Sosialurinarkiv
Sosialurin 2009-05-18, síða 9
Tak niður PDF av hesari síðu Stórt myndaskrá

mánadagur 18. mai 2009síða 9

‹ fyrra síða allar 40 síður næsta síða ›

Tekstur á síðuni

9 tíðindi Nr. 93 - 18. mai 2009 Hetta vikuskiftið hevur verið eitt av teim um turru, men held ur vátligu. Fýra bil før arar eru tiknir fyri at koyra við kenn ing, og ein hevði enntá stolið og rent bilin útav 112 Rógvi Nybo rogvi@sosialurin.fo Tað tykist vera torført at fáa boðskapin til bilførarar í Før oy um, at rúsdrekka og koyring ikki hoyra saman. Veðrið hevur verið av tí fagrasta, og bátastevnan í Vest man na savnaði sera nógv fólk leygarkvøldið og sunnu náttina. Hetta merkti løgreglan eisini aftur í teirra arbeiði, tá fleiri fólk hava trupult við at lata bilin standa, hóast tey eru ávirkaði av rús drekka. Um klokkan 2 sunnu nátt­ ina varð ein bilur steðgaður í Kaldbaksbotni, og vísti tað seg sum at førarin var ávirk aður av rúsdrekka. Tá sunnumorgunin nærk­ ast, og dansurin á báta­ stevn uni er av, steðgar løg­ reglan einum bili omanfyri Kví vík. Hesin førarin hevði verið á bátastevnu, og ætlaði sær at koyra til hús, hóast hann ikki var nóg edrú ur til at føra bil. Tvørtur um lóg og veg Ein bilførari helt sunnu­ morg un in um klokkan 8 seg heilt víst hava fatur í tí rætta, tá hann settist aftan­ fyri róðrið. Hvørt tað var rúsdrekka ella okkurt annað, ið hevði ávirkað evnini at skyna mun in á røttum og rangum, er ilt at gita, men tá til stykk is kom, var førarin farin tvørur av bæði lógini og vegnum í einum bili, hann einki átti í sjálvur. Hann hevði nevniliga stol ið bilin, og var farin útav Ovara vegi í Vest man­ na. Klokkan 9 sunnu morgun­ in royndi ein ikki heilt edrú­ ur bilførari helst at sníkja seg til Havnar eftir Oyggj. Á Oyggjarvegnum rendi hann seg tó í lógina, og varð tikin av løgregluni, ið helt eyga við bilum á Oyggj ar vegnum. Rúsdrekkakoyring ein afturvendandi trupul leiki Álvarsligt ferðslu­ óhapp við Saltangará Eitt álvarsligt ferðslu óhapp var við Saltang ará um vikuskiftið. Fríggjakvøldið um mid nátt rendu ein knallert og ein bilur saman við Stat oil við Saltangará. Før ar in av knallertini fer send an di, og hevur fing ið ein snudd á høvdið. Tá løgreglan kemur á stað ið er hann ikki við vit, og verður sendur á lands sjúkrahúsið. So vítt sum løgreglan veit, er hann ikki vorðin við vit aftur, og varð send ur niður á Ríkis sjúkra húsið í gjár. Tað framgongur ikki av rapportini, um førarin av knallertini var í hjálmi ella ikki. - RN Nógvur materiellur skaði Fleiri ferðsluóhapp hava verið um viku­ skiftið. Í fleiri førum kun di væl spælt verri av, um marginalarnir vóru øðrvísi, men tí bet ur var talan bert um materiellan skaða í flestu førum 112 Rógvi Nybo rogvi@sosialurin.fo Nógv ferðsluóhapp hava ver ið um vikuskiftið, og vil di verri til, kundi skaðin ver ið nógvar ferðir størri. Leygardagin klokkan 11.08 varð boðað frá, at eld ur var í einum bussi Mill um Fjara. Talan var um ein leigaðan ferðafólkabuss, og nógv ferðafólk vóru í bussi num. Ferðafólkini vóru tó skjótt fingin úr bussi num, og eldurin var hild in undir tamarhaldi við eld sløkkj ara til Skála Sløkki l ið kom á staðið og fekk sløkt ordiliga. Orsøkin til eldin er tann, at olja var likin niður á út stoyt ið, eftir at eitt stemp­ ul er farið út gjøgnum síðu­ na á motorinum, og tí er fest í. Bussurin stóð við vegin til Oyndarfjarðar, og var tal an tí bert um minuttir, áðr enn bussurin var í Norð­ skála tunnilinum, og tá kun­ di skjótt stór vanlukka stað­ ist av tí. Frontalt samanstoyt við Streymes Fríggjakvøld um klokkan 18 var eitt ferðsluóhapp í Streym nesi. Ein bilur á veg suðureftir skuldi snara inn á Neystaveg, og skuldi tí tvørt ur um vegin. Á veg norður eftir er ein bilur við at yvirhála ein annan bil, og hesir báðir renna so saman, tá annar ikki hevur sæð hin. At síggja til var talan um eitt ógvusligt ferðsluóhapp, men tíbetur var eingin persón skaði. Fríggjakvøldið datt ein drong ur á einum scootara í Hó s vík, og ambulansa var send á staðið. Hon var tó send avstað aftur, tá drong­ ur in ikki hevði meiðslað seg illa. Sunnunáttina datt ein drong ur á knallert í Havn, og løgreglan hevur verið á stað num. Tó var tað ikki so álvarsligt. Sunnudagin var eitt ferðslu óhapp við rund­ koyringina á Argjum, tá ein bilur eftir øllum at døma hevði trupulleikar við bremsu num, og rendi á ein lykta pela har. Eisini her var bert talan um materiellan skaða. Fogh millum teir bestu Anders Fogh Rasmussen bleiv dúgliga róstur, tá hann legði frá sær sum formaður í Vinstra í gjár eftir at hava verið formaður í níggju ár. Lars Løkke Rasmussen, sum fyrst tók við sum forsætisráðharri og í gjár sum formaður í Vinstra, segði í røðu síni á landsfundinum, at Anders Fogh Rasmussen er ein tann besti forsætisráðharrin, sum Danmark hevur havt og ein tann mest virdi Vinstra­ formaðurin nakrantíð. Nýggi formaðurin rósti millum annað undanmanninum fyri avrikið, tá hann var formaður í ES, og hvussu hann handfór kreppuna av Muhammeds­ tekningunum. Misnøgd við Aleqa Hammond Í Grønlandi er fiski­ og veiðimannafelagið KNAPK sera misnøgt við, at Aleqa Hammond, landstingslimur hjá Siumut, hevur lagt fiskimenninar undir grenj. Tað orðið brúkti hon, tá fiski­ og veiðimannafelagið boðaði frá, at tað tekur undir við teimum fiskimonnunum, sum hava kravt endurgjald, tí Royal Greenland hevur gjørt av at lata fleiri av teimum smáu landingarstøðunum aftur. Formaðurin í KNAPK, Leif Fontaine, segði um vikuskiftið, at Aleqa Hammond nýtist ikki at hugsa um, hvussu hon skal fáa løn, og so eigur hon at minnast til, at fiskimenninir eru við til at útvega henni lønina. Ein bilførari fór sunnumorgunin tvørur av fleiri paragraffum í lógini og Ovara Vegi í Vestmanna, tá hann førdi ein bil, hann einki átti í, í vegjaðaran