Sosialurinarkiv
Sosialurin 2009-05-18, síða 11
Tak niður PDF av hesari síðu Stórt myndaskrá

mánadagur 18. mai 2009síða 11

‹ fyrra síða allar 40 síður næsta síða ›

Tekstur á síðuni

11 tíðindi Nr. 93 - 18. mai 2009 Kaku í morgin Hóast fólk ikki fara so djúpt í lummarnar í løtuni, og tað er sera freistandi hjá fyri­ tøkum at broyta samleika, so tær kappast um prís, so helda Knutsenhjúnini, at tað er tað ringasta ein fyri­ tøka kann gera í hesum tíð­ um. – Broytir tú eina fyritøku, har kvalitetur er vørumerki, til eina fyritøku, sum bara kappast um prís, so missir tú kundarnar tú hevði, og tá prísur ikki longur er størsti spurningurin, so er sera tor­ ført at fáa samleikan upp á pláss aftur, greiddi Anders Knutsen frá. Tey bæði Knutsen meta somu leiðis, at tað í sera fáum fyritøkum verður so leið is, at tær doyggja í hung ri í dag, fyri at sleppa at eta kaku í morgin. – Tað er lítil møguleiki fyri, at fyritøkur, sum fokus era upp á kvalitet fara av knóranum. Tað er helst bara í støðum sum Íslandi, at kreppan veruliga er hørð, og har kann tað geva trupul­ leikar, men í øllum øðrum bú skapum síggja vit, at krepp an er um at venda, og rokni eg ikki við, at tær fyri tøkurnar fara av knóra­ num, men vit síggja heldur, at fólk veruliga fara at venda sær ímóti kvalit et­ inum, og tí vinnur kvalitet­ urin hjá øllum teimum, ið hava spart eitt sindur upp í góðu tíðunum, sigur Helle Knutsen. So sambært hesum báð­ um, so verður kaka á skrán­ ni hjá teimum, ið velja kvali tet fram um nakrar turr ar breyðmolar í dag. Ruskdungarnir minka Sambært Knutsenhjúnunum er tað eisini soleiðis, at í løtu ni gerast ruskdungarnir í heiminum alsamt minni, tí fólk blaka ikki nógv lutir burtur, sum tey kunnu nýta í framtíðini. Hetta er íkomið av kreppuni, men tey bæði rokna við, at hetta er ein vani, sum fer at hanga við. – Blaka burtur mentanin er um at detta burtur, og tí rokna vit við, at keypi­ mentan in veruliga fer at broyt ast, á tann hátt, at fólk velja sær lutir, sum veruliga halda í nógv ár, heldur enn okkurt, sum tey keypa fyri at blaka burtur. Vit síggja eisini, at fólk eta upp, og hetta fer eisini at hanga við, tí fleiri og fleiri ung keypa mat, sum er vistfrøðiligur og borgar fyri góðsku. Tó keypa tey heldur minni av honum, segði Anders Knut­ sen í Norðurlandahúsinum fríggjadagin. Bodyshop brúkar blíðskap Men sambært fyrrverandi Bang og Olufsen fólkunum verður tað ikki bara kvalitet­ ur, sum verður avgerandi í framtíðini. Tað verður eisini kundarøkt, sum fer at hava nakað at siga. – Eg veit, at tá tú selir, so skalt tú hava fólk, sum duga at fáa kundarnar at kenna seg vælkomnar, eg veit ikki, hvussu tey hava gjørt tað, men Bodyshop er skúla­ døm ið, um hvussu mann skal gera. Tey hava veruliga megnað at fáa fólk, sum fáa kundarnar at kenna seg væl, og syrgja fyri, at kundarnir vilja koma aftur at keypa frá sær, greiddi Helle Knut­ sen frá. Hon legði síðan afturat, at hetta er nakað allar fyri­ tøkur burdu nýtt, tí hetta kost ar ikki so nógv, og kann fáa kvinnurnar, sum gera tað mesta av innkeypunum at nýta meiri pening og vera meiri trúgvar ímóti eini fyri tøkur. Koyrið kvinnur á kantórini Í Norðurlandahúsinum vóru flestu topparnir í Føroyum, og tað var ikki av gáloysni, at leiðslurnar vórðu nevndir slipsanálir, tí allarflestu í leiðslu num í stórur fyri­ tøkunum í Føroyum eru menn. Hetta er sambært teim um báðum Knutsen, ikki ein gongd leið. – Vit fara natúrliga at síggja fleiri kvinnur í leiðslu. Eg trúgvi ikki uppá kvoter ingar, men fyri tøkur­ nar burdu vitað, at konufólk gera fýra út av fimm keyp­ um, ið verða gjørd, og at konufólk ofta duga betri at selja til konufólk. Tí burdu leiðslurnar vitað, at tað veruliga loysir seg, at hava konufólk við í leiðslunum, tí allar fyritøkur selja okkurt, og tað er øgiliga sann líkt, at ein kvinna er keypari, heldur Helle Knut­ sen. Fittir føroyingar Sambært teimum báðum Knutsen, er tað øllum hes­ um kvalitetum, tey hava møtt í Føroyum, og eftir fyri lesturin var onkur, sum undr að ist, hví føroyingar ikki megnaðu betri at selja síni produktir, sum sambært føroyskum vinnulívsfólkum er kvalitetur úr enda í ann­ an. – Tað er ein spurningur um marknaðarførslu. Um tað veruliga er soleiðis, at tit hava produktini við bestu góð skuni, so er okkurt galið við marknaðarførsluni, tí alt, vit hava møtt, hevur ver ið øgiliga gott, segði Helle Knutsen. Sostatt eru boðini frá tveim um donskum vinnu­ lívs fólkum til føroyskt vinnu lív at fáa fleiri kvinnur í leiðslu, at fokusera upp á kvalitet, ikki bara upp á prís og síðani at greiða øllum heimi num frá, hvussu ting­ ini hanga saman. kvalitetur Jarðskjálvti við Los Angeles Ein jarðskjálvti var í nátt nærhendis amerikanska stórbýnum Los Angeles. Amerikanski jarðfrøðistovnurin sigur, at skjálvtin var í einum øki í ein landssynning úr sjálvum býnum, og at hann var 5,0 á Richterstiganum. Miðdepilin á skjálvtanum var einar 13 kilometrar undir jørð einar 15 kilometrar í landssynning úr Los Angeles. Ein talsmaður hjá sløkkiliðnum í Los Angeles segði í morgun, at har høvdu tey ikki fingið nakrar fráboðanir um skaða av jarðskjálvtanum. Øll kommunistatekin burtur Forsetin í Ukraina,Viktor Justjenko, samanbar í gjár kommunismuna við fasismuna og segði, at øll minni um sovjettíðina í Ukraina skulu beinast burtur. Orð forsetans fullu á einum minningarhaldi til minnis um fólk í tíggjutúsundatali, sum loyniliga løgreglan hjá Stalin­stýrinum myrdi í árunum frá 1937 til 1941, og sum vórðu jarðað í einum skógi nærhendis ukrainska høvuðsstaðnum Kiev. Ukrainski forsetin segði, at ukrainar hava onga orsøk til at varðveita minnismerkir frá sovjettíðini, og hann upplýsti, at tað seinasta árið hava ukrainskir myndugleikarnir beint umleið 400 ymisk minnismerki frá sovjettíðini burtur. Nøvnini á fundinum vóru Helle og Anders Knutsen, Mari- ta Rasmussen, stjóri í Vinnuhúsinum, og Jens Ladegaard, stjóri í Ladegaard A/S, sum arbeiðir við marknaðarføring. Helle Knutsen var kunningarráðgevi hjá B&O, áðrenn hon giftist við Anders Knutsen, sum var stjóri í B&O frá 1991 til 2001. Síðan Helle Knutsen gavst hjá B&O hevur hon skrivað bøkur, umframt at halda fyrilestrar. Anders Knutsen hevur, síðan hann gavst hjá Bang og Olufsen, havt nevndarsessir í nógvum ymiskum fyritø- kum, umframt at skriva bøkur. FAKTA Flestu topparnir í føroyskum vinnulívi vóru savnaðir fríggjadagin, og boðini frá Helle og Anders Knutsen vóru greið. Koyri fleiri kvinnur á kantórini