Sosialurinarkiv
Sosialurin 2009-05-19, síða 9
Tak niður PDF av hesari síðu Stórt myndaskrá

týsdagur 19. mai 2009síða 9

‹ fyrra síða allar 32 síður næsta síða ›

Tekstur á síðuni

9 tíðindi Nr. 94 - 19. mai 2009 Bill Clinton sendiboð Fyrrverandi amerikanski forsetin skal virka sum senligur ST- umboðsmaður í Haiti. Ein kelda í ST váttar fyri blaðnum Miami Heral, at Bill Clinton verður formliga tilnevndur í morgin. Tað er ikki av tilvild, at ST hevur valt júst Bill Clinton til hetta starvið, tí hann hevur leingi roynt at fáa umheimin at hjálpa Haiti, sum fór illa av troopiskum ódnum í fjør. Fyri tveimum mánaðum síðani vóru Clinton og ST-aðalskrivarin í Haiti og kunnaðu seg um viðurskiftini, og tá bað Clinton altjóða samfelagið veita hjálp. Í síðsta mánað samtyktu 28 lond og fígginfarstovnar at lata Haiti 324 milliónir dollarar ella 1,8 milliard krónur í hjálp. Heðin D. Poulsen heldur fram sum formaður Nevndin í Ættleiðingarfelagnum hevur havt sín fyrsta nevndarfund og sum fyrsta punkt á skrá var skipan av nevnd. Nevndin skipaði seg og heldur Heðin D. Poulsen fram sum formaður, Barbara Brattaberg er nývaldur skrivari og Anna Magnussen heldur fram sum kassameistari. Umframt áðurnevndu eru Olaf Olsen og Alis Eidesgaard vanligir nevndarlimir. Í Pólandi er ein bólkur av tjaldurs­ fjepparum, sum leggur myndir og dagbók av tjaldurs­ reiðrinun á Hotel Føroyum út á netið Tjaldurs-live Rigmor Dam rigmor@sosialurin.fo Eins og í fjør, hava tey á Hotel Føroyum fingið aftur- meldingar frá fólki, bæði innan- og uttanlands, um lívið í tjaldursreiðrinum, sum verður varpað beinleið- is út á internetið við einum vevmyndatóli. Harímillum er Maria Górz­­ynska, ein polsk kvinna, sum fortelur um, hvussu tey hugna sær við at eygleiða tjaldursparið niðri í Warsz­­awa í Pólandi. Hon fortelur hon, at tey eru ein bólkur av fuglafjepparum, sum hvønn dag sita og hyggja eftir reiðrinum. Hetta gjørdu tey eisini í fjør. Í brævinum takkar hon fyri møguleikan at eygleiða tjaldursparið, og hon heldur tað verða eitt sera gott hug- skot, at seta eitt vevmynda- tól upp. Men, polsku fuglafólkini sakna upplýsingar um tjøldr- ini. Eitt nú spyrja tey, nær fyrsta eggið varð lagt, og nær roknað verður við, at tjøldrini fara avstað aftur, umframt, hvar ungarnir eru gitnir. So møguliga fer onk- ur at skriva upplýsingar um tjøldrini á enskum, so út- lendsku gestirnir eisini kunnu lesa um tey. Hvønn dag seinastu vik- urnar hava pólendingarnir lagt myndir av tjøldrunum út á eina polska heimasíðu, har tey eisini skriva dagbók frá lívinum í reiðrinum. Dagbókin og myndirnar eru at finna á polsku heima- síðuni ”http://bocianyz­­prz­­y- godz­­ic.pun.pl/viewtopic. php?id=405” Polsk tjaldurs­ dagbók Tað er stórur áhugi fyri tjaldursreiðrinum á Hotel Føroyum. Í morgun boðaði hotellið frá, at enn eitt tjaldursreiður er funnið. Tað vóru vaskikonurnar, sum komu fram á eitt nýtt reiður aftan fyri kamar nr. 107. Í tí reiðrinum liggja 3 egg. Mynd: Jens Kristian Vang Umvælingarnar á Landssjúkrahúsinum hava nú havt við sær, at fólk hava sitið úti í fullum almenningi og tikið blóðroyndir. Sera óheppið, sigur Allan Skaalum, sjúkrahússtjóri, sum lovar bata longu í morgin Heilsuverk Rigmor Dam rigmor@sosialurin.fo Meðan flestu okkara næstan høvdu gloymt alt um gomlu forhøllina á Landssjúkra- húsinum, er hon ikki gloymd úti á hospitalsveg- num. Nú umfatandi umvælingar fara fram á sjúkrahúsinum, eru fleiri deildir og tænastur fyribils fluttar aðrastaðni at virka. Hetta er eisini gald- andi fyri ambulatoriið, sum vanliga er í bláa bygning- inum omanfyri vegin. Nú er virksemið har flutt oman í gomlu forhøllina, har kios- kin og telefonvekslarin var. Ein lesari ringdi til okkara í morgun og kærdi sína neyð vegna konuna, sum hevði verið til kanningar í hesu interimistisku loysnini í gomlu forhøllini. - Eg má siga sum er. Konan kendi seg sera ótrygga, tá hon fekk tikið blóðroynd í dag og í gjár. Har tóktist alt at vera púra tilvildarligt, og fólk sótu í fullum almenningi og fingu tikið blóðroyndir, sigur les- arin. Stjórin harmast Allan Skaalum, sjúkrahús- stjóri, visti onki um støðuna í gomlu forhøllini, tá vit ringdu til hansara. Men hann kannaði málið og for- kláraði síðani, at umstøð- urnar á øllum sjúkrahús- inum eru rættiliga fyribils fyri tíðina, og at tað er eitt putlispæl at fáa alt at ganga upp. - Annað rúmið, har blóðroyndirnar skulu takast, varð málað í gjár. Tí var tað ikki mett at vera ráðiligt at bjóða fólki inn, tá málingin ikki var turr enn, sigur Allan Skaalum, men er harmur um, at fólk hava kent seg illa viðfarin á sjúkrahúsinum. Framyvir er ætlanin, at smáu hølini verða brúkt til kanningar og royndir, og at gólvplássið verður bíðirúm hjá fólki. Tó heldur stjórin ikki, at tey kundu gjørt tað nógv øðrvísi á ambulatoriinum. - Eg skilji væl, at onkur hevur kent set illa, tí tað eru ikki øll, sum dáma at verða prikað. Men har eru onnur rúm, so fólkini áttu at verið spurd, so tey kundu sagt frá. Tí er tað forferdiliga óheppið, at fólk skulu upp- livað slíkt, sigur Allan Skaalin, sum tó lovar, at viðurskiftini verða betri í morgin, tá málingin er turr. Taka blóðroyndir í forhøllini Fólk, sum fóru á ambulatoriið at taka blóðroynd í dag, vóru illa vard móti forvitnum eygum. Mynd: Jens Kristian Vang