týsdagur 19. mai 2009síða 22
‹ fyrra síða allar 32 síður næsta síða ›
Tekstur á síðuni
22
[ Nr. 94 - 19. mai 2009 ]
Hóast tað er ein
minni hópur í fræls
um ítrótti, sum fer
til Oyggjaleikirnar
á Álandi hesa ferð,
samanborið við á
Rhodos í 2007,
er talan um ein
betri hóp
FRÆLSUR ÍTRÓTTUR
Hilmar Jan Hansen
einslistir@kallnet.fo
Átta fólk eru tikin út til
føroyska oyggjaleikalands
liðið í frælsum ítrótti, sum
um ein góðan mánað skal
royna seg á Oyggjaleikunum
á Álandi. Talan er um trý
fólk í kastigreinum og
fimm rennarar.
– Eg haldi, at vit hóast vit
hava ein hóp, sum er heldur
minni enn síðst, er talan um
ein heldur betri hóp. Vit
hava javnt betri fólk við
hesa ferð, sigur Niels Jákup
Jakobsen, næstformaður í
sersambandinum, Frælsur
ítróttur Føroya ella FÍF.
Hann verður liðleiðari hjá
hópinum á Álandi.
– Vit hava ikki slakað við
upptøkukrøvunum,
sum
eru, at fólk í minsta lagi
skulu klára 750 stig eftir
IAAFstigatalvuni. Onkur
hevur verið nær við, men
akkurát ikki klárað tað. Eg
kann sum dømi nevna, at
vit høvdu ein rennara, sum
bara var fýra hundraðpartar
frá kravtíðini í 200 metra
renning og tí heldur ikki
slapp við, hóast tað var nær
við.
Heiðursmerkjavónir
Í frælsum ítrótti í oyggjaleika
høpi er Heri Ziska framvegis
ein av tungvektarunum, og
Niels Jákup væntar, at um
Heri sleppur undan skaða, er
hann enn eina ferð eitt boð
um á eitt heiðursmerki í
klingruvarpi.
Á Rhodos fyri tveimum
árum síðani vann Heri
bronsu í klingruvarpi og
var nummar fimm í sleggju
varpi, men hesa ferð er
hann bara við í klingruvarpi.
Bronsumerkið hjá Hera var
einasta heiðursmerki, Før
oyar vunnu í frælsum ítrótti
í 2007.
Eisini kann tað gerast
spennandi, hvat kvinnurnar
fáa burturúr á 10.000 metra
teininum í renning, har
bæði Bjørk Herup Olsen og
Súsanna Skylv Sørensen
eru við. Í einari kapping í
mars mánaði var Bjørk bara
15 sekund framman fyri
Súsannu, og tíðin hjá Bjørk
ta ferðina, sum var 37
minuttir og 25 sekund, var
akkurát tann sama sum
gulltíðin á Rhodos.
– Skal eg nevna tvey, sum
eru góð boð upp á heiðurs
merkjavinnarar, so eru tað
Heri og Bjørk, men eisini
kann tað verða spennandi at
síggja, hvat Súsanna kann
avrika, sigur Niels Jákup
Jakobsen, sum staðfestir, at
talan er um eitt sindur av
einum ættarliðsskifti hesa
ferð.
– Tveir av okkara royndu
rennarum, Guttorm Søren
sen og Rigmor Napoleons
dóttir Arge, eru ikki við,
men í staðin hava vit tveir
spildurnýggjar
rennarar,
sum eru nakað nógv ár
yngri enn tey bæði. Tað eru
Rebekka Fuglø og Rúni
Seloy, sum er úttikin eftir
úrslitum í talentbólkinum.
Bara
henda
broytingin
skumpar miðalaldurin langt
niður á liðnum.
Nógv gott á veg
So at siga øll árini hevur
oyggjaleikalandsliðið
í
frælsum ítrótti verið domi
nerað av rennarunum, ið
renna teir longru teinarnar,
og orsøkin til tað hevur
snøgt sagt verið, at tað er
tað einasta, umstøður hava
verið til. Men nú Tórsbreyt
er komin í Havn, gevast
aðrir møguleikar, tá hugsað
verður fram í tíðina.
– Høvdu vit havt fingið
rennibreytina eitt sindur
fyrri, kundu vit kanska
longu nú sæð ítøkilig úrslit
av tí, tí breytin gevur heilt
aðrar
møguleikar,
sigur
Niels Jákup Jakobsen.
– Óansæð, so vænti eg, at
vit koma at síggja nógv
fleiri sprintarar komandi
árini, tí tað við rennibreytini
eru nógv betri møguleikar
at gera meira burtur úr venj
ingini á styttru teinunum.
Men yvirhøvur síggja vit,
at nógv ung og evnarík fólk
eru á veg, so framtíðin sær
bara bjørt út fyri frælsum
ítrótti, haldi eg.
Frælsur ítróttur
fyri børn og ung
Í annaðkvøld skipar
Frælsur Ítróttur
Føroya saman við
feløgunum fyri fyrstu
av trimum Grand
Prixkappingum
í frælsum ítrótti
fyri børn og ung.
Kappingin verður á
Tórsbreyt og byrjar
klokkan 19.30
FRÆLSUR
ÍTRÓTTUR
Hilmar Jan Hansen
einslistir@kallnet.fo
Tað er felagið Bragdið,
sum er vertur fyri kapp
ingini á Tórsbreyt í annað
kvøld, ið fevnir um ikki
færri enn 48 kappingar til
samans.
Tey
íðkandi
verða skipað í seks aldurs
bólkar hjá bæði gentum
og dreingjum, sum fara at
kappast í lopi, kasti,
spurti og miðteinum, og
íðkararnir fáa stig fyri
síni avrik.
Í annaðkvøld koma
gentur og dreingir 89 ár
at kappast í 40 og 600
metra renning, spjótkasti
og longdarlopi. Gentur
og dreingir 1011 ár og
1213 ár kappast í 60 og
600
metra
renning,
spjótkasti og longdarlopi,
og gentur og dreingir 14
15 ár, 1617 ár og 1819
ár kappast í 100 og 800
metra renning, spjótkasti
og longdarlopi.
Tilmeldingarfreistin til
kappingina í annaðkvøld
var úti sunnukvøldið, og
tað ber ikki til at melda til
á staðnum. Men framvegis
eru tvær kappingar eftir,
og har kunnu tey halda seg
framat, ið vóru ov seint at
melda til hesa ferð.
Fyrireikararnir siga, at
øll børn og ung eru væl
komin við, men treytin
fyri at vera við í sjálvari
Grand Prixkappingini er,
at tú ert skrásettur limur í
einum
feløgunum
í
frælsum ítrótti.
Onnur kappingin verð
ur á Svangaskarði miku
dagin 24. juni og tann
triðja bíðar til eftir summ
arfrítíðina, tí hon er ikki
fyrr enn mikudagin 19.
august.
Frælsur ítróttur betur fyri
Frælsur ítróttur
Heri Ziska
klingruvarp
Randi Kúrberg
sleggjuvarp
Rógvi Højgaard
spjót
Rebekka Fuglø
400 metra renning
800 metra renning
1.500 m renning
Bjørk Herup Olsen
5.000 metra renning
10.000 m renning
Súsanna Skylv Sørensen
10.000 metra renning
hálvt maraton
Rúni Seloy
400 metra renning
800 metra renning
Jóan Karl Joensen
800 metra renning
1.500 metra renning
Heri Ziska, sum vann
bronsu á Rhodos
fyri tveimum árum
síðani, er aftur ein av
heiðursmerkjavónunum á
Oyggjaleikunum á Álandi
um ein góðan mánað
Mynd: Álvur Haraldsen
Flogbóltsskúli í Havn
Leygardagin 5. september ber Fleyr aftur at skipa
fyri flogbóltsskúla í Havn, sum verður fyri gentur
og dreingjur. Hetta er aðru ferð, Fleyr skipar fyri
flogbóltsskúla, og í fjør vóru umleið 100 gentur og
dreingir við. Fleyr heitir á áhugað um at seta kross
í álmanakkan, og lovar at koma við nærri kunning
um flogbóltsskúlan seinni.
Ancelotti til Chelsea
Sambært italska Gazzetta dello Sport verður Carlo Ancelotti
tann 30. mai settur í starv sum nýggjur venjari hjá Chelsea.
Ancelotti er í løtuni venjari hjá Milan, men italska ligan skal
spælast liðug, áðrenn nakað verður almannakunngjørt. Carlo
Ancelotti hevur verið venjari hjá Milan í sjey ár, men síðsta
árið hevur hann tó verið undir hørðum atfinningum frá
leiðsluni í felagnum.