Sosialurinarkiv
Sosialurin 2009-05-18, síða 28
Tak niður PDF av hesari síðu Stórt myndaskrá

mánadagur 18. mai 2009síða 28

‹ fyrra síða allar 40 síður næsta síða ›

Tekstur á síðuni

28 Nr. 93 - 18. mai 2009 Aftur í ár vóru vest­ menningar hepnir við veðrinum á báta­ stevnuni, sum hildin varð í Vestmanna leygardagin Vestmanna Orð: Vilmund Jacobsen vilmund@sosialurin.fo“ vilmund@sosialurin.fo Myndin: Jens Kr. Vang Fyrsta treytin fyri, at ein bátastevna skal eydnast, er, at veðurgudarnir eru líkinda blíðir. Í fjør, tá bátastevna varð hildin í Vestmanna, var so avbera gott veður. Sólin skein bæði oman og niðan – frá morgni til kvølds, og ikki ein regndropi kom av himli alla náttina. Men tá høvdu vestmenn­ ingar eisini verið óhepnir við veðrinum eini trý fylgj­ andi ár frammanundan. Leygardagin varð árliga bátastevnan aftur hildin í Vestmanna, og heldur ikki hesaferð kunnu fólk kæra seg um veðrið. Bárður Nielsen, sum er í bátastevnunevndini hjá VÍF, sigur, at veðrið var gott leygardagin. ­ Tað var eitt lotið tað mesta av degnum, men niðri í Vestmanna kom hit­ in, tá hann var mestur, upp ímóti 20 stigum. Í løtun skein sólin, og tí kunnu vit á ongan hátt kæra okkum um veðrið hendan dagin. Eydnaðist væl Bárður sigur, at stevnan eydnaðist sera væl, og fyri­ reikararnir eru væl nøgdir við stóru undirtøkuna, bæði við nógvum bátum og gest­ um annars. ­ Saman við bátum úr Vestmanna, sum loystu til at sigla saman við stóra bátafylginum inn á Vest­ manna, var samlaða bátatal­ ið omanfyri 200. Tá so kvøldið kom, lógu einir 120­130 bátar bundnir við brúgvarnar. Hann sigur, at bátatalið í ár og í góðveðrinum í fjør var á leið tað sama, og hesi bæði árini eru tey størstu í so máta. ­ Eftir at bátarnir vóru kom­ nir til bryggju, borðreiddu vit við feskari suppu í stóra tjaldinum. Eini 1500 fólk fingu suppu, og samlaða litratalið var umleið 600. Bárður sigur, at umframt teir stívliga 200 bátarnar, sum vóru við í siglingini inn á Vestmanna, komu ein­ ir 50 húsvognar og fleiri motorsúklur til bygdar. Stórdansur Størsta einstaka tiltakið í Vestmanna undantikið sjálva bátasiglingina, var dansurin í ítróttarhøllini, har vest­ mannabólkarnir, Thunder­ birds og Vestmenn, spældu. ­ Her vóru nógv fólk, bæði inni og úti. Høllin hevur loyvi at hava 800 fólk inni í senn, og við góðum vaktum royndu vit at skipa so fyri, at tað ikki gjørdist ov trongt inn í høllini. Bárður sigur, at hetta eydnaðist væl. ­ Tá høllin fyltist, royndu vit at skipa so fyri, at fólk í stórum tali ikki komu inn uttan so, at nøkur eisini fóru út, og eg haldi, at hetta gekk væl. Aftur næsta ár Hann sigur, at nógv fólk var í Vestmanna leygar­ kvøldið og sunnunáttina. ­ Umframt øll tey mongu, sum koma í báti, húsvognum og motorsúklum, koma nógv í bili. Bárður Nielsen sigur, at eingi óhapp hendu við báta­ brúgvarnar, sum tey vita um, og tað eru fyrireikararnir sera fegnir um. ­ Jú, vit halda, at báta­ stevnan eydnaðist sera væl, og vit fara hugagóðir undir átakið, sum verður hitt níggjunda í røðini, aftur komandi ár, sigur hann. Vestmenningar hava longu gjørt av, at bátastevnan næsta ár verður 22. mai. Blíðir veður- gudar og góð bátastevna