mánadagur 18. mai 2009síða 18
‹ fyrra síða allar 40 síður næsta síða ›
Tekstur á síðuni
18
[ Nr. 93 - 18. mai 2009 ]
Koeman nýtt starv
Ronald Koeman hevur fingið nýtt starv. Hann skal
venja niðurlendska meistaraliðið AZ Alkmar, sum
hevur mist sín venjara til týskan fótbólt. Louis van
Gaal leiddi AZ til meistaraheitið, men nú skal
hann venja Bayern. Og í gjár boðaði AZ frá, at
Ronald Koeman, sum hevur vant eitt nú Ajax,
PSV og Valenica, er nýggjur venjari í felagnum.
Benitez vil hava størri
breidd
Venjarin hjá Liverpool heldur, at skal hansara lið røkka
heilt fram í enskum fótbólti, so má liðið styrkja seg við
nøkrum spælarum og hava størri breidd. Rafael Benitez
vísir á, at Manchester United hevur nógv fleiri spælarar
enn Liverpool at velja ímillum, og skal Liverpool taka
Manchester United, so má hópurin hjá Liverpool styrkjast
til næsta kappingarár.
Oyggjauppgerðin
í Gøtu var framúr
undirhaldandi, og
Øssur Hansen setti
við frágera góðum
frísparksmáli
krúnuna á verkið
Fótbóltur
Jóannes Hansen
joannes@sosialurin.fo
Tað var høgur intensitetur,
spennandi og undirhaldandi,
tá ið B68 vitjaði í Gøtu.
Seks mál – trý í part –
undirstrika hetta, og síðsta
málið var so fínt, sum tað
sjáldan sæst í føroyskum
fótbólti:
Øssur
Hansen
sendi av brotsteigarmark
inum og upp í handara krók
in. Tað minti ikki sørt um
tiltikna málið ímóti Slovenia
fyri níggju árum síðani, og
fagnaðurin var ikki minni,
enn hann var ta ferðina. Í
hvussu so er millum tey,
sum tóku á við B68. Og tað
var ikki so undarligt, tí tað
hevði verið heilt misvísandi,
um gestirnir høvdu farið út
um aftur Gøtueið við ong
um.
Í lítlu løtuni, eftir at Øssur
Hansen við klassamálinum
hevði tryggjað B68 eitt stig,
var um reppið, at toftamenn
skoraðu sigursmálið. Inn
skifti Dánjal Pauli Højgaard
legði innfyri úr høgru, og
miðverjin Niclas Niclasen
sendi í tvørtræið, tá ið hann
royndi at verja fyri. Innskifti
André Olsen fekk fatur á
returinum, hann legði væl
innfyri til Jóan Símun
Edmundsson,
sum
var
blankur, men í staðin fyri í
málið so rakti bólturin í
Geza Turi.
So bríkslaði dómarin fyri
síðstu ferð, og áskoðararnir
kundu aftur draga andan.
Tað høvdu teir næstan ikki
havt stundir til í fitta løtu.
Tí beint frammanundan
B68 dupult møguleikanum
var tað um reppið, at Vík
ingur tryggjaði sær øll
stigini. Súni Olsen, sum
hesa ferð var miðverji og
luttók nógv í uppbyggjandi
spælinum,
legði
langa
sending fram í brotsteigin,
har innskifti Magnus Skora
líð var leysur í góðari støðu,
men hann sendi bóltin fram
við málinum.
Nógv at klappa at
Tá ið teir fóru at hvíla seg,
var heimaliðið frammanfyri
10. Málið skoraði Sverri
Jacobsen, sum var hægstur
og við høvdinum stýrdi bólt
in í málið, eftir at Súni Ols
en hevði lagt fríspark fram í
brotsteigin.
Hóast heimaliðið var á
odda, so høvdu gestirnir
avgjørt ikki smæst burtur.
Teir høvdu fleiri møguleikar.
Tíðliga høvdu teir bóltin
bæði á stólpanum og tvør
trænum.
Jóan
Símun
Edmundsson stútaði í stólp
an, eftir at sera sannførandi
Øssur Hansen hevði lagt
innfyri úr vinstru, og Keita
sendi við høvdinum bóltin í
tvørtræið. Eisini ta ferðina
átti Øssur Hansen innleggið
úr vinstru.
Besta
møguleikan
av
øllum fekk B68 miðvallarin
Nenad Stankovic, tá ið dóm
arin eftir stóran hálvan tíma
peikaði á ellivu metra blett
in, tí hann metti, at ein av
heimamonnunum
hevði
brúkt armin. Geza Turi
vardi meistarliga væl fyri,
men satt at siga var skotið
ikki serliga meistaraligt.
Eftir hvíldina góvu báðir
partar seg fult og heilt. Tað
sang í nærdystunum, og
spælið var á góðari leið. Á
miðvøllinum var tætt og
ofta væl spælt við skifti
millum stuttar sendingar og
nógvar flytingar og so lang
ar sendingar, og málmøgu
leikar vóru í báðum end
um.
Stutt eftir steðgin javnaði
Keita fyri B68, eftir at Jóan
Símun Edmundsson hevði
gjørt gott arbeiði, og Debes
Danielsen hevði lagt innfyri
úr vinstru.
Víkingur
svaraði
væl
aftur, og eftir lítlari løtu
tóktist tað sum um, at heima
liðið hevði avgjørt sær til
fyrimunar.
Eftir
horna
sparksinnlegg og eitt sindur
av aftur og fram prikaði
Hans
Jørgen
Djurhuus
bóltin í málið, og fagnaðurin
hevði ikki meiri enn lagt
seg, tá ið Finnur Justinussen
var
hægstur
og
við
høvdinum stýrdi innleggi
frá Sam Jacobsen í kassan.
Øssur Hansen var meist
ari fyri innlegginum, ið bar
32 málið við sær. Tað
skoraði
Jóan
Símun
Edmundsson, eftir at André
Olsen hevði havt næstsíðsta
fótin á, og so var tað, at
Øssur Hansen, sum klárt
var besti maður á vølli, tók
sakina í egnar hendur – ella
rættari sagt føtur – og sendi
bóltin í málið.
B68
Víkingur
Víkingur-B68 3-3 (1-0):
Øssur
framvegis
altjóða
klassa
B68 venjarin, Bill Jacob
sen, visti ikki heilt, hvussu
hann skuldi venda sær, tá
ið hann skuldi umrøða
oyggjauppgerðina:
Eg eri upp á ein máta
vónbrotin av, at vit ikki
megnaðu at vinna, tí eg
haldi, at vit leikliga vóru
omaná, og at vit høvdu so
stórar møguleikar í evstu
løtu. Men á hinari síðuni,
so var tað óført at koma
aftur í aftur, eftir at teir so
stutt fyri leiklok høvdu ver
ið frammanfyri við tveim
um málum.
Vit rokeraðu eitt sindur,
tá ið teir høvdu lagt seg
framum 31, og tað var
gott, at tað so skjótt eydn
aðist at minka um munin.
Eg eri stoltur av avrikinum,
sum okkara framdu í Gøtu,
var staðfestingin hjá B68
venjaranum.
-jh
Bill bæði stoltur og
vónbrotin
Jógvan
Martin
Olsen,
venjari hjá Víkingi, kendi
seg hava mist tvey stig
heldur enn at hava vunnið
eitt:
Tá ið tú so stutt undan
leikloki ert frammanfyri
við tveimum málum, so
sigur tað seg sjálvt, at tú
ert vónbrotin, tá ið tað ikki
eydnast at vinna. Eg haldi,
at bæðí liðini spældu væl
og vóru sinnaðir at leypa
á. Nú var úrslitið 33, men
tað kundi gott havt verið
66, um hugsað verður um
málmøguleikarnar, og eg
haldi, at báðir partar løgdu
nógv fyri í royndini at
vinna.
Jógvan Martin Olsen er
gamal liðfelagi hjá Øssuri
Hansen í B68, og hann var
á føroyska beinkinum, tá
ið Øssur Hansen á sinni
við frísparki javnaði ímóti
Slovenia.
Og hvat sigur tú um
útjavnandi
málið
hjá
Øssuri hesa ferð?
Tað var einki aftanfyri
tiltikna málið. Heldur var
tað kanska eitt sindur betri,
tí hesa ferð smekkaði hann
til
við
klokkuklárum
ristarsparki!
-jh
Kendu seg hava tapt
Ferðin var fyri tað nógva í topp,
tá málrík og undirhaldandi
eysturoyaruppgerð var í Sarpugerði
Mynd: Álvur Haraldsen