Sosialurinarkiv
Sosialurin 2009-05-19, síða 12
Tak niður PDF av hesari síðu Stórt myndaskrá

týsdagur 19. mai 2009síða 12

‹ fyrra síða allar 32 síður næsta síða ›

Tekstur á síðuni

12 tíðindi Nr. 94 - 19. mai 2009 Hvørjar royndir hevur danski olju­ høvuðs staðurin, Es bjerg gjørt sær eftir at oljan tók yvir sum høvuðsvinna eftir fiskivinnuna! Og kunnu føroyingar læra av hesum. Hetta er ein av spurn ing­ un um, sum verð­ ur viðgjørdur á Oljuráðstevnuni á Hotel Hafnia miku­ dagin. Morten Hahn Peder sen, sum hevur fylgt oljutilgongdini í Esbjerg fer at greiða frá. Eftir hetta fara Árni Olafsson og Petur Joensen at tosa um føroysku til­ gongd ina. Olja Jan Müller jan@sosialurin.fo Tað, sum helst hevur størsta áhugan millum føroyingar í løtuni, tá vit tosa um olju­ leiting, er komandi boringin á Anne Marie leiðini á land­ grunninum. Hetta er sjeyndi brunnurin um okkara leiðir, sum eftir ætlan skuldi borast í summar. Nú er tó av gjørt at flyta boringina til tíð l iga næsta ár, tí bori­ pallurin er ikki klárur. Hóast hetta so verður kort­ ini sett fokus á nettupp hesa risa stóru verkætlan á kom­ an di oljuráðstevnuni. Har fer ein av oddamonnunum fyri leiting um okkara leiðir, Gian piero Miglio frá ENI at greiða frá bori verk æt lan­ ini. Eisini oljuleiting og fram­ leiðsla vestan fyri Hetland hevur okkara stóra áhuga, nú fleiri av oljufundunum har liggja tætt upp at før­ oyska markinum. Gongdin har kann fáa stóran týdning fyri framtíðar oljuvirksemi á okkara landgrunni. Til tess at lýsa hetta spennandi olju­ og gassøkið fer DONG at senda ein av sínum frems tu serfrøðingum til olju ráð stevnuna. Hann eitur Simon Slater. Í skránni verður so farið eitt stig víðari eystureftir, móti danska olju høvuðs­ stað num Esbjerg. Undir heiti num ”Esbjerg fyri og eftir oljuna” fer kendi es berg en sarin Morten Hahn­Pedersen, sum er pro fess ari og hevur skrivað nógv um Esbjerg og oljuna, at greiða frá gongdini har. Hann fer eisini at tríva í kol vetnistilgongdina í Dan­ mark sum heild. Eftir henda fyrilesturin verð ur so farið aftur til Før­ oya og spurningurin um, hvørj ar avleiðingar eitt før­ oyskt oljufund fer at hava á samfelagið og um vit longu nú eiga at taka upp kjak um hetta, verður settur Árna Olafs son, fyrrverandi for­ man ni í Olju ráð legg ing ar­ nevnd ini og Petur Joensen, stjóra á Jarðfeingi. Eisini fara teir at meta um olju til­ gongdina higartil og hvørjar vónirnar eru til framtíðina. Seinast á skránni fer Martin Heinesen, ver k æt lan­ ar leiðari at tosa um land­ grunns markið uttan fyri 200 fjórðingar. Tað eru Oljuvinnufelagið/ Vinnu húsið, Oljutingið og Miðlahúsið, sum hava tikið stig til oljuráðstevnuna, sum verður á Hotel Haf nia. Enn er møguleiki at tekna seg til oljurástevnuna á www. industry.fo Morten Hahn-Pedersen, professari verður ein av gestafyrilesarunum á oljuráðstevnuni í Havn 20. mai. Hann fer at tosa um Esbjerg, áðrenn og eftir at oljan gjørdi innrás. DONG skal spara Fíggjarkreppan noyðir nú ta stóru, almennu donsku orkufyritøkuna DONG at spara, og tað kann fáa avleiðingar fyri starvsfólkið. Leiðslan í Dong sigur, at hon hevur gjørt av at skarva 350 milliónir krónur av útreiðslunum í ár og uppaftur meiri næsta ár. Anders Eldrup, stjóri í DONG, sigur við TV2, skerjingin kann fara at kosta arbeiðspláss. Hann vísir á, at vinningurin hjá fyritøkuni var góðar 700 milliónir krónur í fyrsta ársfjórðingi, og at tað var munandi minni enn í sama ársfjórðingi í fjør, hóast umsetningurin var størri í ár. Hvat kann Esbjerg læra Føroyar um oljutilgongd!