mánadagur 18. mai 2009síða 27
‹ fyrra síða allar 40 síður næsta síða ›
Tekstur á síðuni
27
[ Nr. 93 - 18. mai 2009 ]
Í gjár var Várfest í miðbýn
um í Havn. Tiltakið byrjaði
kl. 15. við skrúðgongu frá
Frelsunarherinum oman á
Vaglið. Fremst gekk horn
orkestur
Frelsunahersins,
síðan komu tey, sum skuldu
luttaka í tiltakinum, og aft
ast koyrdu motorsúkklur frá
Cross Bikers MC Føroyar.
Heðin Mortensen, borgar
stjóri, setti Vársfestina, síð
ani vóru fleiri leikir fram
førdir við kendum søgum í
Bíbliuni.
Uppboðssølan av máln
ingum byrjaði kl. 17.30.
Nakrir av málningunum
vórðu málaðir á Vaglinum,
samstundis sum tiltakið fór
fram. Avlopið av uppboðs
søluni fer til Tilhaldið í
Tórsgøtu.
Familjutiltak var í salinum
hjá Frelsunarherinum, og
eitt ungdómstiltak var í telt
inum á Vaglinum, har fleiri
tónleikabólkar framførdu.
Fyrireikararnir siga, at
hóast veðrið ikki var heilt
eftir vild, eydnaðist tiltakið
væl. Uppboðssølan fekk
góða undirtøku, og boðskap
urin hevði sína ávirkan.
mg
Litrík Várfest
Myndir:
Álvur Haraldsen
Magnus Gunnarsson