Sosialurinarkiv
Sosialurin 2009-05-19, síða 15
Tak niður PDF av hesari síðu Stórt myndaskrá

týsdagur 19. mai 2009síða 15

‹ fyrra síða allar 32 síður næsta síða ›

Tekstur á síðuni

Nr. 94 - 19. mai 2009 15 viðmerkingar Tit, ið skíra onnur at vera talibanar og fundamenta­ listar eru tað sjálvi í tykk­ ara fremjan av egnum áhugamálum. »Tað man kallar onnur, er man sum oftast sjálvur«. Tá tú peikar eftir øðrum, peika minst tríggir fingrar eftir tær sjálvari. Føroyska málið hevur í øldir havt trý kyn: kallkyn, kvennkyn og hvørkikyn, men síðstu árini hevur eitt miðvíst arbeiði verið gjørt, fyri at trýsta eitt kyn aftur­ at ­ samkyn ella samkynd ­ inn í føroyska málið. Jú sanniliga, tíðirnar skifta. Tað, sum okkara háttvirda orðabók ,,Føroysk – Donsk”, kallar hetta, er nú vorðið niðrandi tala – hvør er myndugleikin? Hví kunnu tit ikki, sum fólk flest, hava tykkara sexualitet/kynslív innan­ veggja, heldur enn altíð at blanda samfelagið uppí. Góða Beinta, hóast eg ikki kenni teg, so ynski eg tær bara alt tað besta og blíðan byr á lívsleiðini – hóast hetta. Generelt um Talibanar Vit standa í einum mentun­ arbardaga, har sterkar kreftir royna at skeikla okkara lóg­ arverk og samfelagsbygnað. Tað er so skjótt hjá einum samfelag at reka av kós. Feskasta dømið um hetta er Noreg og tað syndarliga svansið, ið gongur fyri seg á etiska økinum har. Tað eigur at geva okkum føroyingum nakað at hugsa um og at verða á varðhaldi. Við málinum um 266b í bakspeglinum, vita vit, hvussu Talibanar arbeiða. Meira enn eitt ár áðrenn málið varð endaliga reist í løgtinginum, byrjaði propa­ gandaðin. Gerandisdagurin varð merktur av dagligari og kritikleysari atgongd í fjølmiðlunum – hetta, serliga í útvarpinum, har undangongufólkini týðu­ liga hava kontaktir á røtt­ um stað. Alt bleiv gjørt fyri at ávirka fólkameiningina. Síðani fingu teir løgregl­ una at sláa eitt slag fyri sak­ ini, og sum rosinan í pylsu­ endanum, vórðu føroyingar hóttir við at »Landsforen­ ingen for Bøsser og Lesbiske« fóru undir boykott­kampagnu móti Føroyum; og so bar til. Veikir politikarir hoykn­ aðu, og talibanarnir vunnu fyrstu stigini. Men tit sum halda, at nú valdar friður, mugu trúgva umaftur. Minnist til, næstu ferð hóttanirnar koma, at tað er ikki so langtsíðani at felags­ skapurin at: »Landsforen­ ingen for Bøsser, Lesbiske og pædofile«, so tað sigur alt um, hvørja virðing hesi feløg hava uppiborið. Teir politikarar, sum dagliga rópa upp ímóti danskari uppíblandan í føroysk viðurskifti, eru merkiliga kúrrir, tá tað koma slíkar hóttanir úr Danmark – hví? – man tað passa inn í teirra kram? Politikkur er vald. Tali­ banarnir vilja fegnir taka valdið – skulu vit bara hyggja at? Tað er ein stórsigur fyri partarnar á arbeismarkn­ aðinum, at løgtingið sam­ tykti broytingarnar í ALS skipanini, sum stýrið mælti til. Hesar broytingar hava við sær, at útgjaldið hækk­ ar upp í 20.000 kr, at sjó­ menn verða ein partur av skipanini og ikki minst, at fiskavirkisskipanin verður munandi broytt til tað betra. Hetta eru stórir batar, ið øll eiga at fegnast um. Ein onnur broyting er, at hámark er sett fyri, hvussu nógv ein skal gjalda inn í skipanina. Hetta merkir, at ein ikki skal gjalda av tí partinum av inntøkuni, ið er oman fyri 650.000 kr. Sambært toll og skatt eru tað áleið 762 fólk, ið hava eina inntøku oman fyri 650.000 kr. Andstøðan fokuseraði mestsum bara upp á hesa broytingina, og vildu hava løgtingið at samtykkja, at onki hámark skuldi verða fyri inngjald­ ið. Hetta tóku vit ikki undir við. Orsøkin er tann ein­ falda, at ALS er ein trygg­ ingarskipan, og tí má tað vera eitt lutfall ímillum, hvussu nógv ein skal gjalda inn í skipanina og hvussu nógv ein fær útaft­ ur. Hartil kemur, at vit halda tað vera burturvið, um løgtingið ikki virðir semjurnar sum partarnir á arbeiðsmarknaðinum gera. Ongan skattalætta Tað kann ljóða løgi, at teir breiðastu herðarnir á henda hátt í veruleikanum fáa ein skattalætta. At geva skatta­ lætta til tær hægstu inntøk­ urnar í hesum tíðum, held­ ur Javnaðarflokkurin ikki vera rætt. Samgonguskjalið hevur ongar ásetingar um at gevast skulu skattalættar. Men skattapolitikkur skal ikki førast gjøgnum ALS skipanina, tað ger man við at broyta skatta­ lógina. Tað gagnar ikki vanliga løntakaranum, at ALS uppsamlar meira pening í hesum tíðum. Skipanin hevur eina egin­ ogn á 700 mió, og tí er skipanin fíggjarliga sterk. Tað rætta er tí at tillaga skattaskipanina so at pen­ ingurin kemur í landskass­ an og hann tann vegin kann verða við til at fíggja okkara vælferðarskipannir. Samgongan arbeiðir við einum fíggjarpakka, og tað er ein sjálvfylgja fyri Javn­ aðarflokkin, at tillagingar verða gjørdar í skattastigan­ um, so teir breiðastu herð­ arnir framvegis bera sama part sum innan broytingina í ALS skipanini. Beinta Løve Jacobsen og aðrir Talibanar Egin Markná Skattalætti nei takk løgtingskvinna fyri Javnaðarflokkin Eyðgunn SaMuElSEn Vit hava ikki ráð til tað ábyrgdarloysið og ta und­ irgraving av fólkaræði, ið sitandi landsstýrissam­ gonga stendur fyri. Rokningin og upptakið verða øgilig – og komandi ættarlið skulu svíða fyri fáfongdina og sjálvsøknið hjá einstøku flokkunum og politikarunum Tað er ilt at finna orð fyri tí, ið hevur gingið fyri seg á tingi seinastu vikurnar, áðrenn tingið fór til hús. Hugsi neyvan, at nakar er greiður um tað. Tí í bløð­ um og fjølmiðlum sæst onki um, hvat gongur fyri seg, hóast Útvarpið hevur roynt at lýst summi mál. Ístaðin hoyra vit Edmund Joensen, sum í seinastu viku saman við samgong­ uni atkvøddi fyri at víkja frá øllum tíðarfreistum, so at tingið skuldi skrumbla alt ígjøgnum og fara til hús, biðja tingið koma saman aftur (!). Soleiðis endurtaka samgongufólk støðugt andstøðunnar mótmæli, men standa ikki við tey, tá atkvøðast skal. Støðan í føroyskum stjórnmálum kann lýsast soleiðis: Onki átak frá landsstýrinum Ein landsstýrissamgonga, sum undanfarnu 4 árini slepti allari búskaparligari stýring og politiskari kós, hevur nú í 9 mánaðir ikki tikið eitt einasta stig til tess at ásanna sína ábyrgd og at leggja á annan bógv. Fíggjarlógarhallið verður nú mett til 720 milliónir krónur. Fyrsta mánaðin CHE­samgongan sat, framdi hon eina røð av broytingum soleiðis, at partar av skattalættunum vórðu tiknir burtur aftur og avgjøld vórðu hækkað, sum minkaðu hallið hjá landskassanum 100 milliónir. Fíggjarnevndin og Løgtingið minkaðu aðrar 100 milliónir av hallinum í desember í fjør. Vórðu hesi átøk ikki gjørd, var hallið komið upp á knappa milliard – og landsstýrið hevur enn ikki gjørt eitt einasta uppskot ella tikið nakað stig búskaparliga og fíggjarliga. Kortini hevur landsstýrið lagt stóran dent á, at øll uppskot frá andstøðuflokk­ unum um fíggjarlig og búskaparlig átøk skulu fellast – og tey hava ikki skortað. Seinasta dagin varð enntá uppskotið hjá andstøðuni um at gera eina 10­ára íløguætlan, felt. Kaj Leo Johannesen, kravdi í desember 2007, at val varð útskrivað, tí Sambandsflokkurin kundi ikki liva við teimum risaíløgum, sum spolaðu upp í einum valrúsi. Hetta var áðrenn altjóða fíggjar­ og búskaparkreppan yvirhøvur var byrjað. Nú er hann løgmaður í eini samgongu, sum hevur samtykt uppaftur størri íløgur enn tær, sum vóru á borðinum í 2007. Bert tey veikastu skulu gjalda Tær einastu fíggjarligu broytingarnar, hetta lands­ stýrið hevur lagt fram, leggja eftir teimum allar­ veikastu samfelagsbólk­ unum við smáum upp­ hæddum, ið onki muna á landskassaroknskapinum, men raka samfelagsbólk­ arnar meint: · Pensjónistar ið bert hava fólkapensjón. · Einkjur og einkjubørn. · Familjur hjá børnum, ið bera brek. · Lesandi. · Tímalønt Teir samfelagsbólkar, ið sjálvandi mugu bera eina størri byrðu nú og sum fingu mestu skattalættarnar, hava higartil onki goldið – og ríkasti bólkur hevur enntá fingið ein eyka skatta­ lætta gjøgnum ALS­gjaldið. Brot á allar mannagongdir Men hvat hevur so tingið havt á borðinum hesar vikur, har alt skuldi skund­ ast ígjøgnum uttanfyri allar tíðarfreistir? Ja, millum annað eru 23 uppskot løgd fram frá landsstýrinum, 6 vikur aftaná seinastu tíðarfreist. Tað er ongantíð hent áður í føroyskari tingsøgu. Harí­ millum eru stórar og av­ gerandi broytingar gjørdar í lógini um vinnuligan fiskiskap, í alilógini og í matrikullógini, sum eftir mínum tykki fara at flyta stóra virðir frá felags ogn til einstakar bólkar – og uppskotini hava onga líkinda viðgerð fingið. Í onkrum av hesum málum, vórðu avgerandi broytingar gjørdar í upp­ skotunum náttina fyri, at tey skuldu samtykkjast við 3. viðgerð. Og í einum máli, mælti tann myndug­ leikin, sum skal umsita lógina og hevur allan serkunnleikan, staðiliga frá at samtykkja lógina. Danska revsilógin varð sett í gildi fyri Føroyar við øllum teimum høgravendu og populistisku broyting­ unum, sum Dansk Folke­ parti hevur kravt í Dan­ mark, men sum tey flestu eru samd um, hava verið til ógagns fyri rættartrygdina og fyri at fyribyrgja brots­ verk og harðskap. Einasta, sum samgongan samdist um at taka burtur, vóru mannarættindaverjur fyri fólk við ymsum kynsligum tilhalli. Ikki bert viðvíkj­ andi happing, háðan og spotti, sum 266b ásetur. Samgongan tók eisini burturúr revsilógini fleiri aðrar greinar ið áseta, at um harðskapur verður framdur orsakað av kynslig­ um tilhalli, so skal tað revsast hart. Ófatiligt, at Javnaðarflokkurin kann liva við tí. Harafturat kom fram seinastu dagarnar í tingin­ um, at landsstýrið hevur borið 52 mál í tingið, sum ikki eru løgfrøðisliga eftir­ kannað. Hetta er ongantíð komið fyri áður, hóast okkurt landsstýrisfólk hevur sagt tað í fjølmiðlun­ um. Áður hevur tað verið so, at eitt mál sleppur als ikki í tingið uttan at tað er løgfrøðisliga eftirkannað á lógardeildini í Tinganesi. Og í øllum hesum ruðul­ leika og ábyrgdarloysi, varð seinasta dagin í tinginum enn einaferð uppskot felt frá andstøðuni um at játta eina millión afturat til Fróðskaparsetrið, so næm­ ingar kunnu takast inn á søgu­ og samfelagsdeildina. Skapa tað mistreystið, ið teir skulu liva av Alt er bert eitt tilvildarligt valdsspæl millum flokkar og einstakar politikarar, har tann sterkasti og tann frekasti vinnur. Og tingið kundi fyri tað, als ikki verið til. Enn sum áður, er úrslitið av hesum ábyrgdarloysi, at rokningin og upptakið verða send til onnur og til komandi ættarlið – og at álitið á okkum sjálvi sum fólk og á fólkaræðið verður miðvíst máað burtur. Tíverri tykist tað, sum teir flokkar, ið standa fyri hesum, rokna við at fáa gagn burturúr tí mistreysti, teir sjálvir skapa. Tí, um vit ikki hava álit á okkum sjálvum og ikki megna at stýra okkara búskapi og gera tryggar sosialar skipanir, so hava sam­ bandsflokkarnir prógvað sín boðskap. Og tað er fyri mær ongin ivi um, at ongin kann virka so ábyrgdar­ leyst, sum sitandi sam­ gonguflokkar gera, uttan so at teir eru vísir í, at Danmark nokk skal bjarga teimum burturúr sínum egnu gerðum, tá teir aftur hava blakað alt fyri borð. Ímeðan fara vit nú inn í eitt summar, har tað ikki fer at skorta við tíðinda­ skrivum frá landsstýris­ fólkum, har tey fara at royna at profilera seg á ymsan hátt við leysum ætlanum, og sum tey rokna við fara at verða lisin ókritiskt upp í fjølmiðlunum Men sig hvat ger tingið... Høgni Hoydal