Sosialurinarkiv
Sosialurin 2009-05-19, síða 21
Tak niður PDF av hesari síðu Stórt myndaskrá

týsdagur 19. mai 2009síða 21

‹ fyrra síða allar 32 síður næsta síða ›

Tekstur á síðuni

Nr. 94 - 19. mai 2009 21 SAMBAND jákup Mørk jAkup@SoSiAluriN.fo tlf. 341800 ítróttur Símun Samuelsen upplegg til tvey mál Føroyski lands­ liðsspælarin átti eyðsýndan leik­ lut, tá Keflavík í gjárkvøldið á heima­ vølli vann 3­0 ímóti Vali FÓTBÓLTUR Jákup Mørk jakup@sosialurin.fo Í triðja landskappingar­ dystinum í ár eydnaðist tað í gjárkvøldið Keflavík at vinna fulla úrtøku á heimavølli. Høvuðsstað­ arfelagið Valur vitjaði á Sparisjóðsvøllinum í Keflavík, og gestirnir vórðu sendir aftur til Reykjavíkar við 3­0 tapi. Føroyski landsliðsspæl­ arin, Símun Samuelsen, var á vøllinum alla tíð­ ina, og hann átti sín stóra lut í trivaliga heimasigr­ inum. So mikið uppsettur var hann, at hann frá dómaranum fekk gula kortið fyri eitt fríspark, tá lítil hálvur tími var spældur. Heimaliðið legði seg á odda longu í sjeynda min­ utti við máli, sum Guðjón Á. Antoníusson stútaði eftir innlegg frá Símuni Samuelsen. Í 20. minutti økti Hörður Sveinsson um leiðsluna – enn eina ferð eftir fríspæling frá Símuni Samuelsen. Triðja málið skoraði Hörður Sveinsson í 71. minutti. Sagt verður, at heima­ liðið var so nógv gramm­ ari, og at sigurin var væl og virðiliga uppiborin. Nú trý umfør eru spæld, er Keflavík á fjórða plássi við seks stigum. Skaðin hjá Gunnari Nielsen tykist gera spurningin um málmansplássið á landsliðnum óneyð­ ugan, men Jákup Mikkelsen sigur seg als ikki hava tikið støðu til, um hann til reiðar at taka enn eitt tørn FÓTBÓLTUR Jákup Mørk jakup@sosialurin.fo 2009 skuldi eftir ætlan vera árið, har Jákup Mikkelsen spældi sínar seinastu lands­ dystir fyri Føroyar. Eftir dystin móti Litava í fjør heyst hugsaði landsliðs­ veteranurin um støðuna, og svarið var, at hann var til reiðar at taka eitt ár afturat á landsliðnum, sum hann hevur verið partur av, síðani Føroyar fyri 21 árum síðani komu á altjóða fótbólts­ kortið. Støðan broyttist tó í vár, tá Heðin Askham við einum blaðungum og óroyndum landsliðið fór til Íslands. Nýggja landsliðið vann dystin móti Íslandi, men í upptaktini til dystin snúið tosið seg fyrst og fremst um, um tað var rætt av fyri­ bils setta venjaranum at vraka Jákup Mikkelsen. Hesin fekk tá at vita, at hann ikki longur var fyrsta val millum stólparnar, og tí valdi Jákup at boða frá, at hann gavst á landsliðnum. Seinni var útsøgnin mod­ ererað nakað, tá Jákup Mikkelsen segði, at var støðan tann, at Heðin Ask­ ham bara var fyribils settur, so talan var um nýggja støðu, tá nýggjur venjari stóð við stýrisvølin. Tað er hesa støðu, Jákup Mikkelsen nú skal umhugsa. Avsluttað kapitul Brian Kerr tóktist annars ikki vera í iva í samrøðu, sum varð prentað í Sosialin í gjár. – Gunnar Nielsen hevur brotið armin, og hann verð­ ur neyvan tøkur til dystirnar, sum nú standa fyri framman. Men Jákup Mikkelsen hev­ ur jú verið ein klassamálverji fyri Føroyar ígjøgnum nógv ár, segði landsliðsvenjarin. Men Jákup Mikkelsen hevur als ikki hugsað tann tankan enn. – Í løtuni havi eg í øllum førum nógv annað at hugsa um, nú eg eri partur av venj­ aratoyminum hjá KÍ. Fyri meg er landsliðið eitt avsluttað kapitul, og eg havi ikki hugsað um tann møgu­ leikan seinastu mánaðirnar, sigur Jákup Mikkelsen, sum tó heldur ikki vísur tankanum frá sær. – Ringir Brian Kerr, so er tað sjálvandi nakað, sum eg taki støðu til. Og sjálvandi er tað ein møguleiki, sum eg ikki kveistri burtur uttan víðari. Í løtuni er hetta tó ikki nakað, sum eg hugsi um, so her og nú dugi eg ikki at svara, um eg eri tøk­ ur ella ikki, sigur Jákup Mikkelsen. Jákup Mikkelsen hevur spælt 61 landsdystir fyri Føroyar. Møguleikin er helst til staðar at økja um hetta talið, men enn hevur klaksvíkingurin ikki tikið støðu til tann møguleikan Mynd: Álvur Haraldsen Jákup hugsar ikki um landsliðið Rakul Mikkjalsdóttir úr TBF, sum í vetur gongur á borðtennis­ eftirskúla í Danmark, vann um vikuskiftið gull í blandaðum tvímansleiki í borð­ tennis í einari EM­ kapping, sum KFUM í týska býnum, Dres­ den, var vertur fyri BORÐTENNIS Hilmar Jan Hansen einslistir@kallnet.fo Rakul Mikkjalsdóttir, sum hevur fingið sín borðtennis­ uppvøkstur í TBF, gongur í vetur á eftirskúla í Danmark, har borðtennis stendur frammarlaga á skránni. Talan er um Tjele Efterskole, sum er einasti borðtenniseftirskúli Danmark. Eisini gongur Fróði Jen­ sen úr TBF á sama skúla, og tey bæði eru samstundis virkin í felagnum Team Nørreå, sum hoyrir til sama umráði, sum skúlin er í, so tey tann vegin hava møgu­ leika at vera við í teimum kappingum, sum eru har á leiðini. Bæði tvey vóru tey herfyri tikin út til Oyggjaleikirnar á Álandi, og um vikuskiftið vísti Rakul, at hon skuldi verið væl fyri, tá hon í einari EM­kapping, sum KFUM í týska býnum, Dresden, var vertur fyri, vann bæði gull­, silvur­ og bronsuheiðurs­ merki. Rakul var ein av 13 spælarum úr Danmark, sum vóru við í kappingini saman við spælarum úr Týsklandi, Svøríki og Portugal. Henda EM­kappingin er annaðhvørt ár. Trý heiðursmerki Í blandaðum tvímansleiki komu Rakul Mikkjalsdóttir og ein spælari úr felagnum Søhøjlandet í Silkeborg í finaluna ímóti einum týsk­ um pari. Men í hálvfinaluni vóru tey bæði líka við at snáva, tí í avgerandi settin­ um vóru tey aftanfyri 6­10, áðrenn tey fingu tamarhald á nervunum og vunnu síðstu seks bóltarnar og finaluplássið. Í finaluni var aftur talan um týska mótstøðu, men her var eingin ivi, og Rakul og tey vunnu ein tryggan 3­ 0 sigur. Sostatt er Rakul Mikkjalsdóttir europameist­ ari í blandaðum tvímansleiki í borðtennis. Hon kom eisini í finaluna í einmansleiki, har hon tó tapti 1­3, so tað gjørdist til silvur. Í tvímansleiki komu Rakul og danska Louise Andreassen í bronsufinal­ una, sum tær uppiborið vunnu 3­0, so har var aftur eitt heiðursmerki í hennara lut. Hesa komandi vikuna skal Rakul Mikkjalsdóttir aftur í eldin í kapping, tá hon saman við fleiri donsum spælarum er við í einari útnorður­ europeiskari kapping, sum verður í grønlendska høvuðs­ staðnum, Nuuk. Rakul vann EM í borðtennis Rakul Mikkjaldóttir vann um vikuskiftið gull í blandaðum tvímansleiki, silvur í einmansleiki og bronsu í tvímansleiki hjá gentum í einari EM-kapping, sum var í týska býnum, Dresden