Sosialurinarkiv
Sosialurin 2009-05-19, síða 17
Tak niður PDF av hesari síðu Stórt myndaskrá

týsdagur 19. mai 2009síða 17

‹ fyrra síða allar 32 síður næsta síða ›

Tekstur á síðuni

Nr. 94 - 19. mai 2009 17 Í eini samrøðu í Barnaútvarpinum nú mánadagin var sangurin »Meg minnist eina mynd« eftir H. A. Djurhuus umrøddur. Annað ørindi í sanginum ljóðar soleiðis: Í bønum á blik løgdu gentur løk, og roykurin rak yvir grasgrøn tøk, hvør klettur sum skarlak litaður var, og krúnu av támi tindurin bar. Spurdur var undirritaði so óskettin at siga, at konur løgdu klæðir »á blik« við tí endamáli at turka tey. Fólk hava ringt til mín og gjørt vart við, at hetta er skeivt. Og rætt hava tey. Tá ið fólk løgdu klæðir á blik var tað til at bleikja tey. Orsakið mistakið. At turka og at bleikja Hanus Kamban Tá ið sálarsjúka rakar, tá ið minnið fjarar burtur ella at fólk, av ymsum orsøkum gerast óhjálpin, kann hetta vera ein stórur meinbogi bæði fyri viðkomandi sjálvan og tey avvarandi. Uppaftur størri meinbogi er tað, um viðkomandi ikki kann virka og liva undir humanum og virðiligum umstøðum, har teirra rættartrygd er tryggjað. Rættartrygdin hjá hesum samfelagsbólki hevur ikki verið nøktandi, tey hava livað í einum ongamanna­ landi undir óvirðiligum umstøðum, sum hoyrir einari farnari tíð til. Lógin frá 1922 um verju var sera ótíðarhóskandi og óliðilig. Tí sambært hesi lóg var man antin myndigur ella ómyndigur, og tilskíl gjørd­ ist hon fyri mong menn­ iskju sera mannminkandi. Nýggja verjumálslógin sum hetta landsstýrið og henda samgonga hava rað­ fest ovarliga er nú endiliga samtykt. Tilgongdin hevur verið rættiliga drúgv av tí, at tað var neyðugt at gera konsekvensbroytingar í 55 øðrum lógum umframt at broytingar skuldi gerast í rættargangslógini. Nú lóg­ in er samtykt hevur hetta verið alt stríðið vert. Tann størsti batin í nýggju lógini er, at persón­ ar, ið eru undir verju eru at kalla myndugir og kunnu eitt nú varðveita sín borgar­ liga rætt við at atkvøða til val. Harumframt kann verjumálið avmarkast til ávís fíggjarlig og persónlig viðurskifti 3 sløg av verjumálum Tað eru 3 sløg av verju­ málum, sum nú fara at bera til sambært nýggju lógini um verjumál. Í grein 5 verður latið upp fyri, at verjumálið verður tilpassað tørvin hjá tí einstaka. Tað eru serliga undir hesi grein, at stóru batarnir eru at síggja. Her er persónurin undir verju framhaldandi myndigur, og verjin kann avmarkast til ávís persónlig ella fíggjarlig viðurskifti Ì grein 6 hava við verju­ mál at gera, har viðkom­ andi er ómyndigur. Hetta kann eisini kallast eitt búskaparligt verjumál, har rætturin hjá viðkomandi at taka avgerðir, hvat viðvík­ ur fíggarviðurskiftum verður tikin burtur.­ Hesi verjumál verða avgjørd í rættinum. Í grein 7 verður latið upp fyri sokallaðum samverju­ málum. Hetta merkir, at verjin tekur avgerðir saman við tí, sum er undir verju. Samverja kann setast í gildi um persónurin sjálvur mælir til hjálp í fíggjar­ ligum viðurskiftum, um­ framt at samverjumál kunnu avmarkast til ávís viðurskifti. Tað er umráð­ andi at undirstrika, at við­ komandi, ið er undir sam­ verjmáli framhaldandi er myndigur Ein annar rættartryggur bati er, at verjumálið kann tíðaravmarkast um broyt­ ingar gerast í verjumálinum. Hvat viðvíkur fíggjarligu viðurskiftunum fer man nú fra yvirformyndarínum, til at peningur hjá fólkum undir verju kunnu umsitast í góðkendum peninga­ deildum. Samanumtikið gevur nýggja verjumálslógin einum veikum samfelags­ bólki eina munandi betri rættartrygd, sum tey veru­ liga hava uppiborið, og tað fegnist eg almikið um. Tey, ið hava tørv á verju fáa endiliga veruliga rættartrygd og virðing landsstýriskvinna í lógarmálum anniKa Olsen Grønlandstíðindi Kári við Stein Aftaná ein steðg frætta vit aftur frá Kára við Stein við nýggjastu fiskivinnutíðindunum 1. mai Í dag er +5 stig og stilli. Lómur er inni í Illulisat við knapt 140 tonsum. Hetta er annar túrur hjá hesum holdinum. Hin túrurin var næstan líka góður. Polar Amaroq er inni her í Sisimiut og partland­ ar. Teir skulla vera í Nuuk tann 12 mai at landa, og sama dag skal Ocean Tiger landa í Íslandi. Har eystanfyri er ógvuliga svingandi fiskarí, men síðsta vika hjá teimun var i lagi, 75 tons fóru niður. Men sum nú var, var onki at tosa um. Lítið og onki kom niður hjá teimum. Polar Nagtoralik, har “the grand old man” innan rækjur her í Grøn­ land, Kristin Højgård, er skipari, var inni her í gjár og partlandaði. Teir høvdu gott 500 tons inni. Sum eg skilji, er fiskaríið í lagi, tá teir sleppa framat fyri ísi. 4. mai Natarnaq kom inn í kvøld vid fullari last, gott 500 tons, sum teir hava fiskað í 9 dagar. Polar Nataarnaq er inni í Aassiat og landar, har er alt fult hjá teimum. Teir smærru bátarnir fáa nógvar rækjur norðuri í kassanum. 6. mai Steffen C er komin til Manitsoq at landa vid fullari last. Natarnaq, sum kom mánakvøldið, skal sigla nú í morgun. Qaqqatsiaq legði at, so skjótt sum Nataarnaq hevði loyst. Teir hava gott og væl 300 tons inni. Qaqqatsiaq sigldi longu um midnátt til nýggjan túr. 9. mai Í dag er av ringasta ódnarveðri av suðri við nógvum vindi við kava. Tað vardi líka til middags, sólskin var restina av degnum. Lómur kom inn til Illulisat vid 137 tons­ um, ein óførur túrur hjá teimum. 11. mai Í dag dýrdarveður. Polar Qaasiut er komin inn at landa, teir hava gott 300 tons inni. Teir vóru inni fyri kortum og løgdu 200 tons upp, so túrurin er brúkiligur hjá teimum. Ocean Tiger kom inn til Hafnafjørðin at landa í morgun, og teir skifta nakað av fólki eisini. 14. mai Lómur er komin inn til Illulisat vid 135 tonsum av góðum rækj­ um. Teir skulla sigla aftur í morg­ in nýggjan til túr. Teir hava trupul­ leikar við ísi har um leiðir. Teir royna uppi við Haruoynna norða­ laga við Diskooynna. Ongar harur eru á oynni hóast navnið. Tað kom ein bátur úr Illulisat vid tvøsti av einum grønlands­ hvali at selja her. Hvøljan, sum var 2­3 cm tjúkk, smakkaði frálíkt. Hon kostadi 120 kr pr kg. Tvøstið kostaði 40 kr kg. So seldu teir bardur fyri 1.000 kr stykkið. Teir verða nógv brúktir av teimun, sum gera ymisk grønlendsk suvenir. Eg skuldi keypa mær tvøst. men so kom eg at koyra við einari damu, sum segði, at tvøstið var líka seigt sum gummi. Tað er nú onki at siga til. Grønlandshvalurin kann blíva um 200 ára gamal. Hetta var ein gomul hon, sum hevur mjólkað í fleiri mansaldrar. Várið er um at bróta fyri nev. Í tríggjar dagar hava vit haft hitastig. Tað hægsta hevur verið + 6 stig. 17. mai Í dag eru + 6 stig. Frætt er frá Ocean Tiger. Teir liggja í Eystur­ grønlandi og royna Teir siga, at tað kundi veri betri fiskarí. Grønlandstíðindi: Hvølja kostar kr. 120 pr. kg. Teir smáu rækjubátarnir eru úti 2-3 samdøgur. Teir koma inn aftur søkkladnir við fullari last og fullum dekki av rækjum. Teir fáa rækjurnar 4-5 tímar sigling norður úr Sisimiut Tað besta hjá grønlendingum teir fáa av hvali er hvøljan. Kvotan á grønlandshvali var í fjør fýra hvalir. Bert ein var fingin, tí kunnu tríggir veiðast í ár