mánadagur 18. mai 2009síða 21
‹ fyrra síða allar 40 síður næsta síða ›
Tekstur á síðuni
21
[ Nr. 93 - 18. mai 2009 ]
Brian Kerr leggur
stóran dent á, at
hann sleppur at hitta
allar spælararnar,
áðrenn fyrireik
ingarnar til Serbia
dystin veruliga fara
ígongd
Fótbóltur
Jákup Mørk
jakup@sosialurin.fo
Um eina viku tekur Brian
Kerr fyrsta bruttohópin til
A-landsliðið út.
- Vit hittast fyrst 2. juni.
Tá venja vit í tveir dagar,
og eftir tveir frídagar hitt-
ast vit aftur til endaligu
fyrireikingarnar til dystin
móti Serbia. Tað gevur
mær so eisini møguleikan
at hitta hópin og tosa við
spælararnar, áðrenn vit
veruliga fara undir fyri-
reikingarnar
til
dystin
móti Serbia. Eg havi sjálv-
andi tosað við fleiri av
spælarunum, men mær
dámar best, at vit fáa tveir
dagar saman so skjótt,
sum tað ber til, sigur Brian
Kerr.
Og at byrja við Serbia.
Tað verður væl neyvan
truplari enn tað sama?
- Í løtuni eru teir fremst
í bólkinum, og teir hava
spælarar, sum spæla við
teimum bestu í Europa.
Men teir eru undir trýsti
frá Fraklandi, so sjálvandi
koma teir her fyri at
vinna.
- Hinvegin havi eg sæð
okkara dyst í Serbia, og
har stóð føroyska liðið seg
væl. Kanska skaptu okkara
menn ikki so nógv fram-
eftir, emn í verjupartinum
stóð liðið seg væl, og tað
var ikki fyrr enn seint í
dystinum,
tá
Føroyar
spældu við 10 monnum,
at Serbia skoraði til 2-0.
- Men tað er sjálvandi
eitt klassalið við klassa-
spælarum. Og eftir hetta
skulu vit spæla móti Frak-
landi. So talan er um sera
trupult lutakast. Sjálvandi
vil tað altíð verða tað, tá
vit eru styrkismettir í
lægsta
pottinum,
men
Rumenia, Serbia, Frakland
og Eysturríki vóru øll við
í seinasta endaspælinum,
so talan er um serstakliga
truplar dystir.
- Men hava eisini okkara
styrki. Ikki minst viljan
og dirvi, og við spælarum,
sum sýna ta entusiasmu,
sum mær dámar so væl,
so vilja vit avgjørt gera
okkara.
- Og so vóni eg, at fólkið
er við okkum. Eg veit, at
áskoðararnir ikki hava
verið so nógvir seinastu
tíðina, men vónandi verð-
ur liðið stuðlað væl og
virðiliga av áskoðarafjøld-
ini. Sjálvur gleði eg meg í
øllum førum, nú seinastu
fyrireikingarnar
standa
fyri framman, og eg gleði
meg serstakliga nógv til
dystirnar,
sigur
Brian
Kerr.
Savnast
2. juni
profilum
Bymar skoraði sigursmál
Jacob Bymar, sum hevur spælt fyri KÍ og B68, skoraði
sigursmálið, tá ið Varde spældi í trðibestu deildini í Danmark
leygardagin. Varde var á útivølli ímóti næstbesta liðnum hjá
AaB. Tað kom bert eitt mál í dystinum, og tað skoraði Jacob
Bymar, tá ið 52 minuttir vóru farnir av dystinum. Bymar hevur
skotið fleiri mál fyri Varde seinastu vikurnar.
Tem setti brotsspark
í málið
Tem Hansen, sum nakrar ferðir hevur verið í føroyska
landsliðshópinum, skoraði í gjár fyri Søllerød-Vedbæk í
triðbestu donsku fótbóltsdeildini. Søllerød-Vedbæk fekk
brotsspark í fyrra hálvleiki, og Tem Hansen setti bóltin í
málið úr ellivu metrum. Søllerød-Vebæk skoraði trý mál
afturat og vann dystin ímóti Greve 4-1.
Um eina viku setir Brian
Kerr navn á spælararnar,
sum manna fyrsta føroyska
bruttohópin undir hansara
leiðslu. Higar til hevur hann
verið væl nøgdur um tað,
sum verður lagt fyri dagin
í føroyskum fótbólti, men
hann staðfestir samstundis, at
summir profilar áttu at verið
betur fyri
mugu sera hart við. Vit
kunnu ikki betra teknikk og
talent, tá vit savnast í nakrar
fáar dagar, so spælarar
mugu ansa sær sjálvum, so
teir eru nóg væl fyri.
- Tað krevur so eisini av
spælarunum, at teir liva
sera disciplinera, og eg má
siga, at onkrir teirra hava
skuffað meg eitt sindur í so
máta. Tí spælarar, sum hava
verið fastur partur av lands-
liðnum í fleiri ár, eiga at
vera betur fyri, enn summir
teirra eru í løtuni. Og nú er
sera trupult at betra um
hetta,
tí
dystirnir
eru
somikið tættir, og tá spælar-
arnir samstundis arbeiða
við síðuna av fótbóltinum,
er ikki nógv tíð til venjing.
Men hetta er so ein av tætt-
unum,
sum
vit
mugu
arbeiða við, og sum kann
betrast.
Og tað er væl ikki nakað,
sum tú fært gjørt so nógv
við her og nú ella upp á ein
mánað ella so?
- Nei. Men sum spælari
kanst tú altíð gera títt kort-
ini. Við at eta rætt og liva
rætt til dømis. Tað snýr seg
um broyta fleiri smærri
ting, soleiðis at tú kanst
røkka tí stóra málinum. Og
eisini hjá yngru spælarunum
hevur hetta ovurstóra týdn-
ing. Yngru landsliðini hava
eisini stórar og truplar upp-
gávur fyri framman, so tað
krevur veruliga, at spælar-
arnir vilja vera við, um teir
skulu røkka nøkrum.
- Samstundis má eg siga,
at eg eri imponeraður av
onkrum av teimum yngru
spælarunum. Sjálvt í gjár
(leygardagin, blðm.), tá eg
hugdi eftir HB og VB í 1.
deild. Har vóru fleiri spæl-
arar, sum sýndu sera góð
evni.