Sosialurinarkiv
Sosialurin 2009-05-19, síða 11
Tak niður PDF av hesari síðu Stórt myndaskrá

týsdagur 19. mai 2009síða 11

‹ fyrra síða allar 32 síður næsta síða ›

Tekstur á síðuni

11 tíðindi Nr. 94 - 19. mai 2009 Hálshøgdi Hitler Í Týsklandi hevur ein dómstólur gjørt av, at tann 41 ára ganli fyrrverandi løgreglumaðurin Frank Lachner skal gjalda bót, tí hann høgdi høvdið av einari voksmynd av Adolf Hitler. Tilburðurin var seinasta summar, tá ein umstrídd framsýning lat upp í Berlin. Frank Lascher var ímóti framsýningini, og tað eydnaðist honum at sleppa fram at einari standmynd av Hitler og at kappa høvdið av henni. BBC skrivar úr Berlin, at nú skal Frank Lascher rinda umleið 7.000 krónur í bót fyri gerðina. Í rættinum greiddi hann frá, at hann var í øðini um, at ein standmynd av Hitleri varð sett bara nakrar fáar hundrað metrar frá Holocaust- minnisvarðanum í Berlin. Gróðurtølini fyri plantuæti, sum er grundarlagið undir øllum lívi í havinum, eru rættiliga góð higartil í ár – líka so góð, sum tey vóru undan góðu fiskiárunum, sum komu eftir aldarskiftið Gróður Vilmund Jacobsen vilmund@sosialurin.fo Bæði í fjør og í ár hevur líka sum ligið í “kortun- um”, at niðurgongdin í fiskiskapi eftir eitt nú toski og kanska øðrum fiska- sløgum við fer at venda til framgongd. Árið higartil í ár bendir á, at positiva gongdin á landgrunninum fer at halda fram. Á heimasíðuni hjá Hav- stovuni eru grafar yvir gróðurtøl seinastu árini. Hesi tøl verða uppdaterað regluliga við tað, at støðir eru, sum áhaldandi máta plantuæti á landgrunnin- um. Tølini fyri í ár benda á, at náttúran rættiliga er við okkum aftur. Høg gróður- tøl – ella tøl yvir plantuæti – merkja, at meira lív er í sjónum, og hetta merkir so aftur, at grundarlagið undir øðrum lívi verður skapt. Plantuæti er grundarlag- ið undir ymiskum djóraæti, sum aftur er grundarlagið undir larvum, yngli og tí smáa fiskinum, sum kem- ur undan eftir gýting. Í fjør varð eisini meira nebbasild staðfest í før- oyskum sjógvi enn í nógv undanfarin ár, og nebba- sildin er ikki minst føði hjá toski og fugli. Kurvan “brotnaði” Í byrjanini av seinasta ári vóru gróðurtølini eisini góð, men tá ið summarið nærkaðist, “knekkaði” kurvan nakað, og gróðurin gjørdist minni. Tá kurvan brotnar, missir landgrunn- urin nakað av tí framleiðslu í sjónum, sum annars var í gongd. Tølini yvir árið í ár vísa, at gróðurin á landgrunn- inum higartil er munandi betri enn í fjør. Hvussu gýtingin hevur vignast, er trupult at siga nakað um enn, men nærri greiða fæst á hesum, tá yng- ulkanningar verða gjørdar nakað eftir hálvan juni. Tá fer Havstovan eisini at gera ætikanningar, og tá fæst líka sum eitt boð aftr- at upp á, hvussu støðan á landgrunninum við æti og gýting í veruleikanum er. Á Havstovuni siga tey, at um tey útlit halda, sum í løtuni eru fyri gróðuri á landgrunninum, verða gróðurtølini í ár líka so góð sum í ár 2000, sum aftur legði grundarlagið undir góðu fiskiveiðina árini eftir. Gróðurtølini higartil í ár kunnu metast við tey bestu, og mangt bendir á, at okkurt er í væntu hjá skipum og bátum Mynd: Karstin Vang Høg gróðurtøl geva vónir um betri veiði Nøkur føroysk skip hava roynt eftir lakssild, og millum hesi hevur Finnur Fríði havt fólk hjá Havstovuni og trolvirkinum Vónini Mynd: Vilmund Jacobsen 5, 40, 60, 5 og 3 tons. Í tí triðja hálinum í ein landnyrðing úr Fugloynni var ov nógv hjáveiða av upsa, og tí varð gjørt av at leita víðari. Í hálinum, sum skipið hevði sunnanfyri Føroya- banka, fekk Finnur Fríði 5 tons av fleiri ymiskum sløg- um av fiski, tó mest av svart- kjafti. Í hálinum, sum skipið hevði á Reykjanesrygginum, vóru 3 tons, bert lakssild. Havstovan staðfesti eisini, at lakssildin, sum fekst í hesum háli, var nógv smærri enn í hinum hálunum á túrinum. Av teimum fimm hálun- um var at kalla eingin hjá- veiða í fýra hálum. Tá Finnur Fríði noyddist at rýma, tí tað eina hálið í ein landnyrðing úr Fugloynni hevði so nógva hjáveiði av upsa, vórðu magar í 20 ups- um kannaðir. Tað vísti seg, at magnarnir í stóru upsunum vóru fullir av lakssild, meðan smærru upsarnir høvdu etið lakssild og hvítingsbróður. Niðurstøða Í síni niðurstøðu um roynd- arveiðina eftir lakssild, sigur Havstovan, at lakssild kemur í trolið, um hon er til steðar. Lagt verður aftrat, at hetta er ein fiskur, sum ikki kann rekast, men glúpast, sum tik- ið verður til í frágreiðingini. Royndirnar hjá íslending- um eru, at lakssild verður ávirkað av veðri, har hon spjaðist í vánaligum líkind- um og savnast ikki aftur fyrr enn ein dag eftir, at veðrið er batnað aftur. Spennandi verður, um lønandi veiða kann fáast burtur úr havssild Mynd: Havstovan