Sosialurinarkiv
Sosialurin 2009-05-19, síða 20
Tak niður PDF av hesari síðu Stórt myndaskrá

týsdagur 19. mai 2009síða 20

‹ fyrra síða allar 32 síður næsta síða ›

Tekstur á síðuni

20 Nr. 94 - 19. mai 2009 Mikudagin fylti hann 23 ár, og á sjálvum tjóðardegi Noregs vann hann Eurovision 2009 í Moskva. Alexander Rybak er tónleikari, komponistur og sjónleikari. Hann er føddur í Hvítarusslandi í táverandi Sovjetsamveldinum. Hann er sonur Natalia Valentinovna Rybak (fødd í 1959), sum er pianistur, og Igor Alexandrovitsj Rybak (føddur í 1954), sum spælir violin. Familjan búði í Hvítarusslandi til Alexander var fýra ár. Tey fluttu til Nesodden uttan fyri Oslo, har familjan framvegis býr. Alexander Rybak spældi violin og klaver longu frá tí at hann var fimm ára gamal, men hann hevur síðani kastað seg yvir violinspælið. Hann vandi violin saman við pápa sínum til hann var tannáringur, tá hann fór at lesa á Norges Musikkhøgskole. Í hesum tíðarskeiðnum spældi hann m. a. í Vivaldi-orkestrinum, sum var undir leiðslu pápa hansara. Alexander hevur sjálvur skrivað sangin »Fairytale« - íbirtur av kenslum fyri eini fyrrverandi unnustu. Eftir at hann vann í Noreg, vóru fólk á einum máli um, at hann var favorittur til at vinna altjóða kappingina. Sangurin var beinanvegin seldur í yvir 5.000 eintøkum, og fór beinanvegin upp á fyrsta plássið á listanum hjá VG. Fleiri plátufeløg í Noreg og uttanlands vístu sanginum áhuga beinanvegin. »Fairytale« kom út sum single av BpopMentometer, og seldi til gull. 21. februar vann hann Norsk Melodi Grant Prix 2009 við 750.000 atkvøðum – fleiri enn 600.000 atkvøður framman fyri nummar tvey. Stjórin fyri norsku útvarpsrásina P3, Håkon Moslet heldur, at Rybak fer at verða eitt størri navn, enn tað ið vanligt er fyri altjóða Grand Prix vinnarar. Moslet er vísur í, at lagið “Fairytale” verður eitt stórt evropeiskt hitt, og at Rybak fer at verða kendur um allan heim. - At vinna tí altjóða finaluna er søguliga sæð bæði gott og ringt. Men eg haldi, at Rybak er øðrvísi bygdur enn teir undanfarnu Grand Prix vinnararnir, sigur Moslet. Ikki er vanligt, at Grand Prix vinnarar fáa eina langa og varandi karrieru eftir finaluna. Men serfrøðingar innan økið halda, at hesin sigurin er eitt gott grundarlag fyri hansara karrieru framyvir. Belgia, Danmark, Svøríki, Hellas, Írland og Spania eru ímillum londini, har vinnaralagið hjá Rybak er best umtókt á iTunes – heimasíða, har til ber at keypa løg. Og í teimum londum, har Rybak ikki er nummar eitt á listanum yvir best umtóktum løgum, liggur hann á einum øðrum ella triðja plássi við lagnum “Fairytale” . - Áðrenn finaluna var “Fairytale” tikið niður umleið 70.000 ferðir í Noregi, so her tosa vit um ógvuliga høg tøl, sigur marknaðarleiðari í EMI í Norra, Erling Johannessen, ið hevur rættindini til fløguna hjá Alexander í Norra, Danmark, Finnlandi, umframt partvíst í Týsklandi og Eysturríki. Rættindini til lagið “Fairytale” er fyribils í hondunum hjá umboðsfelagnum hjá Rybak, Bpop. Lagið kostar átta krónur at taka niður á iTunes, og av hesum fær Rybak umleið 30 prosent. Tað, at hann sjálvur hevur skrivað orðini og gjørt lagið ger, at hann fær stóran part av inntøkunum í egnan lumma. Og upphæddirnar verða størri 2. Juni, tí tá kemur fløga hansara á gøtuna, har hann sjálvur hevur skrivað helmingin av løgunum. Stjórin í fløgufelagnum EMI, Erling Johannessen segði áðrenn finaluna, at um Rybak vann, var hann sannførdur um, at Rybak før at selja í minsta lagið 50.000 fløgur. Fyri norskum fjølmiðlum staðfestir hann, at tónleikarar vanliga fáa ímillum 15 og 30 prosent av inntøkunum av fløgusøluni, ið er umleið 90 krónur pr. fløgu. Umframt hetta, fær Rybak aðrar inntøkur av fløgusøluni, soleiðis at hann fær umleið 30 krónur pr. fløgu. Um Emi hevur rætt í, at Rybak fer at selja yvir 50.000 eintøk av fløguni, so inniber tað, at hann gerst millióningur áðrenn árið er av. Tónleikaserfrøðingar: Rybak fer at sláa ígjøgnum Hvítarussi vann fyri Noreg 23 ára gamli Alexander Rybak, sum í leygarkvøldið vann altjóða tónleikakappingina, Eurovision 2009 í Moskva, er føddur í Hvítarusslandi, haðani bæði foreldrini eru ættað