Sosialurinarkiv
Sosialurin 2009-05-19, síða 8
Tak niður PDF av hesari síðu Stórt myndaskrá

týsdagur 19. mai 2009síða 8

‹ fyrra síða allar 32 síður næsta síða ›

Tekstur á síðuni

8 tíðindi Nr. 94 - 19. mai 2009 Forsetin skal í rættin Ein dómstólur í Turkalandi staðfest í gjár, at landsins for­ seti, Abdullah Gül, skal møta í rættinum í sambandi við nakrar skuldsetingar um svik, sum vórðu reistar ímóti honum fyri næstan tíggju árum síðani. Tá varð Abdullah Gül drigin upp í skuldsetingar ímóti tí táverandi Vælferðar­ flokkinum, sum var byrjanin til AK­flokkin. Sambært skuld­ setingunum hevði forsetin misbrúkt pengar hjá fíggjar­ málaráðnum. Abdullah Gül bleiv valdur til forseta í Turka­ landi fyri tveimum árum síðani, og so leingi hann er forseti, kann dómsvaldið ikki døma hann, skrivarAP úr Ankara. Obama krevur grønari bilar Amerikanski forsetin, Barrack Obama, fer nú undir átøk, sum skulu fáa amerikanarar keypa bilar, sum fara betur við umhvørvinum. Millum annað hevur hann í dag lagt fram eitt uppskot, sum ber í sær, at í 2016 skulu persónbilar og smáir lastbilar í USA hava 30 prosent minni útlát av CO2 enn verandi bilar. Samstundis ljóðar, at forsetin fer at koma við einum uppskoti, sum skal herða kravið um, hvussu langt ein bilur kann koyra upp á liturin. Bæði amerikanskar bilverksmiðjur og juapanska Toyota hava boðað frá, at tær taka undir við tiltøkunum hjá Barrack Obama. - Tað er fantastiskt at hava smáar skúlar, men teir eru dýrur og tí verður neyðugt at umskipa fólkaskúlan, segði Helena Dam á Neystabø, tá ið hon í morgun vitjaði í Sandvíkar skúla Fólkaskúlin Áki Bertholdsen aki@sosialurin.fo ­ Tað kann aldrin verða ábyrgdin hjá børnunum at halda lívið í eini bygd. Tað staðfestir Helena Dam á Neystabø, landsstýr­ iskvinna í mentamálum. Vit fingu eitt lítið orð á hana í skúlanum í Sandvík í morgun, nú hon er farin á rundferð í Suðuroy at vitja skúlar, søvn og annars aðrar stovnar, sum mentamálaráð­ ið hevur ábyrgdina av. Í seinastuni hevur nógv verið um at niðurleggja fleiri av smáu bygdarskúl­ unum, er hendan vitjanin fyrsti liður í tí arbeiðnum? ­ Enn ber ikki til at siga nakað um, hvørjar niður­ støðurnar vera. Børnini onga ábyrgd Men í hesum sambandi sip­ ar landsstýriskvinnan eisini til, at nógv vilja tvíhalda um bygdarskúlan við teirri grundgeving, at verður skúl­ in niðurlagdur, doyr bygdin. Men ta grundgevingina góðtekur landsstýriskvinn­ an ikki. ­ Tað er ongantíð ábyrgdin hjá børnunum at halda lívið í eini bygd, sigur hon. ­ Eina slíka ábyrgd kunnu vit ikki leggja á herðarnar á børnum, leggur hon afturat. Hon staðfestir, at tað hin­ vegin er tað okkara fremsta skylda at tryggja børnini ein so góðan skúlagang sum gjørligt. Samstundis staðfestir hon, at fíggjarliga tilfeingi er rættiliga avmarkað og at tað er ikki væntandi, at fólkaskúlin fær meiri peng­ ar at ráða yvir. ­ Tí verða vit noydd at fáa sum mest burtur úr pengun­ um, vit hava til taks og tað má eg gera mær nakrar metingar um, sigur hon ­ Men fyri ikki at taka óumhugsaðar avgerðir, eri eg farin á hesa rundferðina at síggja skúlan við mínum egnu eygum og at fáa eina meting frá fólkinum á staðn­ um, leggur hon afturat. Fantastiskt - men dýrt Hon ásannar, at tað sjálv­ andi er fantastiskt at kunna hava smáar skúlar, men tað skerst ikki burtur, at tað er øgiliga dýrt. Hon sigur, at tí er onki at ivast í, at fólkaskúlin skal umskipast næstu árini. ­ Hetta skal ikki síggjast sum ein sparing, men sum ein roynd at menna fólka­ skúlan sum best við teimum pengum, vit hava til taks. Eitt eru teir smáu skúlar­ nar, men tað hevur eisini verið tosað um framhalds­ deildina. Vit hava tríggjar framhaldsdeildir í Suðuroy, heldur tú, at tað er hóskandi fyri eitt øki, sum Suðuroy? ­ Tað fái eg ikki gjørt mær nakrar avgjørdar met­ ingar um enn, men tað ljóð­ ar ikki sum um at tað er skilagott at hava ov nógvar smáar eindir. Serliga tá ið vit koma í framhaldsdeildina eiga vit at kunna bjóða næmingunum eitt so stórt útboð av lærugreinum sum gjørligt. Men eru næming­ arnir ov fáir ber tað ikki til, tí tá verður útboðið avmark­ að, sigur Helena Dam á Neystabø. Børnini onga ábyrgd av at skapa lív á bygd Skúlin í Sandvík gerast til Martin Joensen savn Skúlin í Sandvík hevði verið fínur karmur um eitt framtíðar Martin Joensen savn, heldur Helena Dam á Neystabø, landsstýriskvinna í Mentamálum Tað eru helst tey flestu, sum ikki ivast í, at ein so lítil bygdarskúli, sum tann í Sandvík, verður niður­ lagdur í næstu framtíð. Spurningurin er so, hvat húsið skal brúkast til, tá ið skúlin er farin. Á vitjan síni í skúlanum í Sandvík í morgun, fekk Helena Dam á Neystabø eitt ítøkiligt uppskot frá læraranum, Nitu Næs. Og tað er at gera skúl­ an til eitt savn um gitna rithøvundan, Martin Joensen, sum var sand­ víkingur. Tað heldur Helena Dam á Neystabø er eitt frálíkt hugskot. ­ Eg haldi at tað er neyðugt at finna onnur til­ tøk í eini bygd, sum kunnu verða uppbyggj­ andi enn akkurát bara tað at hava ein fólkaskúla. ­ Tað ræður um at finna tann felags sam­ leika, sum ein bygd hev­ ur og at byggja á tað, leggur hon afturat. Hon sigur, at tað er onki at ivast í, at Martin Joensen er ein av okkara allarfremstu skaldum og at hann hevur uppiborið at verði heiðraður við einum savni. Ikki minst kundi tað verið við til at latið eyg­ uni upp á mongum fyri øllum tí, hann hevur skrivað, heldur Helena Dam á Neystabø. -áki- Helena Dam á Neystabø saman við tveimum av teimum trimum børnunum í skúlanum í Sandvík. Sitandi er tað Nita Næs, lærari og børnini eru Mary Sigurheim í fjórða flokki og Rói Spanga Larsen í trija flokki. Triðja skúlabarni, Suni Ári Kruse var ikki í skúla henda dagin Helena á rundferð í Suðuroy Í dag og í morgin er Helena Dam á Neystabø, landsstýriskvinna í menta­ málum, á rundferð í Suð­ uroy at vitja skúlar, bygd­ arsøvn og aðrar stovnar, sum mentamálaráðið hev­ ur ábyrgdina av. Fyrsta stopp var í skúl­ anum í Sandvík tíðliga í morgun, har lærarin og tvey av teimum trimum skúlabørnunum tóku ímóti. Afturvið einum kaffi­ munni fekk landsstýris­ kvinna eina frágreiðing um skúlan og hon fekk eisini høvi til at skifta orð við børnini. Eftir vitjanini í Sand­ vík, gekk leiðin í skúlan í Hvalba og síðani gekk leiðin bygd úr bygd suð­ ureftir. Endamálið við vitjan­ ini er fyrst og fremst at geva landsstýriskvinnuni innlit í, hvussu skúlarnir í Suðuroy eru skipaðir, hvussu teir arbeiða og, hvussu fakligu umstøður­ nar eru. Men endamálið er eisini at fáa eina met­ ing av, hvørjir møguleikar eru at skipa fólkaskúlan í Suðuroy øðrvísi enn hann er í dag. Rói í triðja flokki greiðir Helenu Dam á Neystabø frá um fuglasavnið hja skúlanum í Sandvík