týsdagur 19. mai 2009síða 10
‹ fyrra síða allar 32 síður næsta síða ›
Tekstur á síðuni
10 tíðindi
Nr. 94 - 19. mai 2009
Rumsfeld vísti til Biblíuna
Fyrrverandi amerikanski verjumálaráðharrin Donald Rumsfeld vísti ofta til Bíbliuna, tá
stjórnin hjá George W. Bush, forseta umrøddi Ísrael og viðurskiftini í Miðeystri. Tað
skrivar tíðarritið GQ, sum eisini veit at siga, at Rumsfeld plagdi at hava myndir av
amerikonskum hermonnum við sær á fund í stjórnini, og at hann ofta skrivaði tekstir til
myndirnar við beinleiðis tilvísing til Bíbliuna. Frá vælvitandi keldum hevur GQ fingið
at vita, at fleiri embætismenn í Bush-stjórnini vóru illa við av Bíbliu-nýtsluni hjá
Rumsfeld, og at teir stúrdu fyri, at almenningurin skuldi fáa frænir av tí. Eitt nú hevði
tað verið óheppið, um tað kom fram, tá fjølmiðlarnir avdúkaðu fangaviðferðina í Abu
Ghreib, skrivar GQ.
LakssiLd
Vilmund Jacobsen
vilmund@sosialurin.fo
Nóta-og trolskipið Finnur
Fríðu hjá Vinnuni í Gøtu
gjørdi fyrr í ár royndir at
veiða eftir lakssild, og í vik-
uni er frágreiðing løgd út á
heimasíðuna hjá Havstovuni
um hesar royndir.
Vit hava hugt í hesa frá-
greiðing,
sum
sjálvsagt
hevur áhuga – ikki minst,
nú svartkjaftakvotan er lítil,
og roynt verður at finna
gongdar leiðir til tess at
fylla upp í mistu svartkjafta-
kvotuni, bæði hjá skipum
og virki, ið veiða og virka
pelagisk fiskasløg.
Smáur fiskur
Sosialurin hevur hugt eitt
sindur at, hvat lakssild er.
Onkur heldur kanska, at
lakssild er tað sama sum
prikkafiskur, men so er
ikki. Lakssild er ikki beint í
ætt við prikkafisk, men liv-
ir nakað sum hesin fiskur.
Vanligt er, at prikkafiskur
gjarna er ovari í sjónum enn
lakssild. Ella taka vit saman
um svartkjaft, sum er nógv
størri fiskur, prikkafisk og
lakssild, so heldur prikka-
fiskurin sær vanliga ovast í
sjónum, síðan kemur svart-
kjafturin og at enda laks-
sildin, sum heldur sær
niðast í sjónum.
Um náttina koma nógv
pelagisk fiskasløg vanliga
upp í sjógvin, og tey kunnu
koma heilt uppundir vatn-
skorpuna.
Lakssild er smáur fiskur,
í mesta lagi 7-8 sentimetrar
til longdar og er kynsbúgvin
longu sum eitt ára gamal.
Fiskurin hevur ikki verið
veiddur vinnuliga um okk-
ara leiðir, men seinastu
mánaðirnar hava íslendsk
skip fingið væl av hesum
fiski í teirra sjógvi. Veiðan
hjá íslendsku skipunum hev-
ur verið um 100 tons um
døgnið, men um náttina
hevur einki verið at fingið.
Á veg aftur av túri um
hálvan februar í ár gjørdi
nóta-og trolskipið Finnur
Fríði tvey hál norður úr
Fugloynni við smámeskað-
um posa og fekk 60 tons av
lakssild. Umborð á skipin-
um mettu teir, at um broyt-
ingar høvdu verið gjørdar
við trolinum, hevði tað rigg-
að betri til veiði eftir laks-
sild. Tá skipið fór útaftur at
fiska, vórðu smærri meskar
settir í trolið, eins og útgerð
var við til at filma og máta
gjøgnumstreym í trolinum.
Best eystanfyri
Fólk vóru nú við frá Hav-
stovuni, eins og trolvirkið
Vónin hevði trolkøn fólk
umborð á Finnu Fríða.
Leitað varð sera víða,
heilt av Fugloyarbanka og
vestur á Reykjanesryggin,
men lítið var at síggja. Fræg-
ast var tó at síggja eystur úr
Fugloynni, og har hevði skip-
ið eisini frægastu veiðina.
Tilsamans hevði Finnur
Fríði fimm hál, trý í ein land-
nyrðing úr Fugloynni, eitt
suður av Føroyabanka og
eitt á Reykjanesrygginum.
Fiskiskapurin var um 100
tons, harav tað mesta varð
fingið í tveimum hálum í
ein landnyrðing úr Fugl-
oynni.
Á túrunum vórðu bæði
undirsjóvarupptøkur
og
streymmátingar gjørdar í
trolinum.
Upptøkurnar
vístu eitt nú, at lakssildin
svimur í ovara parti á bell-
inum, og at gjøgnumstreym-
urin í trolinum er vánaligur,
um netið frammanfyri pos-
an – millumstykkið – er ov
langt og smalt.
Kanningarnar umborð á
Finni Fríði vístu, at laks-
sildin er ovarlaga í trolinum,
og hetta samsvarar væl við
eygleiðingarnar á dekkin-
um. Ofta stóð nógvur fiskur
stungin í yvirnetið, meðan
lítið og einki var stungið í
undirnetið.
Hvussu trolreiðskapurin
annars var samansettur und-
ir hesi veiði, kann lesast
nærri á heimasíðuni hjá
Havstovuni, www.hav.fo
Avmarkað øki
Sum áður nevnt í hesi grein,
leitaði Finnur Fríði rættiliga
víða, men sera lítið var at
síggja, harav leiðin í ein
landnyrðing úr Fugloynni
royndist frægast.
Frægasta royndin var á
170-210 favna dýpi.
Fiskað varð mest um dag-
in, men Finnur Fríði hevði
eisini eitt tóv sunnanfyri
Føroyabanka um náttina.
Havstovan kemur í sínari
frágreiðing eftir, at royndir-
nar hjá bæði íslendingum
og føroyingum vísa, at laks-
sild heldur til í avmarkaðum
økjum, sum eru umleið 15
fjórðingar til víddar.
Síðan íslendingar byrjaðu
at byrjaðu at fiska, hevur
fiskurin flutt seg suðureftir.
Fyrst í mars vóru íslendsku
skipini einar 30 fjórðingar
úr markinum móti altjóða
sjógvi suðureftir. Stutt eftir
góvust tey at fiska, tí fiski-
skapurin minkaði.
Havstovan veit eisini at
siga, at onnur føroysk skip,
eitt nú Fagraberg og Tróndur
í Gøtu, hava eisini leitað
eftir lakssild, harav Fagra-
berg hevði eitt hál á leiðun-
um við Reykjanesryggin,
har teir fingu nakað av laks-
sild.
Royndirnar
hjá
Finni
Fríða tey fimm hálini, sum
skipið hevði, góvu ávikavist
Spennandi roynd
at veiða lakssild í
føroyskum sjógvi
Lakssild er smáur fiskur,
í mesta lagi einar 7-8
sentimetrar til longdar
Mynd: Havstovan
Lakssild fæst í trolið, um hon er til steðar, men royndirnar vísa, at
hetta er ein fiskur, sum ikki kann rekast, men glúpast. Royndir hjá
íslendingum eru, at lakssild verður ávirkað av veðri, har hon spjaðist
í vánaligum líkindum og savnast ikki aftur fyrr enn ein dag eftir, at
veðrið er batnað aftur