Sosialurinarkiv
Sosialurin 2009-05-19, síða 18
Tak niður PDF av hesari síðu Stórt myndaskrá

týsdagur 19. mai 2009síða 18

‹ fyrra síða allar 32 síður næsta síða ›

Tekstur á síðuni

18 Nr. 94 - 19. mai 2009 Á hesum síðum bera vit tíðindi um merkisdagar, so sum rundar føðingardagar, brúdleypsdagar, starvssetanir o.t. nøvn SAMBAND MAgNuS guNNArSSoN MAggi@SoSiAluriN.fo tlf 341800 fAx 341801 Kistan við Anton Skora­­stein fer úr kapellinum á Lands­ sjúkrahúsinum týsdagin kl. 17. Jarðarferðin verður úr Leirvíkar kirkju miku­ dagin kl. 14. Sungið verður úr sálmabókini. Tey, ið vilja minnast Anton kunnu lata Leguhúsinum í Nesvík eina gávu. Jákup Edva­­rd Joen­ sen, Kla­­ksvík, vanliga nevndur Jage á Ternuni, andaðist á Norðoya Røktarheimi sunnudagin 17. mai, 90 ára gamal. Andlát og jarðarferðir Kunngjørt verður fyri ætt og vinum, at kæri maður, pápi, verfaðir, abbi og langabbi okkara Jákup Edvard Joensen Klaksvík vanliga nevndur Jagi á Ternuni, andaðist á Norðoya Røtarheimi sunnudagin 17. mai 2009, 90 ára gamal. Farið verður úr kapellinum heim í Betesda mikukvøldið klokkan 18.00. Jarðarferðin verður hósdagin kl. 13.00 Familjunnar vegna Steinvør, Leivur, Ingun og Anna Maria Tey, ið ynskja at minnast Jákup, kunnu lata eina peningagávu til Akurin, konta í peningastovnunum. Tøkk Vit vilja takka øllum sum á ymiskan hátt sýndu samkenslu, tá góði pápi, bróður, abbi og pápabeiggi okkara Hendrik Petersen Funningur andaðist og var borin til jarðar. Vit takka Emil Olsen, presti, fyri góð orð. Somuleiðis takka vit kirkjutænarum, sangarum , gravarum og øllum teimum ið hjálptu við ervinum í skúlanum. Tøkk til tykkum øll, sum komu í kapellið og tykkum, sum fylgdu honum til hansara seinasta hvíldarstað. Fyri tey avvarðandi Johannes Pauli, Petur Eivind og Martin við fam. Da­­gurin 19. ma­­i. Potentia­­na­­. Rómversk genta, sum 16 ára gomul varð tikin av døgum í Róm. Robert Joensen doyði hendan dagin í 1997. (Axel Tórgarð: Dagar og nøvn í álmanakkanum, 2. broytta útgáva 2008) Tøkk Hjartaliga takka vit øllum, sum á ymiskan hátt sýndu samkenslu, tá okkara elskaða kona, mamma, vermamma og omma Heiðvík Midjord Tvøroyri andaðist og varð jarðað. Takk til Símun Jacobsen, prest, fyri troystarrík orð. Takk til kirkjutænarar, sangarar og gravara. Ein serlig tøkk til starvsfólkið á Suðuroyar Ellis- og Røktarheimi. Takk fyri blómur, kransar og gávur til Suðuroyar Ellis- og Røktarheim, og takk til øll tykkum, ið fylgdu henni til hennara seinasta hvíldarstað. Fyri tey avvarðandi Heri, Johanna Maria og Marjun Fríggjadagin 15. mai 2009 hittust nakrir av teimum, sum tóku stýrimansprógv á Føroya Sjómansskúla í mai 1959, á Hotel Føroyum til 50 ára hátíðarhald. Stýrimenn á myndini: Afta­­ra­­ ra­­ð f.v: Eskild Hansen av Toftum (býr í Havn), Tróndur Tróndarson úr Skálavík (býr í Havn), Amaliel Knudsen úr Heiðun­ um (býr í Saltangará), Henr­ ik Jacobsen av Glyvrum (býr í Vág), Jógvan Joensen av Strondum (býr har enn), Hendrik Stórá úr Skopun (býr í Havn), Ernst Jacobsen úr Kollafirði (býr í Nestun í Norra). Fremra­­ ra­­ð f.v.: Jógvan Joensen av Hvítanesi (býr í Havn), Sámal Jacobsen úr Skálavík (býr í Havn), Elsbert Jacobsen úr Kolban­ argjógv (býr har enn), Eilert Mikkelsen úr Havn, býr har enn, og Olaf Olsen úr Søld­ arfirði, býr á Glyvrum. Fýra kundu ikki vera við: Thorkil Mortensen av Tvør­ oyri, nú í Glostrup, Ragnar Tróndheim úr Leirvík, nú í Runavík, Sune Jacobsen av Strondum, býr har enn, og Harry Magnussen av Glyvr­ um, býr nú í Frederiksværk Fýra eru deyðir: Kjartan Justinussen úr Havn, Jens Vestergaard av Økrum, Regin Hansen úr Leynum, og Hans Rasmussen úr Søldarfirði. mg Stýrimenn frá 1959 hittust aftur Leygardagin 16. mai andað­ ist svenski gospelsangarin Curt Petersén í heimi sínum í Falköping, 62 ára gamal. Curt var kendur frá duett­ ini Curt & Roland, sum fleiri ferðir hevur vitjað í Føroyum. Teir vitjaðu her fyrstu ferð í 1978, síðan fleiri ferðir fram til 1989. Curt byrjaði longu at syngja sum 15 ára gamal, og í 1963/64 hitti hann Roland Lundgren, og teir báðir gjørdust kendir gos­ pelsangarar bæði heima í Svøríki og kring um í Evr­ opa og USA. Miðskeiðis í 90­unum fekk Curt staðfest krabba­ mein, men hann var tó førur fyri at syngja í nøkur ár eftir tað. Seinasta plátan hjá Curt & Roland, Solregn, kom út í 2000. Meira fæst at vita um Curt & Roland á heima­ síðuni: www.curolmusic.se mg Curt Petersén deyður Curt & Roland í 1979