eftir at spæla í superliguni.