Sosialurinarkiv
Sosialurin 2009-05-18, síða 23
Tak niður PDF av hesari síðu Stórt myndaskrá

mánadagur 18. mai 2009síða 23

‹ fyrra síða allar 40 síður næsta síða ›

Tekstur á síðuni

23 [ Nr. 93 - 18. mai 2009 ] Maradona vrakar toppskjútta Hóast 21 ára gamli Gonzalo Higuain hevur skotið 19 mál fyri Real Madrid, hevur argentinski landsliðsvenjarin, Diego Maradona, enn ikki hug at boðsenda unga stjørnuskotinum til landsliðsfótbólt. – Tit mugu orsaka meg, men eg geri av, hvør spælir á landsliðnum, og eg skal nokk ringja til hansara, tá eg haldi, at hansara tíð er komin, sigur Maradona. Higuain er annars føddur í Fraklandi, og tí kann hann spæla við franska landsliðnum, men sjálvur hevur sagt, at hann heldur vil spæla fyri Argentina, haðani bæði foreldrini stava. Wosniacki í top-10 Fyri fyrstu ferð eiga danir ein tennisspælara í top-10 á altjóðá styrkislistanum. Caroline Wosniacki var í farnu viku í finaluni í WTA- kappingini í Madrid, og nú nýggjur styrkislisti er almannakunngjørdur, er 18 ára gaml Wosniacki at finna sum nummar 10. Ovast á listanum er russiska Dinara Safina, sum vann kappingina í Madrid. FÓTBÓLTUR Hilmar Jan Hansen einslistir@kallnet.fo Tað er blivið sagt fyrr, men kann saktans endurtakast eina ferð aftrat, at sjáldan er tað lætt at verja eitt før- oyameistaraheiti. Tað mugu tey í EB/Streymi eisini ásanna, nú liðið eftir sjey umfør er fimm stig frá odda- sessinum og enn ikki hevur víst avrik, ið eru eins sann- førandi og tey í fjør. Í gjár vitjaðu greipuvinn- ararnir inni í Vika á Argjum, har teir fyrr í vikuni spældu 1-1 ímóti AB í kappingini um Løgmanssteypið. Og úrslitið gjørdist tað sama hesa ferð, hóast EB/Streym- ur hevði munandi fleiri kjansir at koppa dystinum til egnan fyrimun, men bara ikki slapp fyri AB. Serliga mundi Sigfríður Clementsen aftaná iðra seg um, at hann ikki byrjaði við Alex Jose dos Santos á vøll- inum, tí tað var ikki, fyrr enn brasilin var komin inn, at tað av álvara byrjaði at líkjast hjá EB/Streymi. Ser- liga væl riggaði samspælið í vinstru síðu millum Alex og Hans Paula Samuelsen væl, umframt at Sorin Anghel, sum síðsta hálva tíman fór fram í álopið, eis- ini var partur av hesum. Spurningurin er tó alíka- væl, um tað hevði verið nóg mikið fyri EB/Streym, at liðið hevði funnið rútmuna skjótari í dystinum, tí argja- menn vóru knáir og væl skipaðir á vøllinum. Ímóti endanum vóru teir trýstir, men megnaðu aloftast at spæla seg burtur úr tí og vístu, at teir heldur enn fegn- ir vildu sleppa fram í hin endan á vøllinum, har tey stuttligaru tingini henda. Brendu brotsspark EB/Streymur legði betur frá byrjan og hevði beinanvegin einar tvær royndir á málið hjá AB, og størsta møguleikan fingu gestirnir, tá seks min- uttir vóru farnir, tí tá peikaði dómarin á brotssparksblettin, eftir at beinini vóru tikin und- an Sorin Anghel inni í AB- brotsteiginum. Bárður Olsen, sum plagar at vera tryggur og dugna- ligur deyðbóltsskjútti, megn- aði tó ikki at lumpa Heðin Stenberg, sum tveitti seg rætta vegin og fekk beint bóltin burtur frá málinum. Løtu seinni var Heðin aftur knappur, tá ein afturlegging við høvdinum byrjaði at líkj- ast næststørsta kjansinum hjá EB/Streymi… Eftir fyrstu óróligu min- uttirnar fekk AB tó rist byrj- anina av sær og fekk spælið fram eftir vøllinum at hanga væl saman. Tað gav ikki óuppiborið úrslit í 20. min- utti, tá Alex Mellemgaard kastaði innkast frammarlaga í vinstru síðu, sum Høgni M. Joensen forlongdi inn í brotsteigin, har Nikolaj Eriksen skallaði aftur um seg, so Janus M. Joensen gjørdist púra leysur innan fyri gestaverjuna og høgdi bóltin í málið til 1-0. Eitt flott mál, har AB vísti, hvussu bæði innar- og uttar- síðan av høvdinum kunnu brúkast í senn! Hóast EB/Streymur royndi at svara aftur, so javnaði dysturin seg, og AB hevði minst líka nógv at vísa á frameftir, sum gestirnir høvdu tað. Tíðliga í seinna hálvleiki kundi Janus enntá havt skorað til 2-0, var hann neyvari, tá hann gjørdist púra leysur við aftaru stong, men skallaði bóltin við síð- una av skralltóma málinum hjá EB/Streymi. Trýstið gav einki Hetta var nokk ein hvøkkur, ið fekk venjaran hjá EB/ Streymi at taka neyðugu stigini, so vend kundi koma í. Tað gjørdi tað eisini, og hóast meistararnir bert fingu vinstru síðu at virka ordiliga væl, var tað nóg mikið til at hótta dúgliga. Tó kom ikki hol á, fyrr enn 20 minuttir vóru eftir. Aftur hesa ferð var talan um eitt innkast, sum kom innfyri úr vinstru síðu. Pætur Dam Jacobsen kast- aði langt inn í AB-brots- teigin, og hóast eingin spæl- ari hjá EB/Streymi megnaði at leggja trýst á, elvdi onkur misskiljing til, at argjamenn beindu bóltin í egið mál, og so var 1-1. Eftir hetta – enntá við seks minuttum í yvirtíð – royndi EB/Streymur at trýsta, fyri at sigursmálið, men ikki eydnaðist at fáa nóg mikið burturúr, tí tað blivu bara hálvir kjansir. Tann størsta møguleikan hevði Hans Pauli við hørðum frísparki stutt uttan fyri brotsteigin, sum Tehe Aristide fekk skall- að burtur í evstu løtu. Sostatt mátti EB/Streym- ur fyri aðru ferð á rað av vøllinum við javnleiki, sum sjálvandi ikki er nøktandi, tá liðið ætlar sær at koma upp í part heilt har frammi. Javnleikurin var meira nøkt- andi fyri AB, sum leingi var undir hørðum trýsti, men má sigast at hava ment seg til eitt sera sterkt lið á heima- vølli, tí har hevur liðið ikki tapt enn í ár – hvørki í lands- ella steypakappingini. Teirra mál var heppið Liðformaðurin hjá AB, Janus Joensen, gekk und- an á vøllinum inni í Vika í gjár, tá hann skoraði málið hjá argjaliðnum til 1-0 og eisini hevði ein annan stóran møguleika at skora til 2-0. Sum dyst- urin háttaði seg, er hann nøgdur við 1-1 ímóti greipuvinnarunum: – Eftir umstøðunum haldi eg, at vit eru væl nøgdir við úrslitið. Hóast EB/Streymur helst er vandamiklara liðið gjøgn- um dystin, er tað eitt sind- ur irriterandi fyri okkum, at vit missa tvey stig, tí teir fáa javnað við einum nokk so hepnum máli. Vit hava eisini ein stóran kjans í seinna hálvleiki, har eg skalli við síðuna av tómum máli, uttan at mál- maður ella nakar er har, sigur Janus Joensen. – Men teir leggja rætti- liga stórt trýst á okkum seinna partin av seinna hálvleiki, og tá er tað tor- ført hjá okkum at halda teimum, tí teir variera spælið nógv, kombinera seg ígjøgnum og koma til fleiri hálvar kjansir. Vit eru væl í spælinum, men skapa kanska ikki so nógv. hil Mugu bara vera nøgdir Høgri bakkur hjá EB/ Streymi, Pætur Dam Jacob- sen, hevði helst viljað vunn- ið dystin, men ásannar, at sum umstøðurnar vóru, kunnu teir kanska vera nøgdir við 1-1 ímóti AB. – Tú ert sum so ongan- tíð nøgdur við ein javn- leik, men sum dystinum líður, mugu vit bara taka til takkar við tí. Vit brenna eitt brotsspark og høvdu nakrar stórar kjansir, uttan at fáa mál burtur úr teim- um, men soleiðis er fót- bóltur bara, sigur hann. Um málið, sum EB/ Streymur fekk eftir eitt innkast, ið Pætur kastaði inn í brotsteigin hjá AB, sigur hann, at við teimum mongu innkøstunum inn í AB-brotsteigin ráddi mest um at fáa eitt mál burturúr, eisini um tað so skuldi verða eitt sjálv- mál. – Eg haldi, at vit hava tamarhald á, men vit vistu, at vit skuldu hava eitt mál aftrat, so vit blivu við og við, men fingu bara ikki bóltin inn. Hin- vegin skal AB hava rós fyri, at liðið stóð væl og fekk hildið okkum frá at fáa meira burturúr, sigur Pætur Dam Jacobsen. hil Hóast Pætur Dam Jacobsen á myndini hevur fult tamarhald á støðuni, so hevur EB/Streymur í løtuni ilt við at finna á stevið, sum í fjør gjørdi liðið til meistarar Mynd: Sofus D. Johannesen Hóast EB/Streymur síðsta hálva tíman vísti nakað av tí sama, sum eyðkendi spælið í fjør, rakk tað ikki til meiri enn javnleik ímóti AB, sum var væl skipað á vøllinum og serliga í verjupartinum. Argjamenn eru við at gerast eitt sterkt lið á heimavølli EB/Streym AB AB-EB/Streymur 1-1 (1-0): Argjamenn hildu tørn