mánadagur 18. mai 2009síða 29
‹ fyrra síða allar 40 síður næsta síða ›
Tekstur á síðuni
Nr. 93 - 18. mai 2009
29
F
øroyingum dámar enn sum
áður væl at syngja saman.
Helst hava tað verið eldri
sangir úr teirri dygdargóðu
sangkeldu, sum Songbók
Føroya Fólks er ímyndin av, ið
hava verið sungnir. Men
nýggja tíðin hevur so sanniliga
eisini givið sítt íkast til okkara
sangsamleika.
Til tess at vekja ans og
kunnleika til slík av hesum
nýggju løgum, ið eisini fella
væl til felagssang, hevur
Kringvarpið nú her í vár
gjørt upptøkur við stim
brandi íblástri til føroyskan
samsang fyri eyga.
Gjørdar verða nú í fyrsta
umfari tvær sendingar burtur
úr hesum tilfari, tann fyrra
nú Kristi himmalsferðar
dag kl. 14.15, og tann seinna
verður á hvítusunnu.
Blaðleiðslurnar hava verið
beinasamar at seta tekstirnar
til sangirnar í bløðini. Ætlan
in og vónin við hesum tiltaki
er tá, at fólk víða um landið,
einsæris ella í felagsskapi við
tekstunum fyri sær seta seg
við útvarpstólið at fylgja við
ella helst eisini syngja við.
Ólavur Hátún
1. Morgun
1 Morgun og nýføddur grátur.
"Vælkomin, lítli, stíg inn
í henda heimin sum gestur,
kanska tú dvølur eitt bil.
2 Um tú vilt korini vita?
- Best at eg sigi sum minst.
Tó eingin veit, um júst títt lív
skapt er til eydnu og ljós.
Ábyrgdin á tínum herðum,
gáva frá okkum til tín.
Byrða, ið tung er at bera,
ber hana betur enn vit.
3 Heimurin fyri tær opin
kannar teg gjølla og væl,
merktur av ringastu royndum,
býður tær kortini sess.
4 Men tú eigur dagin og ljósið,
tú eigur náttina við,
tú eigur stjørnurnar allar,
tú eigur rættin til frið.
5 Viljin er sterkasta svørðið,
bítur á harðasta stál.
Vónin er bjartasti brandur,
lýsir tær veg fram á mál.
Ábyrgdin á tínum herðum,
gáva frá okkum til tín,
byrða, ið tung er at bera,
ber hana betur enn vit."
6 Ah.............
7 Ah.............
Martin Joensen (f. 1953). Yrktur 1985.
H: Morgun.
Á bandinum "Morgun" v/ Martin Joensen 1985.
L: Martin Joensen.
2. Ró
1 Sólskinstøgn yvir okkum nú,
luftin fevnandi mjúk,
einsamøll, livandi, eg og tú,
ósøgdu orðini siga mær alt.
Jørðin okkara, himinin við,
døggváta grasið lær,
áin lokkar og teskar um frið,
alla tíð verð hjá mær.
2 Sirmið sorgblíða silkibleytt
svalir rodnandi húð,
signað vit og av gleði mett,
aldri var heimur so sannur sum nú.
3 Dagmett sól søkir niðublund,
klokkan bíðandi slær,
skýmingstrøll seta friðarfund,
hoyrdi tú hamranna suðandi svar?
4 Máni, vøkuljós ver í nátt,
mjørki, dýna ver tú,
stíga vit so um dreymagátt,
gandaði heimur, verð altíð sum nú.
5 Morgun, bíða tú kanst eitt bil,
sov tær megi í nátt.
Vøkumaðurin verja vil,
teskar í tøgnini: Alt vil tær gott, alt vil tær gott.
Martin Joensen (f. 1953).
H: "Ró". Vann yrkingakapping í Útvarpi Føroya 1982.
Pr: "14.september" febr.1983.
L: Martin Joensen
3. Vár
1 Vit hoyrdu várið kalla
og viltust bæði burtur
úr bygd og mannaeygum
eitt lognarkvøld í mai
og gingu tætt tilsamans
ígjøgnum grønar dalir
og eftir brúnum høvdum
so langt, so langt av leið.
2 So rúsandi ein rørsla
í øllum heimsins lutum,
í luft og mold og vatni
og mannasálum rann,
tað var sum túsund nálir
við mjúkum silkibløðum
í okkar' blóði spruttu
við villum vakstrarlag.
3 Á vegnum lomb og blómur
og brostin egg í reiðri,
tað leikaði og livdi
á vølli og í mold.
Við ungum, spentum sonsum
vit numu vársins undur,
hvørt bragd av lívi boðan
um lukku og um ást.
4 Tú ikki meir enn átjan
von sum eitt fagurt landslag,
so mjúkar likams-lægdir
og bróst so túgvurund,
títt hár sum gras í bjørgum,
ið floymir út av torvu,
og hold á hálsi tínum
av mold og vætu reyk.
5 Og varrar mínar trýstar
ímóti hálsi tínum
tær kendu blóðið spæla
títt heita hjartaslag,
tá gjørdust hendur mínar
sum leysar frá mær sjálvum
og leitaðu í blindum
at søtum loyndum fram.
6 So runnu sálir saman,
í bráðum leiki brustu
og róku út í rúmið
inniliga í eind
sum sirm og summarlýkka
og tungur blómuangi -
ein flóð úr teirri keldu,
sum lívið streymar úr.
Karsten Hoydal (1912-1990).
H: "Vár". Yrktur uml. 1940.
Pr: Jól Uttanlendis 1943.
L: Lars Ewertz 1987. Knút Olsen.
Hanus G. Johansen
4. Um eg kundi kvøðið
1 Um eg kundi kvøðið
hjartalongsil mín,
allar duldar sangir,
elskaða, til tín.
2 Um eg kundi grátið
eina náttarstund,
meðan blíðir andar
tær veittu sælan blund.
3 Grátið kvirt og leingi –
vakna ikki, fljóð,
yvir fornar fannir
vil eg gráta slóð.
4 Gráta fram tær blómur,
horvnar undir snjó,
elskaða, tær anga –
tær nørdu hjartablóð.
5 Um eg kundi teskað:
vakna, álvan mín,
summarblómur fríðar
græt eg fram til tín.
6 Tá mær vildi bleika
sorgarbrosið títt
– ljósnandi umsíðir –
lovað summar nýtt.
J. H. O. Djurhuus (1881-1948).
H: "Tvey ástarkvæði" (saman við "Eg sovi mær megi").
Pr: Jóla- og nýársbók 1904.
L: Peter Alberg. Stanley Samuelsen, 1988
5. Súrligar nætur í
Keypmannahavn
1 Vaknandi húsafasadur nú náttin er deyð
spyrja hvønn annan hvar fáa vit nú morgunbreyð
morgunin legði sína perlandi døgg á tín kinn
vit turkaðu brillurnar væl áðrenn vit fóru inn
2 í tómligu tøgnini hittast av og á eygnabrá
lunkaði rundstykkir hvat skal tú nú hava uppá
ein lítlan til tín ein til mín ja tað riggar so væl
tá ein skal biðja teg lova sær at sova sær hjá tær
3 og Langabrúgv leingist av longsli har yvir ein
skal
á tínum kamari kunnu vit helst sova væl
ein byrjandi býur bjóðar tær ein góðan dag
tú svarar takk fyri meg men mítt ríki er ei av í
dag
4 eg elski teg tak mín seinasti rest í tín favn
so gloyma vit súrligar nætur í Keypmannahavn
og meðan tú elskar meg hómi eg dalar og fjøll
hómi angandi bø mjúkar sátur og spælandi børn
Kári P. (Leivsson) (f. 1950)
6. Mítt land
1 Eg var føddur í hesum landi
her stormarnir herja títt
úr einum reinum og ríkum havi
hevja tindar og fjøll seg frítt
her syngi eg mínar sangir
um nætur í gleði og ró
um sorgarfullar dagar
hjá okkum og hesari tjóð.
Eg vil liva
fyri kærleikan eg fái frá tær
eg vil liva
sum ein spurningur
sum krevur eitt svar.
2 Eg vaks upp í hesum landi
her tað mangan er kalt og grátt
og prát sum okkum dámar
tað er ongantíð ov smátt
tey sum einki eiga
skulu ikki hava meir
hóast byrðan altíð lætnar
um vit bera hana fleir
Eg vil liva
fyri kærleikan eg fái frá tær
eg vil liva
sum ein spurningur
sum krevur eitt svar.
3 Eg havi búð í hesum landi
tá tað sprettir á hvørjari ong
og skip leggja tung at landi
eg fagni væl teirra fong
mær kenslur í barminum brenna
Føroyar og fólkið her býr:
Má frælsi vera tín arvur
Ein gáva ómetalig dýr.
Eg vil liva
fyri kærleikan eg fái frá tær
eg vil liva
sum ein spurningur
sum krevur eitt svar..
Eyðun Nolsøe (f. 1965)
H: Mítt land
Pr.: Mítt land, 1992, Frændur
L: Eyðun Nolsøe
Syngja nýggjan song