Sosialurinarkiv
Sosialurin 2009-05-18, síða 10
Tak niður PDF av hesari síðu Stórt myndaskrá

mánadagur 18. mai 2009síða 10

‹ fyrra síða allar 40 síður næsta síða ›

Tekstur á síðuni

10 tíðindi Nr. 93 - 18. mai 2009 Sambært Helle og Anders Knutsen, sum hava havt leiðandi post ar í Bang og Oluf sen, er kreppan um at venda, og tá marknaðurin er kom­ in fyri seg aftur verð­ ur lágprísur ein farin tíð. – Tað er kvalitetur fyri tøkur skulu foku­ sera uppá, tí koyr burt ur mentanin er um at fara, siga tey VinnulíV Eirikur í Jákupsstovu eij@sosialurin.fo Flestur stóru slipsanálirnar í Føroyum vóru savnaðar í Norður landahúsinum fríggja dag in, tá Trygg ing­ ar felag ið Føroyar skipaði fyri fyrilestrum fyri úr vald­ um stórum kundum hjá fyri tøkuni, og tá fyrsti fyri­ lesturin var av, høvdu allar hesar nálir fingið at vita, at tá kreppan vendir verður tað kvalitetur og ikki bara prísur, sum setir dags skrán­ na. Ætlanin við tiltakinum, var, sambært Tryggingini, at geva stóru føroysku fyri­ tøkunum íblástur, nú kreppa herjar og inn tøku met ing ar­ nar hjá landinum vísa, at tað er sera torført at lokka pen ing úr lummunum hjá fólki. Poesi ella prísur Hóast tað helst mest var fyri at lýsa fyri bókini, pris eller poesi, sum Helle og Anders Knudsen hava skriv að saman, at tey bæði vóru í Føroyum, so góvu tey eitt boð uppá, hvussu fyri tøkur, sum ikki veruliga hava hugsað um sín sam­ leika, kunnu gera, fyri at slep pa sum frægast burturúr hesi kreppuni. – Vit gera øll val alla tíð­ ina, men hevur tú eina fyritøku, sum bæði vil vera best í prísi og kvaliteti, so mást tú hugsa teg væl um. Tí tað er ikki ein gongd leið, tað ber ikki til at vera best til bæði. Men tú kanst velja, at vera best í prísi, og tær fyritøkurnar klára seg væl fyri tíðina, tí fólk spara har tey kunnu í hesum døgum, men tú skalt eisini vita, at kappast tú um prís, so skalt tú rokna við, at hevur tú ikki lægstu prísir nar alla tíðina, so velja fólk ein annan veitara. Hinvegin kanst tú velja at kappast um kvalitet ella poesi. Tað gev ur ikki so nógv í løtuni, men vit síggja, at »throw away is m«, blaka burtur ment an in, er doyggjandi, og tí kunnu vit rokna við, at kvali tet ur og haldbari eru veg urin fram, heldur Anders Knut sen. Keypa virðir Sambært teimum báðum Knutsen, er størsti munurin á keyparum av kvaliteti og á teimum, ið keypa fyri prís, so er munurin, at tá vit keypa kvalitet, so keypa vit eina vøru, umframt alla søgu na aftanfyri, hóast tað í stóran mun er sami keyparin til ymiskar tíðir, tí vit øll velja ímillum prís og kvali­ tet alla tíðina, men tá vit keypa fyri prísin, so velja vit altíð tað bíligasta. Tá vit keypa kvalitet, so keypa vit øll virðini, sum vøran stend ur fyri. – Tá tú keypir okkurt, sum tú veruliga hevur spart upp til, so er tað nakað tú keyp ir fyri at gleða teg sjálv an. Tú keypir alla søgu na aftanfyri, og ikki bara eina vøru, er Helle Knut sen sannførd um. Tí halda tey bæði, at fyrsta uppgávan hjá eini fyri tøku, er at gera pro dukt­ ir, sum veruliga eru góð, og síðani er uppgávan at greiða øllum heiminum frá, at tað veruliga eru bestu pro dukt­ ini. Eftir kreppu kemur k Gevast við at stuðla Labour Tað kemur nú bretska Arbeiðaraflokkinum aftur um brekku, at fleiri politikarar hjá flokkinum hava verið dekan ov skjótir at brúka almennar pengar, og at teir í fleiri førum hava tambað lógirnar í meira lagi. Í hvussu er hava nakrir av teimum størstu fíggjarligu stuðlunum hjá flokkinum boðað frá, at teir umhugsa at gevast við at veita flokkinum fíggjarligan stuðul. Blaðið The Guardian, sum hevur avdúkað ta heldur óhepnu penganýtsluna hjá politikarunum, sigur frá óalmennum keldum, at Arbeiðaraflokkurin kann missa fleiri milliónir pund í stuðuli, um stuðulsveitarnir gera álvara av at strika stuðulin. Skutu eftir Karzai yngra Ein trygdarmaður doyði, tá ókendi menn skutu eftir bilinum hjá Ahmed Wali Karzai, sum er yngri bróður afghanska forsetan, Hamid Karzai. Ahmed, sum er guvernørur í Kandahar, segði á tíðindafundi aftan á tilburðin, at bilafylgi hansara bleiv álopið á motorvegnum uttan fyri høvuðsstaðin Kabul. Tað er ikki greitt, hví guvernørurin bleiv álopin, men vesturlendskir fjølmiðlar vilja vera við, at hann er uppi í handli við rúsevnum. Ein annar bróður forsetans, Mahmoud Karzai, hevur sambært vesturlendskum fjølmiðlum fingið nógvar pengar burtur úr rúsevnahandli, skrivar Reuters. Ruskdungarnir í vesturheiminum minni og minni, og sambært Helle og Anders Knutsen, donskum vinnulívsfólkum, fer hetta at halda fram, tí koyr burtur mentanin er á veg burtur. Tí eru góðskuvørur vegurin fram