Sosialurinarkiv
Sosialurin 2009-05-18, síða 20
Tak niður PDF av hesari síðu Stórt myndaskrá

mánadagur 18. mai 2009síða 20

‹ fyrra síða allar 40 síður næsta síða ›

Tekstur á síðuni

20 [ Nr. 93 - 18. mai 2009 ] Jákup aftur í mál- inum Brian Kerr sigur tað ikki beinleiðis, men alt bendir á, at Jákup Mikk­ elsen aftur verður í før­ oyska málinum, tá Ser­ bia kemur á vitjan tann 10. juni. ­ Gunnar Nielsen hev­ ur brotið armin, og hann verður neyvan tøk­ ur til dystirnar, sum nú standa fyri framman. Men Jákup Mikkelsen hevur jú verið ein klassamálverji fyri Føroyar ígjøgnum nógv ár, sigur landsliðsvenj­ arin. Jákup Mikkelsen segði annars í vár, at hann tók seg av lands­ liðnum, eftir at hann fekk at vita frá Heðini Askham, sum tá var fyribilsvenjari, at Gunn­ ar Nielsen nú átti pláss­ ið millum stólparnar. Seinni segði Jákup Mikkelsen tó, at hann hevði skilt tað, sum skuldi Heðin Askham vera venjari alt hetta árið, og at talan var um nýggja støðu, um nýggj­ ur venjari varð settur. -mørk Fótbóltur Jákup Mørk jakup@sosialurin.fo Ein góður mánaður er farin aftur um bak, síðani Brian Kerr varð settur sum før­ oyskur landsliðsvenjari. Tíðina síðani hetta hevur hann nýtt til at kunna seg um føroyskan fótbólt og – ikki minst – athugt eftir ein­ ari rúgvu av fótbóltsdystum. Ein av hesum var í Gunda­ dali sunnudagin, har vit undan dystinum millum B36 og NSÍ fingu orðið á landsliðsvenjaran. Og vit spurdu hann, hvør hansara meting av føroyskum fót­ bólti var, nú hann ger seg til reiðar at taka út hópin, sum skal dystast við Serbia. ­ Fyrst og fremst havi lagt til merkis entusiasmuna, sum er kring føroyskan fót­ bólt. Tað er nakað, sum eg ikki eri vanur við. Vanliga eru tað fleiri ítróttargreinar, sum hava stóran áhuga mil­ lum fólki, men her sær tað út til, at tað bara er fótbóltur, sum alt snýr seg um, hóast tað sjálvandi eisini er áhugi fyri øðrum ítróttum. ­ Og eg eri fegin um tað arbeiði, sum verður gjørt innan fótbólti. Venjararnir leggja nógv fyri, og hvør sum ein vilja teir hækka støðið á føroyskum fótbólti. Sjálvt støðið er á leið tað, sum eg hevði roknað við. Tað er sjálvandi ikki tað sama, sum í stóru europisku ligunum, so eg veit, at upp­ gávan er trupul. Men við tí arbeiði, sum verður gjørt og við viljanum, sum øll hava, so haldi eg avgjørt, at vit kunnu hava vónir um framburð. Eingin kollvelting Um eina viku ella so fert tú at taka tín fyrsta bruttohóp út. Kann føroyski áskoðarin rokna við nøkrum nýggjum nøvnum í landsliðshøpi? ­ Eg havi sjálvandi tosað nógv við Jens Martin Knud­ sen (hjálparvenjara, blðm.) og við Jógvan Martin Olse (fyrrverandi landsliðsvenj­ ari, blðm.), og hann hevur verið mær ein sera stór hjálp – eins og allir aðrir venjarar hava verið tað. Ikki minst teir, sum í fleiri ár hava arbeitt við yngru lands­ liðunum. Menn sum Heðin Askham, Bill McLoud og Abraham Løkin hava eina sera stóra vitan, sum eg havi stóra gleði av. ­ Men talan verður neyv­ an um nakra heilt stóra koll­ velting. Sjálvandi havi eg fylgt væl við teimum ungu spælarum, sum hava gjørt var við seg sjálvar á U21­ landsliðnum. Men eg vil sjálvandi eisini hava roynd­ ar spælarar, og har er tað spell, at fleiri av hesum ikki eru tøkir ella eru givnir á landsliðnum. Tað hava vit ikki ráð til, tí vit hava jú ikki ta størstu breiddina at velja útfrá. ­ Tí tað snýr seg eisini um at finna røttu blanding­ ina av yngri og eldri spælar­ um. Eg vil fegin hava góð úrslit her og nú, men vit mugu eisini arbeiða lang­ siktað, so vit skapa best møguligu menningina. ­ Og so royni eg annars at brúka mína tíð sum best. Eg hevði ætlað mær at sæð allar spælarar, áðrenn fyrsta dystin móti Serbia, men praktiskt hevur hetta verið trupult. Til dømis er tað nærum ógjørligt at fara til Íslands at síggja Símun Samuelsen, uttan at eg skal vera burtur í eina heila viku. So í ávísum førum havi eg heldur valt at vera í Føroyum, har eg kann síggja 50 spælarar eitt og sama vikuskifti. Spælarar mugu spæla Tað hevur fleiri ferðir verið sagt, at vegurin til framburð hjá føroyskum fótbólti er at fáa spælarar uttanlands. Hetta í sjálvum sær er Brian Kerr ikki ósamdur í, men hann heldur tað vera stórt spell, at fleiri av spæl­ arunum ikki eru fastir menn á sínum liði. ­ Í løtuni hava vit Christi­ an Høgna, sum ikki spælir fast í AB. Jónas Tór Næs er ikki fastur maður hjá Hvid­ ovre, Gunnar Nielsen er úti við skaða, og Atli Danielsen hevur verið leikbannaður fyri Frem. Sjálvandi er tað týdningarmikið, at spælarar eru í einum felag, sum gev­ ur teimum avbjóðingar, men tað hevur eisini týdn­ ing, at teir spæla. ­ Men trupulleikin er sam­ stundis venjingarstøðan hjá okkara landsliðsspælarum. Tað er eitt risalop, tá vit skulu út at spæla landsdystir, og tað er nakað, sum vit Kerr vónbrotin av Sylla skoraði fyri Hvidovre Fyrrverandi B36 og ÍF­framherjin Ahmed Davy Sylla skoraði í donskum fótbólti um vikuskiftið. Eftir at FC Amager fór á húsagang fyrr í ár, skifti Sylla til 1. deildarliðið Hvidovre at spæla. Hvidovre spældi í gjár ímóti Skive, og dysturin endaði 1­1. Sylla legði Hvidovre á odda eftir slakar fimm minuttir, og Skive javnaði stutt eftir hálvleikssteðgin. Brian Andresen skorar Brian Andresen, sum í fjør spældi fyri B68, spælir nú fyri Glostrup í triðbestu donsku fótbóltsdeildini, og um vikuskiftið gjørdi Brian Andresen eitt mál. Glostrup spældi á útivølli ímóti Skjold, og Brian Andresen legði Glostrup á odda 1­0 stutt eftir hálvleikssteðgin. Glostrup kom eisini á odda 2­0, men dysturin envdaði við javnleiki 2­2. - Profilar á lands­lið­num eiga at vera bet- ur fyri, enn s­ummir teirra eru í løtuni, s­igur Brian Kerr, s­um ikki roknar við­ teimum s­tóru kollveltingunum, tá hann um eina viku tekur s­ín fyrs­ta lands­lið­s­hóp út