Sosialurinarkiv
Sosialurin 2009-05-18, síða 17
Tak niður PDF av hesari síðu Stórt myndaskrá

mánadagur 18. mai 2009síða 17

‹ fyrra síða allar 40 síður næsta síða ›

Tekstur á síðuni

17 [ Nr. 93 - 18. mai 2009 ] Hóast Kristoffur Jakobsen við tveimum málum hevði skotið klaksvíkingar á sigur­ skós, eydnaðist tað ikki KÍ at fáa fyrsta sigurin til høldar á heimavølli móti 07 Vestur í gjár. Klaksvík­ ingar, sum eru tolnir og stuðlandi, fóru vón­ brotnir til hús FÓTBÓLTUR Uni Holm Johannesen uni@sosialurin.fo Klaksvíkingar skunda sær burtur frá Injector Arena. Frá kuldanum, vindinum og regninum. Frá tí eina stiginum, sum verður ver­ andi í Klaksvíkini. Frá ein­ um keðiligum fótbóltsdysti, sum einu løtuna líktist besta seinnapartinum hjá unga KÍ­liðnum í hesum kapping­ arárinum. Onkur finnur sær tó tíð at festa sær í, meðan onnur fara tvísporandi út í bilin. Teir skunda sær burtur frá enn einum vónbroti við Djúpumýru. Fótbóltslagið er alt annað enn gott í Klaksvík í løtuni. Hóast fólk hava tol við unga liðnum, ræðast tey stig­ talvuna. Klaksvíkar Ítróttar­ felag liggur til niðurflyting. Tey vóru annars glað... Á áskoðaraplássunum høv­ du tey annars av álvara fing­ ið hitan í seg, tá klokkan var 15.20. Tá høvdu klaks­ víkingar reist seg úr stól­ inum fyri aðru ferð at feiðra sínum leikarum. Kristoffur Jakobsen hevði fyrstu løtu­ na skotið heimaliðið á sigurskós. Eftir trimum minuttum var hann fyrstur á, tá gestirnir ikki vóru nóg avgjørdir í brotsteiginum. Og løtu seinni var hann púra kølin í kuldanum, tá hann einsamallur við Tryg­ va Askham, lyfti upp um málverjan. Áskoðararnir hómaðu fyrsta sigurin av týdningi í hesum árinum. Men tað broytti ein 41 ára gamal miðvingur skjótt... Tað ber ikki til?! Jens Erik Rasmussen hevur av álvara gjørt um seg, nú hann aftur roynir seg í fremstu røð. 40 ára gamli miðvallarin var aftur í gjár millum teir mest eyðsýndu hjá 07 Vestur, og tað var ser­ liga við tveimum málum, at hann gjørdi bart. Fyrst var Rasmussen tryggur úr ellivu metrum, eftir at Milan Pejcic var rendur um koll í brotssteig­ inum. Og á hálva tímanum javnaði hann við frísparki úr høgru, sum helst var ætlað sum innlegg, úr 30 metra fjarstøðu. ­ Tað ber ikki til! Galið, kom nú!, ljóðaðu flestu orðini úr skýlinum, tá bólt­ urin hevði ferðast millum vinir og fíggindar, og í netið handan Jákup Mikkelsen. Hvørgin royndi KÍ hevði viðvind eftir hvíldina. Heimaliðið, sum legði sera bragdliga fyri, tóktist skelkað eftir útjavn­ andi málið hjá Jens Eriki Rasmussen. Klaksvíkingar fingu ongantíð fótin fyri seg, og í framrættaða spæl­ inum løgdu teir lítið fyri eftir steðgin. Einasta veru­ liga málmøguleikan hevði Ivan Joensen í seinasta minuttinum av vanligu leik­ tíðin, tá innskiftarin stóð væl fyri í feltinum. Men einsamallur við Trygva Askham, vardi málverjin fyri. Vágamenninir vóru nøgd­ ir við eitt stig. Piotr Krakow­ ski, venjari, vildi ikki satsa í óttanum fyri, at tað fór at kosta í hinum endanum. Og eitt stig í Klaksvík er eisini nøktandi hjá uppflytarunum, hóast tað ikki lyftir liðið upp um niðurflytingarstrik­ una í stundini. Milan Pejcic og Jens Erik Rasmussen stóð fyri tí skip­ aða spælinum á mið­ vøllinum. Báðir stóðu seg væl, men hóast tað sjáldan førdi møguleika við sær, fluttu teir bóltin í løtum væl. Sum dysturin leið móti endanum, gjørdist spælið hjá báðum liðum meira tilvildarligt, har vindurin eisini hevði sína ávirkan. Framvegis góð tíð Klaksvíkingar liva fram­ vegis í vónini. Framvegis er so lítið fráliðið av kapping­ arárinum, at tú kann tosa um niðurflytingarvanda. Men tað er einki at ivast í, at stigini skulu skjótt fáast til høldar. Liðið hevur, sum væntað, stór sveiggj í sínum avrikum, og tað verður góðtikið í Klaksvík. Ungu leikararnir gera framgongd, og við áhaldandi treiskni og dirvi skulu stigini helst koma undir land. Men tíðin byrjar so smátt at renna undan. 07 Vestur hevur higartil vunnið sær seks stig, sum er eitt færri enn ÍF á áttanda plássinum. Vágamenn hava í løtum víst frálíkt spæl, og í fleiri førum verða teir tor­ førir at syfta. Tað er serliga á heimavøllinum, at liðið skal vinna stigini, meðan øll stig á útivølli er kær­ komin. Í gjár fingu teir eitt í Klaksvík, og tað var eftir umstøðunum nøktandi. Popczynski tapti 0-7 Aarhus Fremad fekk av at vita, tá liðið vitjað FC Fyn í donsku 2. Deild vestur í gjár. FC Fyn roynir at vinna uppflyting til næstbestu deildina, og tað gekk hesaferð út yvir liðið hjá Krzystof Popczynski. FC Fyn vann ikki minni enn 7­0 ímóti Aarhus Fremad. Støðan í hálvleikunm var 2­0, og í seinna hálvleiki økti FC Fyn fimm ferðir um leiðsluna. Barca feiraði meistar- heitið við tapi Leygarkvøldið gjørdist tað greitt, at Barcelona er spanskur meistari í fótbólti. Tað tapti Real Madrid ímóti Villareal, og so var greitt, at eingin kundi fáa Barcelona aftur. Í gjárkvøldið spældi Barcelona ímóti Mallorca, og tað endaði við 2­1 sigri til Mallorca – men tað broytir einki við veruleikan, at Barcelona er meistari í Spania í ár. 07 Vestur KÍ ­ Vit eru glaðir fyri stigi, men vildu sjálvandi væl heldur ynskt øll trý. Jákup Mikkelsen harm­ ast sjálvsagt um, at tað ikki eydnaðist KÍ at fáa fult á heimavølli móti upp­ flytarunum úr 07 Vestur í gjár. Málverjin staðfestir, at brotssparkið, sum gestirnir fingu miðskeiðis í fyrra hálvleiki, hevði stóra ávirkan á dystin. ­ Vit leggja bragdliga fyri, men tá teir fáa eitt heldur lætt mál, tykjast tað, sum fjáltur kemur á okkum. Uppleggið í dag var væl meira framrættað enn van­ ligt, men vit hava trupul­ leikar við at spæla okkum til møguleikar. Tit hava framvegis fyrsta sigurin í 2009 til góðar. Hvussu er at spæla fótbólt í Klaksvík í hesum døgum? ­ Tað er sjálvandi stuttligt. Tað er tí, at vit spæla fótbólt. Vit hava gjørt stóra framgongd, og eg eri vísur í, at stigini ikki eru langt burturi, sigur Jákup Mikkelsen, venjari og málverji hjá KÍ. -uni Piotr Krakowski, venjari hjá 07 Vestur, var nøgdur við eina stigi, sum hann og leikararnir fingu í Klaksvík í gjár. ­ Hóast stóran mótburð, halda vit fram at stríðast, og tað gav úrslit. Í hálv­ leikinum tosa vit um at verða væl skipaðir í verju­ partinum, og tað vóru vit eisini. KÍ reistist ongantíð aftur, eftir at tit javnaðu. Hví valdu tit ikki at leggja meira fyri í framrættaða spælinum móti skelkaðu klaksvíksingunum? ­ Tað var einki fótbólts­ veður í dag, og tað vóru fleiri tilvildarligar støður. Javnleikur í Klaksvík er eitt gott úrslit. Vit vildu ikki satsa, um tað nú kostaði í hinum endanum. Vit valdu tað tryggu loysn­ ina, og eru glaðir fyri stig­ ið, sigur Piotr Krakowski, sum hevði vónað, at 07 Vestur hevði havt fleiri stig fyrstu sjey dystirnar. -uni Vildu ikki satsa Stigini koma skjótt KÍ – 07 Vestur 2-2 (2-2): Tey vóru vónbrotin í Klaksvík Talan var ikki um teir heilt nógvu møguleikarnar, tá KÍ tók ímóti 07 Vestur sunnudagin Mynd: Álvur Haraldsen