mánadagur 18. mai 2009síða 22
‹ fyrra síða allar 40 síður næsta síða ›
Tekstur á síðuni
22
[ Nr. 93 - 18. mai 2009 ]
Rógvi Poulsen var
serliga eyðsýndur, tá
ið leikliga avrikið hjá
oddaliðnum leingi var
rættiliga sannførandi
Fótbóltur
Jákup Mørk
jakup@sosialurin.fo
Tvær tær fyrstu vitjanirnar
í Eysturoy var úrtøkan so
soltin, sum tað henni til at
vera hjá HB. Men eftir tap í
landskappingini í Runavík
og í steypakappingini í
Gøtu, hilnaðist tað væl
frægari, tá ið HB í gjár
vitjaði í Fuglafirði.
At HB ikki trívist nakra
aðra staðni enn í Gundadali
varð
væl
og
virðiliga
avnoktað. Hóast HB longu
undan hesum umfarinum
var oddalið, so hava teir í
sigursvanda felagnum ikki
dult, at teir ikki hava verið
heilt nøgdir við leikligu
avrikini. Hjá HB er tað ikki
nóg mikið at vinna. Tað
skal helst vera við manér!
Í Fuglafirði eydnaðist tað
at fáa glið á spælið, sum
HB vil vera kent fyri at
megna. Heimaliðið, sum so
dyggiliga saknaði Bartal
Eliasen, ið sat skaddur uttan
fyri, vísti góðan hugburð,
og ÍF kundi havt lagt seg á
odda tíðliga í 1. hálvleiki,
men sæð yvir allar 90
minuttirnar, so var tað so
eyðsýnt, at HB hevði bæði
størri breidd og tyngd.
Serliga eyðsýndur var
Rógvi Poulsen. Í 433
uppstilling var hann ytstur í
vinstru í álopsrøðini, og
hann var ógvuliga boysin
hjá Áka Petersen á høgra
vongverja hjá ÍF. Ferð eftir
ferð nýtti Rógvi sín skjót
leika og ríka hugflogið, og
tað var eftir uppspæl í vin
stra borði, at fleiri av HB
málunum vórðu skorað.
Tað var ikki óvæntað, at
HB miðskeiðis í 1. hálvleiki
setti hol á. Tá hevði bólturin
í longum løtum ferðast
millum HB spælararnar,
sum hesa ferð vóru í lítið
HB kendu ljósabláu úti
vallartroyggjunum,
sum
vórðu nýttar, tí ÍF spælir í
reyðum troyggjum.
Liðformaðurin
Fróði
Benjaminsen skoraði fyrsta
málið, eftir at Rasmus
Nolsøe hevði lagt horna úr
høgru innfyri og eftir eitt
sindur av aftur og fram.
Fýra minuttir eftir steðgin
økti sentrali miðvallarin
Milan Kuljic um munin, og
so kendist tað sum um, at
spurningurin
bara
var,
hvussu stórur HB sigurin
fór at verða. Páll Mohr
Joensen vann í vinstru bólt
in av ÍF verjuni, hann setti
kós ímóti Andras Gango,
sum mundi vera besti ÍF
maðurin, og tá ið teir báðir
nærkaðust hvørjum øðrum,
trillaði Páll bóltin upp á
tvørs til Milan, sum trillaði
bóltin í tóma málið.
Miðskeiðis í 2. hálvleiki
tók Rógvi Poulsen sakina í
egnar hendur. Hann sneiddi
seg leysan í vinstru, og so
smekkaði hann umvegins
fyrst handara og síðani
nærra
stólpan
bóltin
í
málið.
30 og kanska hevði HB
hug at taka frá. Andy Olsen,
sum hesa ferð var fremsti
ÍF spælarin, minkaði um
munin, og uppskriftin hjá
honum var tann sama, sum
hon hevði verið hjá Rógvan
Poulsen. Andy gjørdist leys
ur á HB hálvuni, og hann
sendi
umvegis
handara
stólpan og í málið.
ÍF royndi at koma til fleiri
møguleikar,
men
HB
ressaðist eitt sindur við
aftur, eftir at leikferðin
kanska var farin eitt sindur
niður, og tað var ongantíð
vandi á ferð hjá HB, sum
sammett
við
fleiri
av
teimum, ið hava verið mett
at vera argastu kappingar
neytarnir, styrkti um sína
støðu í toppinum.
Sigurin var trivaligur, og
at spælið hevði verið, sum
tey í HB vilja hava, at tað
skal vera, gjørdi, at lagið
var gott, tá ið ferðalagið fór
úr Fuglafirði. Sjálvt um
fleiri av teimum kring vøll
in undir upphitingini høvdu
havt hug at fílast á, at teir
ikki kendu teirra egnu, tá ið
teir komu á vøllin í ljósa
bláum troyggjum!
HB
ÍF
Inter er meistari
Um vikuskiftið hevur Inter úr Milano tryggjað
sær italska meistaraheitið í fótbólti. Nærmastu
kappingarneytarnir hjá inter, grannarnir úr AC
Milan, taptu um vikuskiftið, og so er tað greitt,
at Inter er meistari í ár. Venjari hjá Inter er
umstríddi Jose Mourinho. Meistaraheitið í ár er
nummar 17 í røðini hjá Inter.
Figo gevst at spæla
Portugisiski stórspælarin Luis Figo setir nú gaggurnar á
hillina. Figo spælir fyri meistaraliðið Inter í Italia, og
Figo hevur gjørt av, at tá ið hetta kappingarárið endar,
gevst hann at spæla fótbólt. Hann letur tó eina hurð
standa upp á glopp, tí hann sigur, at um eitt gott tilboð
uttanfyri Europa kemur, so vil hann umhugsa tað. Figo
varð ársins spælari í Europa í 2000 og heimsins besti árið
eftir.
Hetta setti
mót í HB
Páll M. Joensen var væl
nøgdur við HB sigurin og
avrikið. Hann ásannaði,
at tølini høvdu ikki verið
við eftir tvær tær fyrstu
vitjanirnar í Eysturoy, og
tí var sigurin serliga søt
ur:
Vit hava roknað okk
um sjálvar ikki at vera so
stinnar á útivølli, men
hetta avrikið var fínt. Tað
gevur okkum eyka mót
og dirvi, nú vit skulu fyri
reika okkum til vitjanina
í Sørvági. Vit vístu góðan
hugburð, og eg haldi ikki,
at sigurin nakrantíð var
hóttur. Hóast teir minkaðu
um munin til 31, so
kendu vit tað ongantíð
soleiðis, at sigurin var
hóttur, tí tá ið teir høvdu
skorað, so høvdu vit
møguleikar at skora bæði
fjórða og fimta málið var
skoðsmálið hjá Pálli M.
Joensen í HB.
-mørk
Persónlig
mistøk eru
dýr
ÍF venjarin, Jón Simon
sen, ásannaði, at hesa
ferð hevði hansara lið
spælt ímóti einum góðum
fótbóltsliði:
At teir eiga eitt gott
fótbóltslið vil eitt nú siga,
at spælararnir hjá teimum
gera ikki persónlig mis
tøk.
Okkara
spælarar
gjørdu fleiri persónlig
mistøk, og tað vóru dýr. Í
veruleikanum stóðust øll
trý málini hjá teimum av
persónligum
mistøkum
hjá okkara monnum. Tey
kosta nógv, serliga tá ið
HB er mótstøðuliðið.
Tað er tætt ímillum
heimadystirnar hjá ÍF í
hesum døgum. Miku
kvøldið spældu fuglfirð
ingar fyrra hálvfinaluna í
steypakappinini, í dag
høvdu teir vitjan av HB,
og hósdagin fer NSÍ at
vitja í Fuglafirði.
Bartal
Eliasen
sat
skaddur uttanfyri ímóti
HB. Í Fuglafirði vóna
teir, at hann verður førur
fyri at spæla hósdagin.
-mørk
ÍF-HB 1-3 (0-1):
HB er komið fyri seg
Búnarnir líktust ikki tí, sum HB vanliga hevur spælt í,
men leikliga var einki at finnast at hjá oddaliðnum, sum
við tryggum sigri styrkti um sína støðu á stigatalvuni
Mynd: Álvur Haraldsen