mánadagur 18. mai 2009síða 19
‹ fyrra síða allar 40 síður næsta síða ›
Tekstur á síðuni
19
[ Nr. 93 - 18. mai 2009 ]
B36 hevði dystin
í pottinum, mení
trimum fantastiskum
korterum pluss fýra
eyka minuttum
spældi, trýsti og bardi
NSÍ seg til trý stig
Fótbóltur
Jákup Mørk
jakup@sosialurin.fo
Kontrastirnir vóru øgiligir,
tá liðini fóru av vøllinum.
Hjá
B36-spælarunum
vendu eyguni beint niður í
svørðin, meðan teir skjótast
gjørligt royndu at smoyggja
sær inn í skiftirúmið at
sleikja sær sárini.
Hjá NSÍ lýsti viljin hin-
vegin úr spælarunum. Vón-
leysa hálvleiksstøðan varð
vend. Takkað verið einum
framúr liðavriki, har hvør
einasti maður gav seg 100%
í samfullar minuttir eftir
steðgin, og har teir at enda
fingu uppiborna løn fyri
stríðið.
Eftir heimabókini
Tapið mundi eisini kennast
eyka svárt hjá heimaliðnum
av teirri orsøk, at fyrstu trý
korterini gingu júst soleiðis,
sum teir høvdu ætlað sær.
Eins og í so nógvum
øðrum dystum hetta kapp-
ingarárið, so var útgangs-
støðið hjá B36 hampuliga
varligt.
Fyrst og fremst royndu
teir at binda um verjupartin,
fyri síðani at hótta mót-
støðumálið í skjótum raid-
um niðan eftir vøllinum.
Nakað sum riggaði til reint
UG fyrstu trý korterini. Ikki
bara fingu teir tvey mál
eftir uppskriftini, men í
tveimum øðrum førum var
eisini nær við, at skjóta
umstillingsspælið gav úr-
slit. Men fyrru ferðina
sparkaði Róaldur Jacobsen
framvið, tá Óli Hansen
forerdi honum bóltin, og
seinnu ferðina var Høgni
Madsen heppin at verða ver-
andi á vøllinum, tá hann
eftirtacklaði Brima Koroma,
sum var ávegis ein-móti –
einum støðu.
Jústinus var lykilin
Eftir steðgin vendi dysturin
fullkomuliga. Pauli Poulsen
tók bæði Høgna Madsen og
Jann Martin Mortensen út í
steðginum, og bæði Jústinus
R. Hansen og Klæmint A.
Olsen áttu sín stóra leiklut
í, at tað eydnaðist gestunum
at koma aftur í dystin.
Hóast Jústinus ikki var
tann mest eyðsýndi, so spæl-
di hann ein framúr seinna
hálvleik, har hann sum
miðvallarsweepari støðugt
var akkerið, sum vann retur-
bóltarnar á miðvøllinum,
so trýstið hjá NSÍ kundi
fasthaldast. Ikki minst tí
hann sjáldan var atvold til
fríspørk og harvið steðgir í
spælinum. Og við 2-2
málinum var Klæmint tann,
sum styrkti eyka nógv um
trúnna hjá gestunum.
Hjá B36 kostaði tað hin-
vegin nógv, at teir í ov stór-
an mun duttu í verjustøðu.
Snøgt sagt gjørdist frá-
støðan niðan til álopið ov
stór, og tí høvdu teir sera
trupult við at hótta í kon-
traspælinum. Og so kundu
runavíkingar leggja enn
meira fyri í sínum trýsti.
Intensitetur
Fram um stóra skiftið, sum
altíð er, tá ein dystur vendir
frá 2-0 til 2-3, so var talan
um ein serstakliga intensan
dyst. Spælið hevði til tíðir
hug at tangera til tað heilt
ljóta, men mest av øllum
var hetta úrslit av, hvussu
nógv spælararnir á báðum
liðunum løgdu fyri dagin.
Og hóast kortini kanska
kundu sitið leysari, so tænir
tað Lars Müller til rós, at
hann royndi at samskifta
við orðum heldur enn
kortum.
Kropsliga var tað tó NSÍ,
sum vann sær yvirtakið,
sum dysturin leið. Seinastu
løtuna tóktist tað bara vera
ein spurningur um tíð,
áðrenn avgerandi bólturin
fann vegin til meskarnar. At
dómarin legði fýra minuttir
afturat teimum 90 gav bara
gestunum enn meira mót,
og tá 93 minuttir vóru farn-
ir, fingu teir løn fyri tackl-
ingarnar, stríðið og innsats-
in. Alt í alt eitt avrik, sum
bendi á, at NSÍ væl er ført
fyri at taka heilt tungu tøk-
ini í avgerandi dystunum,
og at liðið eigur profilarnar,
sum kunnu avgera dystir-
nar.
Hjá B36 var talan hin-
vegin um áminning og læru-
pening. Partvíst um æviga
sannleikan
um,
hvussu
vandamikil ein tvey-mála
leiðsla er, og partvíst um
tann veruleikan, at skalt tú
vinna ein dyst, skalt tú eis-
ini tora at vera betri enn
mótstøðan.
Dómarar hjálpa
Wolfsburg
Málmaðurin Jens Lehmann hevur altíð dugað at gjørt vart
við seg, og nú er hann aftur komin í yvirskriftirnar. Hann
heldur, at oddaliðið í bundesliguni, Wolfsburg, hevur
fingið hjálp frá dómarunum at røkka heilt fram í
kappingini. Lehmann heldur, at Wolfsburg ongar
dómaraavgerðir hava havt ímóti sær. Um Wolfsburg fær
minst javnleik í seinasta dysti í týsku kappingini, eru teir
meistarar.
Wenger fjasast
við Real
Vanliga hevur Arsene Wenger avvíst blankt, tá ið
hann hevur verið settur í samband við annað felag
enn Arsenal, har hann starvast, men Wenger
hevur seinastu dagarnar sent heitar tankar til
Spania. Wenger sigur, at Real Madrid er eitt
áhugavert felag - ikki minst um Florentino Perez
aftur verður forseti í felagnum.
Átti ikki
orð
Vónbrotið lýsti av lið-
skiparanum
hjá
B36,
Klæmint Matras, tá tað
stóð greitt, at hann og lið-
felagarnir úr B36 høvdu
tapt, hóast teir høvdu
tvey-mála leiðslu.
- Eg veit ikki um vit
eru bagnir, tá vit koma út
til seinna hálvleik. Men
vit klára slett ikki at hava
bóltin í egnari røð, og
tað er fyrst og fremst tað,
sum kiksar hjá okkum,
haldi eg, segði Klæmint
Matras.
Undan dystinum var
líkt til, at hetta var slagið
um, hvør av tykkum
skuldi fylgja við HB í
oddinum. Hvussu stórur
er missurin, nú tit taptu
dystin?
- Hann er sjálvandi
stórur, og beint nú havi
eg ikki orð fyri, hvussu
vónbrotin eg eri. Men
tað er bara eitt at gera
hjá okkum, og tað er at
koyra á, segði Klæmint
Matras.
Vistu vit
kundu
Málið hjá Jann Inga
Petersen
í
yvirtíðini
sunnudagin var hansara
fyrsta, síðani hann í vetur
gjørdi av at skifta til NSÍ.
Og fagnaðurin um hetta
var sjálvandi ovurstórur.
- Hatta kendist væl.
Tað er langt síðani eg
havi skorað. Hatta var
mítt fyrsta mál fyri NSÍ,
og tað gav okkum trý
stig, so hatta var fantas-
tiskt, segði Jann Ingi
Petersen.
Tit vóru í álopi so at
siga allan seinna hálvleik.
Góvu tit ongan tíð skarv-
in yvir, tá tit vóru aftan
fyri 2-0?
- Í hálvleikinum vistu
vit, at vit høvdu kjansin,
og vit fóru longur niðan
á vøllin at trýsta, og tað
riggaði. Talan var um ein
sera harðan dyst, har
nógvir nærdystir og nógv-
ar tacklingar vóru, og
sjálvt um øll stig eru eins
týðandi, so kendust hasi
ótrúliga týdningarmikil,
segði Jann Ingi Petersen
eftir dystin.
-mørk
B36-NSÍ 2-3 (2-0):
Traðkaðar vespur reistu seg
Málini í
Gundadali
1-0: Sam Malson, 17. min
B36 byrjar skjótálop á egn-
ari hálvu. Sam smoyggir
sær hegnisliga fram við
tveimum á miðvøllinum,
og tá NSÍ-verjan bakkar,
høggur bretin til úr 23
metrum og bólturin flýgur
beina leið í málhornið.
2-0: Sam Malson, 19. min
Hesa ferð fær Malson
bóltin á brotsteigarmark-
inum. Hóast hann hevur
ryggin móti málinum, fær
hann hegnisliga sneitt mót-
støðumann av sær, áðrenn
hann smekkar bóltin flatt
inn um nærmasta stólpan.
2-1: Hjalgrím Elttør,
Eftir hornaspark í vinstru
fær B36-verjan ikki rætti-
liga ruddað bóltin. Hjal-
grím skotfintar við høgra,
áðrenn hann við vinstra
langar bóltin upp í mál-
hornið úr 13 metrum
2-2: Klæmint A. Olsen
Tað tykist ikki vandamikið,
tá Bogi Løkin akkurát fær
sneitt innlegg úr vinstru.
Tróndur Vatnhamar ivast
tó, og so fær hann bara júst-
að bóltin út frá málstrikuni.
Og so kemur máltevið hjá
Klæminti til sín rætt, tá
hann stútar í tóma netið.
2-3: Jann Ingi Petersen,
93. min
Potemkin stríðir seg ígjøgn-
um í høgru, og eftir eina
blokeraða skotroynd endar
bóltruin hjá einum leysum
Jann Inga, sum ivaleysur
smekkar bóltin í meskar-
nar.
NSÍ
B36
Hjalgrím gekk á odda, tá NSÍ
bókstaviliga togaði seg aftur í
dystinum móti B36
Mynd: Hilmar Jan Hansen/Einslistir