Sosialurinarkiv
Sosialurin 2009-05-18, síða 24
Tak niður PDF av hesari síðu Stórt myndaskrá

mánadagur 18. mai 2009síða 24

‹ fyrra síða allar 40 síður næsta síða ›

Tekstur á síðuni

24 [ Nr. 93 - 18. mai 2009 ] Føroysku veteranarnir vóru á odda 2-1 ímóti teimum íslendsku í hálvleikinum, men tá avtornaði endaði fyrsti føroyski veteran- landsdysturin við semju um javnleik, 2-2. Allir stuttleikaðu sær óført, og tað eydnaðist at savna í øllum førum 12.000 krónur inn til barnadeildina á Landssjúkrahúsinum FÓTBÓLTUR Hilmar Jan Hansen einslistir@kallnet.fo Tað var nostalgi fyri hvørt oyra, tá Føroyar og Ísland seinnapartin leygardagin spældu landsdyst fyri vete­ ranar á Tórsvølli. Hetta var fyrsti dystur av hesum slagnum í Føroyum, og aftaná vóru allir samdir um, at tað ikki er óhugsandi, at hetta verður spírin til eitt veruligt føroyskt veteran­ landslið. Hugskotið kom úr Íslandi, har fleiri veteranar hittast av og á til slíkar dystir undir heitinum International FC, og ikki minst havandi í huga lánið til íslendsku tjóð­ ina, sum kom illa fyri av kreppuni, ynsktu íslend­ ingarnir at koma hendavegin at spæla – eisini fyri at vísa gott brøðralag og eitt slag av takksemi. Sum ofta er, tá slíkir dyst­ ir verða spældir, høvdu gestirnir eisini eitt ynski um, at inntøkurnar skuldu fara til eitt gott endamál, og tað gjørdist so barnadeildin á Landssjúkrahúsinum. Teir útivið 300 áskoðararnir, sms­innsavningin hjá Rás 2 og so íkast frá spælarunum gjørdu, at ið hvussu er 12.000 krónur kunnu latast til endamálið. Øgiliga ymiskt var sjálv­ andi, hvørjum formi, menn vóru í, men hóast summir spæla eitt sindur enn og aðrir ikki nerta ein bólt, riggaði væl at fáa saman­ spælið at koyra. Føroyska spælið var betri í fyrra hálv­ leiki og íslendska í seinna, og tað kanska komst av, at íslendingarnir vóru allir í nøkulunda formi og tí tóktust orka betur ímóti endanum. John fann málið Tað gingu ikki meiri enn tveir minuttir, so lá bólturin í føroyska málinum. Tómas Ingi Tómasson var spældur leysur í høgru síðu, rak eitt sindur inn í brotsteigin og skjeyt eitt gott skot ímóti føroyska málinum, sum Kaj Leo Johannesen, løgmaður og málmaður, einki fekk gjørt við. – Nei, eg hevði ongan kjans at gera nakað við hatta málið. Og tað gjørdi so, at Kári Reynheim fekk rætt, tí undan dystinum mut­ aði hann ímóti, tá teir søgdu, at eg skuldi byrja í málinum. Kári helt, at løg­ maður hevði tað við at skunda mál ígjøgnum, og hann fekk so rætt her, flenti Kaj Leo Johannesen, sum annars helt tað vera sera stuttligt at standa í málinum aftur. Íslendska málið var ein útpurring til okkara menn, sum skjótt tóku yvir og settu seg á spælið. Tað eydn­ aðist eisini at fáa fleiri kjansir burturúr, og serliga lá tað í luftini, at John Peter­ sen mundi fara at fáa okkurt burturúr, tí hann hevði tíðliga einar tveir góðar skallarar, sum kundu givið mál. Mitt í fyrra hálvleiki fekk hann hol á, tá Jens Erik Rasmussen legði innfyri og Uni Arge forlongdi við høvdinum til John, sum skallaði bóltin inn til 1­1. Fýra minuttir seinni var Uni spældur leysur í høgru síðu inni í brotsteiginum, men heldur enn at skjóta sjálvur, valdi hann at senda víðari til John, sum trygt setti bóltin í netið til 2­1. – Tað er eitt sindur spell, at hesi málini ikki telja við í landsliðshagtølunum, tí so hevði eg skjótt fingið Rógva Jacobsen aftur. Hin­ vegin, so rokni eg við, at teir báðir brendu kjansirnir áðrenn høvdu farið inn, um hetta var fyri 10 árum síð­ ani, segði tvífaldi málskjútt­ in eftir dystin. Spæla returdyst Føroyska leiðslan, sum var uppiborin, var eisini hálv­ leiksstøðan, men tá gott eitt korter var farið av seinna hálvleiki, javnaði Eyjólfur Sverrisson, sum útnyttaði, at føroyska verjan ikki fekk bóltin burtur, og hann kundi prika hann í málið. Tað var eisini í lagi, tí íslendingarnir vóru heldur stinnari í seinna hálvleiki, so javnleikur 2­2 mundi vera á góðari leið. Talan var sum heild um ein í løtum væl spældan og annars sera »fair« dyst, har nærdystirnir ikki vóru ógvusligari enn neyðugt. Tó var Þorsteinn Sveinsson eitt sindur óhepp­ in, tá hann eftir eina luft­ duell fekk hol á høvdið, men hann fekk bundið um og spældi so víðari! Eftir dystin var hugnaløta fyri vælnøgdu spælarunum á báðum liðum, og har var avrátt, at føroysku veteran­ arnir seinni skulu fara til Íslands at spæla returdyst. Somuleiðis kom sjúkrahús­ stjórin, Allan Skaalum, á vitjan, har hann fekk váttan um, at vælgerandi krónurnar eru á veg. Føroyar-Ísland 2-2 (2-1): Veteranarnir samdust um javnleik Savnaðu 12.000 krónur Umframt undirhaldið, so hevði landsdysturin leygardagin eisini til endamál at savna inn pening til vælgerandi endamál. Spælararnir høvdu gjørt av, at innkomnir peningurin skuldi fara óskerdur til barnadeildina á Landssjúkrahúsinum. Á Rás2 varð samstundis skipað fyri SMS­innsavnan, og samanlagt komu á leið 12.000 krónur í kassan á hendan hátt. So smílið var stórt á Allani Skaalum, tá hann eftir dystin kundi taka ímóti peninginum. ­ Hetta hevur nógv at siga hjá okkum. Vit royna sjálvandi altíð at gera tað so hugaligt og so lítið langdrigið sum gjørligt hjá børnunum á barnadeildini, og gávan frá tykkum í dag kemur sera væl við í so máta, segði sjúkrahússtjórin, sum eisini takkaði fyri góða undirhaldið, sum hevði verið í dystinum. Veteranlandsdystur Føroyar-Ísland 2-2 (2-1) 0-1: Tómas Ingi Tómasson, 2. 1-1: John Petersen, 21. 2-1: John Petersen, 25. 2-2: Eyjólfur Sverrisson, 57. Dómari: Niclas á Líðarenda Hjálpardómarar: Jógvan Næs & Hans Falkvard Hansen Føroyar: Kaj Leo Johannesen – Allan Mørkøre, Allan Joensen, Hans Fróði Hansen, Jens Christian Hansen – Sámal Joensen, John Petersen, Magni Jarnskor, Jens Erik Rasmussen – Uni Arge, Gunnar Mohr Á bonkinum: Jákup Eli Olsen, Janus Rasmussen, Bjarki Mohr, Djóni N. Joensen, Ingi Rasmussen, Jákup Símun Simonsen, Jens Martin Knudsen, Kári Reynheim, Jóannes Jakobsen Ísland: Jörundur Kristinsson – Bjarni Sindri Bjarnason, Þorsteinn Sveinsson, Eyjólfur Sverrisson, Veigur Sveinsson – Pétur Arason, Sverrir Sverrisson, Hermann Arason, Rútur Snorrason – Tómas Ingi Tómasson, Sigurður Örn Águstsson Á bonkinum: Arnar Már Arnþórsson, Matthias Sigvaldsson, Kristinn Tómasson, Finnur Kolbeinsson, Hallstein Trausta- son, Guðbjartur Haraldsson FAKTA Kári Reynheim, Føroyar: Tað kendist væl at spæla, men tað hevði nú verið betri at verið í góðari venjing, men eg haldi, at vit høvdu gott spæl til tíðir. At tað endaði 2-2, var eisini gott. Hetta hevði verið stuttligt at roynt aftur, og tað hevði eisini verið stuttligt at sloppið aðrastaðni at spælt. Men so má venjast, tí vit kundu verið eitt sindur betri fyri, haldi eg. Sigurður Örn Águstsson, Ísland: Hetta var ein ótrúligur dystur, tað var stuttligt at spæla og vit kundu veruliga njóta tað. Vøllurin var sera góður, og áskoðararnir livdu væl við. Vónandi hava teir eisini latið eina góða gávu til eitt gott endamál. Úrslitið var eisini fínt, og eg haldi, at vit allir hava havt eina góða uppliving á vøllinum í dag. Uni Arge, Føroyar: Hetta var fínasta slag. Vit vóru betur við í fyrra hálvleiki, men tað virkaði, sum teir orkaðu betur í seinna hálvleiki, so 2-2 var eitt fínt úrslit. Vøllurin var eisini framúr góður at spæla á. Nú legði eg upp til bæði málini, so teir hava argað meg við, at eg man vera blivin nakað senti- mentalur, nú eg eri farin at spæla bóltin til hinar. Tað sást, at Tómas Ingi Tómasson, Ísland: Eg haldi, at bæði liðini spældu væl, og úrslitið var eisini fínt. Og her var ein fín atmosfera á Tórsvølli. Eg eri móður, og eg haldi, at eg í dag rann meira, enn eg havi gjørt leingi. Og so var eg sjálvandi eisini glaður fyri málið, sum tíbetur kom so mikið tíðliga, at eg ordilig fekk skotið hann inn. Tað hevði verið stuttligt, um hetta kundi blivið spírin til eitt framtíðar samstarv, har vit kanska fingu onnur veteranlandslið við eisini. Eftir dystin skuldi felagsmynd sjálvandi takast. Spennandi verður at vita, um garparnir verða teir somu, tá returdystur ætlandi er á skránni í Íslandi Mynd: Álvur Haraldsen Ísland Føroyar