týsdagur 19. mai 2009síða 16
‹ fyrra síða allar 32 síður næsta síða ›
Tekstur á síðuni
16
Nr. 94 - 19. mai 2009
viðmerkingar
Sektarkenda »kjakið«
um veðurlagsbroytngar
og fylgjandi alheims
upphiting hevur barasta
einki við umvhørvisvernd
at gera, men er ein
politisk rørsla
»Alheimsupphiting er ein
størri hóttan ímóti manna
ættini enn yvirgangur«,
sigur Arnie Schwarze
negger. »Um aldarskiftið
fer Antarktis at vera einasti
staður á klótuni, ið er
búgvandi í«, sigur John
Holdren, vísindaráðgevi
hjá vingulskøltinum
Barack Obama.
Aðrir »veðurlagsserfrøð
ingar«, líka frá Boga
Hansen til Lisu Simpson,
darra av spenningi eftir at
sleppa uppí hatta spælið,
har tú kappast um at præ
dika fyri okkum syndar
fullu forbrúkarum, hvussu
nógv heimshøvini fara at
hækka.
Tað átti ikki at komið
óvart á okkum, men kortini
rívur tað eitt sindur í
eyguni at frætta, tá ið so Al
Gore í 2005—tað árið,
hann segði, at heimshøvini
fóru at hækka við 6 metr
um—keypti sær eina eig
araíbúð verd 30 milliónir
krónir í St. Regis Tower í
San Francisco, ið liggur
nakrar elafáar metrar frá
Fisherman’s Wharf... ið er
við sjógvin. Men kortini
ikki, tí tað er jú tað, eg
altíð havi hevdað: at annað
hvørt er hasin gudurin hjá
tofuetandi vinstravonginum
eitt stórt feitt bluff ella ein
pengaspælandi spekulantur
av eini aðrari og minni
syndugari verð!
Hinvegin hevda uppaftur
aðrir »veðurlagsserfrøð
ingar«, at vaksandi hitastig
bera við sær eina útbreiðslu
av malaria, men eisini, og
tað samstundis, leiða Golf
streymin burtur og hervið
gera Selatrað eins kalt sum
frystilandið Siberia.
Vit kenna jú hatta er
gamla knepið hjá tyrannum
at fáa meiniga mannin at
gera akkurát tað, teir vilja:
at ræða lívið úr honum!
Maximilien Robespierre
skilti hetta so avbera væl.
»La patrie est en danger«
geylaði Robespierre,
áðrenn hann avgreiddi
ósek í túsundatali til hasa
grimmu falløksina. Nú,
217 ár seinni, ljóðar geylan
in: »Verðin er í vanda«!
Men so má eisini vera
ein haturfuglur, ein synda
bukkur. Fyri Hitler vóru
tað jødarnir. Fyri óseriøsa
Amnesty er tað Amerika.
Fyri sjálvavnoktandi
íslendingar kapitalisman.
Fyri veðurlagsbroytingar
og tess apokalyptisku
spádómar er tað tann
gýrigi forbrúkarin; eigarnir
av bensinslúkandi bilum og
snarbátum, børsspekulantar
og bankastjórar. Ella, og
meir víðfatandi, tað er eitt
samfelag við yvirflóð, ið
brúkar meir enn sín part av
steinrunnu orkukeldunum,
og sum við einum nýupp
funnum slag av kolonial
istiskari eyðræning, har
heimsins fátøku eru við
sviðusoð, vísir óblandaða
líkasælu fyri komandi
ættarliðum.
Tó, tá ið tað kemur til
hasar liðugtseymaðu
broytingarnar innan
veðurlagið, er skulde
tingarspælið uppaftur
meiri sniðfundigt enn tað
hjá nasistunum; tí sjálvt
um nøkur verða lastað
meir enn onnur, fatar hetta
moralskt ætlaða misbrot á
eina verð í totalari
afturgongd um okkum øll.
»Vit hava sæð fíggind
an«, siga hesir tofuetandi
umhvørvisflipparir, »og tað
er tú«. Hin veruliga grund
in aftanfyri boðskapin um
alheimsupphiting, umframt
at, við hamar og segl, aftur
at kunna hátíðarhalda
týningina av hundraðtals
milliónum av menniskjum
í Sovjettsamveldinum,
rennur aftur á slóðina hjá
forfjónaða Malthus.
Hon er, at tað eru ov
nógv fólk til, og hetta er
meiri, enn Móðir Jørð
megnar. Tann gamli, men
eisini alt ov sjónski mátin
er at sleppa sær av við fólk
sum best ber til – hvat
gudarnir hjá Jóanes Niel
sen og Boga Hansen so
eisini kláraðu væl betri enn
Hitler og kompaní. Men
tann nýggi mátin at
manipulera fólk at fækkast,
er at noyða ógvusliga
skuldarkenslu á tey.
Alt hetta merkir, siga træ
klemmararnir, at tað ikki
eru stundir til eitt kjak um
tað, ið kann sigast fyri og
ímóti. Hvørt sekund er
dýrabart. Vit hava barasta
ikki ráð at spilla tíðina
burtur, og so slettis ikki tíð
til at meta um próvtilfarið.
Tað, okkum tørvar, vilja
vanlukkuprofetarnir vera
við, er eina víðgongda
státsuppílegging til tess at
tálma nýtsluni og soleiðis
revsa modernaða borgaran
reivaðan í materialistiskari
yvirflóð.
Men vit hava tíð; tað er
bara tað, at sleppa vit fyrst
at gagnmeta prógvini fyri
mannaelvdari veðurlags
broyting, kollapsar anti
kapitalistiska prosjektið.
Prógvini tola rætt og slætt
ikki eftirkannan, og tí er
tað, at politisku forrennarar
nir, ið vilja fólkaræði og
frælsi til lívs, hava so
øtiligan skund.
Og tað er bert státurin,
sjálvandi, ið hevur handa
moralska myndugleikan at
bjarga planetini. Bert
okkara valdsharrar hava
nous’ið, ið skal til fyri at
temja hasa gátuføru
alheimsupphitingina. Slíkt
inntriv burdi havt við sær,
at Bogi Hansen, um hann
nú veruliga trýr sínum
humbukki um hvussu
veðurlagsbroytingar er
atvoldin til alt frá kolandi
stormum til metsøluna av
angribollum, fer at flyta til
Havnar og soleiðis halda
uppat við at fisa aftur og
fram úr Velbastað og
høvuðsstaðin og skunda
undir hansara óheimilaðu
reyðu hóttan um hvussu
mannaættin antin fer at
smelta ella frysta í hel.
Eg havi aldri skilt,
hvussu nakar yvirhøvur
kann taka henda dupult
moralska og sjálvrættvísa
forbrúkshatara í størri
álvara enn hatta akkers
fólkið av eini honveru hjá
norðurkoreanska kring
varpinum. Jú, føroyskir
fjølmiðlar eru illa skúlaðir
og eins áhugaverdir sum
eitt deytt lamb, men tað
krevur altso ikki ravnaflog
at koma fram til henda so
eyðskilda, men tó rámandi
spurning: um vanlukuøsar
in av Velbastað nú veruliga
trýr sínum egna dómadags
tosi, hví selur hann tá ikki
húsini á Velbastað og
samtíðis opinskárað frá
boðar, at hann stuðlar
alheimsligari kjarnorku?
Hesin havstreymsfrøð
ingur hevur annars malið í
klingur um hvussu hvør
einstakur kann gera mun. Á
so? Skift tá bústað, maður!
Um ikki annað, tá vegna
signalvirðið... sovorðið sum
at vera ein fyrimynd. Og
hvat kjarnorkuni viðvíkur,
tá er hon CO2frí.
Men sjávandi fer hann
ikki tað (og tað fara okkara
almennu varðhundar held
ur ikki). Eins og kammer
átur Nielsen við sínum
óførleika at koma víðari og
gloyma »góðar, gamlar
dagar« við massamordara
Stalin, har tú bleivst biðin
um at halda kjaft og nikka
ella píndur og skotin, hatar
Bogi nevniliga kapital
istiska vælferð og liberalt
fólkaræði við talufrælsi og
fylgjandi óangist fyri
myndugleikum so nógv, at
hann hevði selt familjuna
til trælkan heldur enn at
góðtikið kommunistiska
ósigurin.
Men, sært tú, inntil
onkur dittar sær at avdúka
og avmarka Boga Hansen
til hvat hann í grundini er,
eitt bygdasligt ferðsluljós –
ov grønur at viðurkenna, at
hann í veruleikanum er
reyður, tí gulur—fer hann
framhaldandi at vera ein
dýr og ódemokratisk plága
fyri Føroyar.
Henda sjálvrættvísa at
gonga hjá grønu guruunum
er kanska best krystalliser
að av Al Goresa fremsta
lærusveini, professari
Stephen Schneider. Hann
segði: »To capture the
public imagination we have
to make simplified
dramatic statements, make
little mention af any doubts
one might have, each of us
has to decide the right
balance between being
effective and being honest«
R. Bate og J. Morris 1994,
»Global Warming Apoca
lypse or Hot Air?«, Institute
of Economic Affairs).
Sitatið sigur nokkso
nógv, tí hetta kundi eins
væl verið innvortis reto
rikkur hjá eini kryptiskari
sekt við sínum barnsliga
og ræðandi trúarsetningi,
ið hevur tað fyri at fara
spákingartúr við sann
leikanum.
So sjálvt at lúgva er OK,
bara tað tænir einum góð
um endamáli. Eins og und
ir kommunismuni, har av
gerandi hugtøk sosum skil
vísi, rationalitetur og víðop
ið kjak vórðu avhøvdað,
snýr tað seg í dag um at
svínabinda sínar borgarar. Í
hesari stillstøðu hevur tað
eydnast sosialistiskum
ófrættaboðarum at billa
stjórnarleiðarar og teirra
undirsáttum inn, at vit upp
liva veðurlagsbroytingar
sum úrslit av upphiting av
klótuni, sjálvt um eingin
upphiting hevur verið.
Nei, eg sigi ikki, at javn
aðarmaðurin Jens Stolten
berg, og slettis ikki Lars
Løkke Rasmussen og
Angela Merkel, bæði
liberalir Kyotostuðlandi
stjórnarleiðarir, ella hinir
grønligu kloddarnir al
goystir eftir at verða rokn
aðir sum veraldarfrægir
frelsarir av sínum forkel
aða veljaraskara, øll eru
ekstremistar.
Tó hava tey og tað, ið
eftir er av metropolsku
elituni í hóslag við nýríka
stjóraklassan, ið stýrir
vesturlendsku fólkaræðini,
ikki ráð til ikki at geva sær
far um hin øgiliga høgleika
at brúka »veðurlagsbroyt
ingar« sum undanførsla
fyri tamarhaldsleysa skatt
ing, einsrættaða tíðinda
viðgerð og økt státsvald alt
meðan tey látast at vera
bjargingarfólk manna
heimsins.
Eitt primadømi um hetta,
tó uttan at vera nakar
merkisverdur »spælari«, er
fariseiska Annika Bolton
Mortensen og hennara
høpisleysu reyðgrønu Ctrl
Esendingar, har hon heilt
framhaldsskúlakent prædi
kar um Boga Hansensa illa
skikkaðu og fullvegis
politiskt orienteraðu spá
dómar um ætlandi veður
lagsbroytingar og tess villu
avleiðingar. Samlaða
royndin hvønn hósmorgun
at noyða fólkið at reka ein
meiri puritanskan lívsstíl
og soleiðis, eins og hon,
forbrúka minni, er veruliga
eitt ónt upplivilisi. Hetta er
sum at eygleiða smálomb
hoppa av einum bergi í ein
knappan tíma.
Tað, at vera ógvusliga
ivandi um veðurlagsbroyt
ingar ger teg ikki til ein
góðan vísindamann; og at
prædika vegna hesum
opinberiligu broytingum til
dómadagsluðrarnir ljóða,
ger teg heldur ikki per se
til ein vánaligan vísinda
mann. Bróðurparturin av
atmosferiskum vísinda
fólki, ið av sonnum hava
virðing uppiborna, góð
kenna faktiskt veðurlags
broytingar.
Kortini, kjarnin í málin
um, tað altavgerandi, er at
ísakalda og sannleikasøkj
andi vísindin, ið hesi vís
indafólk fáast við, og sum
vitonnur eiga at virða og
seta framum jólamenn og
ósjónlig fólk, hevur einki
við veðurlagsbroytingar at
gera. At góðkenna veður
lagsbroytingar ger bara
teirra lív so ómetaliga
nógv lættari.
Kerry Emanuel, til
dømis, fekk lutfalsliga lítla
viðurkenning inntil hann
skeyt upp, at kolandi
stormar kanska fara at
gerast ógvusligari í eini
heitari verð. Hann varð
yvirfloymdur við fakligari
viðurkenning.
Sum fakmaður ivast ein
annar veruligur veðurlags
serfrøðingur, Carl Wunsch,
í álvara um mestsum allar
ófrættaboðandi hevdanir
um hækkandi heimshøv,
hitalagið í havinum og
havmyndlan, men syrgir tó
við ágrýtni fyri ikki at geva
seg í part við ivafólkini—
alt annað hevði jú verið
fakligt sjálvmord.
Tað mest áhugaverda,
eisini kendasta dømið er
Wally Broecker, hvørs
arbeiði týðiligt vísir, at
brádligar veðurlagsbroyt
ingar henda uttan menn
iskjaliga ávirkan. Kortini,
so undarligt tað enn ljóðar,
bankar hann prædikuna hjá
Al Gore um mannaelvdar
veðurlagsbroytingar og
dómadagskendu avleið
ingarnar inn í høvdið á
fjølmiðlum og stjórnar
leiðarum—og verður hann
sjálvsagt dyggiliga løntur
fyri at gera tað.
Hinvegin, ein maður sum
Bogi Hansen, «okkara egni
Bogi Hansen«, er vísinda
fólk tilhoyrandi náttúru
vísindina, men hann er ikki
veðurlagsserfrøðingur. Tað
er bara nakað, hann sjálvur
heldur, at hann er. Hann er
bert serfrøðingur í hav
streymum, staðbundnum
havstreymum.
Annars, fyri ein væl
størri part av vísindafólki
er støðan tíverri hon, at
tað, at tey kunna koma við
tvítýddum, enntá skilaleys
um fráboðanum, ið kunna
pentast saman av ófrætta
boðarum, og tað, at henda
samanpentan fær politik
arar at økja játtanina, ger,
at har er akkurát eingin
áeggjan at gremja seg um
hvørki samanpentanina
ella ógvusliga ivasama
uppáhaldið um veðurlags
broytingar.
Afturat hesum kemur ein
umhvørvisverndarídnaður,
ein multimilliarda ídnaður
halgaður at vekja ræðslu.
Tesan um alheimsupphiting
verður tó í heilum gjøgn
umgatað við iva; og tað
faktum, at tað ikki hevur
verið nøkur upphiting
síðani 1979, er rættiliga
fellandi. Hasi ov grøn at
viðurekenna, at tey eru
reyð, siga okkum, at upp
hitingin er fordømisleys,
men tað vóru víngarðar í
Skotlandi í rómverjatíðini.
Og Grønland, nú oyðið og
mannleyst, varð gjørt til
hjáland í miðøldini.
Bretska rannsóknarferðin
til Antarktis boðaði frá ein
um bráðnandi Antarktis
aftaná at hava vitjað suður
pólsnesið, ið er einasti
parturin av einum megin
landi, har níti prosent er
kólnað seinastu 30 árini.
Og har er ein størri ør
grynna av dømum um, har
ræðslan fyri eini ímyndað
ari alheimsupphiting og
verulig prógv bresta saman.
Um bara George Orwell
var á lívi í dag. Á sum
hann hevði elskað at av
dúka hesar forbrúkshatandi
umhvørvisfrikar og teirra
frælsisstjalandi og heila
vaskandi ideologi. Tí er
tað, at vitonnur mugu
bjarga verðini undan sosial
istiskum ófrættaboðarum.
Slappa av, Bogi, og keyp tær ein Ferrari!
meining@meyl.fo
AggA
NiclAseN