Sosialurinarkiv
Sosialurin 2009-05-19, síða 23
Tak niður PDF av hesari síðu Stórt myndaskrá

týsdagur 19. mai 2009síða 23

‹ fyrra síða allar 32 síður næsta síða ›

Tekstur á síðuni

23 tíðindi Nr. 94 - 19. mai 2009 Góða úrslitið og tryggi solvensurin hjá Føroya Banka fáa nú greinarar at hækka kursmálið úr 120 upp í 140 VirðisbrøV Jákup Mørk jakup@sosialurin.fo Seinastu tíðina hevur kurs­ urin á partabrøvum í Føroya Banka ligið um tey 120, sum eisini svarar til tað kursmál, sum greinarar áður hava sett. Íslendska greiningarfyri­ tøkan, IFS, og svenski Handelsbanken staðfesta tó í nýggjari greinan, at úrslitið hjá Føroya Banka fyrsta ársfjórðing í ár var betri enn væntað, og Han­ delsbanken hækkar nú kurs­ mátið fyri bankans parta­ brøv. Millum annað verður sagt í viðmerkingunum, at: úrslitið hjá bankanum var betri, enn IFS frammanundan metti úrslitið hjá Trygd var væl betri, enn IFS frammanundan metti solvensurin á 20,8 prosent setir bankan í eina sera góða støðu Metingin hjá IFS var upp­ runaliga, at bankans úrslit fyri skatt fór at verða 38 mió. kr, men úrslitið gjørd­ ist 52 mió. kr. Bankagreinarin hjá svenska Handelsbanken, Jakob Brink, hevur eisini gjørt sínar niðurstøður um úrslitið hjá Føroya Banka fyrsta ársfjórðing. Hann heldur, at úrslitið er gott, og hevur hækkað kurs­ mátið fyri bankans parta­ brøv úr kurs 120 upp í kurs 140. Hækka kursmálið fyri Føroya Banka Góða úrslitið hjá Føroya Banka fyrsta ársfjórðing í 2008 hevur ávirkað greinarar positivt Mariann eigur at halda fram Í Bruxelles eru tey so væl nøgd við arbeiðið hjá danska landbúnaðarkommiserinum Mariann Fischer Boel, at tey vilja hava hana at halda fram. Politiken skrivar, at José Manuel Barroso, ES­nevndarformað­ ur, hevur biðið Mariann Fischer Boel halda fam í starvinum, og at tað sama hava fleiri landbúnaðarráð­ harrar gjørt. Blaðið sigur seg eisini hava skilt, at Lars Løkke Rasmussen, forsætisráðharri, vil fegin hava tann 66 ára gamla floksfelagan at halda fram í Brux­ elles. Um ein mánað verður Barroso afturvaldur til formann í ES­nevndini, og tá fer hann væntandi formliga at biðja danska kommiserin halda fram í nevndini. Bill Clinton til Haiti Fyrrverandi amerikanski forsetin skal virka sum senligur ST­umboðsmaður í Haiti. Ein kelda í ST váttar fyri blaðnum Miami Heral, at Bill Clinton verður formliga tilnevndur í morgin. Tað er ikki av tilvild, at ST hevur valt júst Bill Clinton til hetta starvið, tí hann hevur leingi roynt at fáa umheimin at hjálpa Haiti, sum fór illa av troopiskum ódnum í fjør. Fyri tveimum mánaðum síðani vóru Clinton og ST­ aðalskrivarin í Haiti og kunnaðu seg um viðurskiftini, og tá bað Clinton altjóða samfelagið veita hjálp. Í síðsta mánað samtyktu 28 lond og fíggingarstovnar at lata Haiti 324 milliónir dollarar ella 1,8 milliard krónur í hjálp. Faroe Petroleum boðar frá, at felagið hevur gjørt eina handilsavtalu við DONG Energy, har Faroe Petroleum letur síni 10% av Trym gasskelduni fyri reiðan pening og partar av norsku oljufram-leiðandi loyvunum Glitne og Enoch OLJUViNNA Avtalan fevnir um umbýti av 10% av Trym afturfyri: Góðar 40 mió. norskar krónur sum verða goldnar í tveimum ratum 800 tunnur av olju um dagin frá oljukeldunum Glitne og Enoch, sum Faroe Petroleum fær ávika­ vist 9.3% og 1.86% av; og At DONG Energy varð­ veitir skyldina fyri avriggingini av Glitne framleiðslupallinum upp til 84 mió. norskar krónur, sum er metti kostnaðurin fyri avriggingini. Faroe Petroleum yvirtók 10% av Trym í 2007 í sam­ bandi við eina avtalu við Shell. Trym gass­keldan liggur á norskum øki, nær við danska sjómarkið. Eftir ætlan skuldi Trym fram­ leiðslueindin útbyggjast í 2006, men norsku myndug­ leikarnir góðtóku ikki verk­ ætlanina av handilsávum. Síðani er Dong blivið fyristøðufelag, og ein nýggj verkætlan varð latin myndugleikunum á heysti 2008. Væntandi verður verkætlanin góðkend inn­ an stutta tíð. Glitne byrjaði at fram­ leiða í 2001. Oljan verður pumpað umborð á fram­ leiðslu­ og goymsluskipið Petrojarl 1, og verður síð­ ani flutt til lands við tanga­ skipi. Í byrjanini varð mett, at framleiðslan fór at vara í 3 ár, men livitíðin á olju­ kelduni er nógv longd eftir at fleiri boringar eru gjørd­ ar. Í løtuni verða 7.000 tunnur um dagin fram­ leiddar, av hesum eigur Faroe Petroleum 650 tunn­ ur. Nýggjur 4D seismikkur er skotin yvir økið, og nú verður kannað, hvussu framleiðslan kann økjast enn meiri. Enoch liggur nær við Glitne og beint við bretska sjómarkið. Oljufelagið Pala­ din stóð fyri verkætlanina á Enoch, har framleiðsla byrjaði í 2007. Framleiðslan verður førd til “Brae A” framleiðslueindina bretsku megin markið. Enoch framleiðir støðugt 8.000 tunnur um dagin, harav Faroe Petroleum eigur 150 tunnur um dagin. Felagið er sera væl nøgt við avtaluna, sum gevur felagnum bæði tøkan pening og framleiðslu í Noregi. Felagið sleppur við avtaluni eisini undan tí stóru íløguni, sum skal gerast í sambandi við útbyggingina av Trym tey næstu árini. Fundur nummar 1-10 11-20 21-30 31-40 41-50 51-60 61-70 71-80 81-90 91-95 Tilsamans A 5 14 11 2 4 1 5 2 5 49 Anfinn Kallsberg 1 1 Poul Michelsen 1 6 5 4 1 17 Jógvan á Lakjuni 1 1 1 2 5 Jákup Mikkelsen 1 4 5 10 Óli Breckmann 3 3 Heðin Zachariassen 1 1 1 3 Jacob Vestergaard 1 1 Rodmundur Nielsen 1 3 4 Bjarni Djurholm 1 2 2 B 6 7 4 10 4 9 2 6 4 52 Alfred Olsen Edmund Joensen 6 3 8 3 5 2 2 29 Bjørn Kalsø 1 1 Magni Laksáfoss 2 1 1 2 6 Marjus Dam 1 1 2 2 2 8 Helgi Abrahamsen 1 1 Jaspur Vang 1 3 4 Kaj Leo Johannesen 1 1 Rósa Samuelsen 1 1 Johan Dahl 1 1 C 5 6 5 7 4 10 3 4 3 47 Andrias Petersen 2 1 2 1 6 Gerhard Lognberg 1 1 2 4 John Johannessen 1 1 1 1 3 7 Katrin D. Jakobsen 3 1 2 3 9 Eyðgunn Samuelsen 2 3 1 2 1 9 Mikkjal Sørensen 5 3 2 10 Aksel Johannesen 2 2 D 1 1 1 5 1 2 1 12 Kári á Rógvi 1 1 5 1 1 1 10 Kári P. Højgaard 1 1 Kári Petersen 1 1 E 10 13 6 12 11 12 4 8 4 1 81 Annita á Fríðriksmørk 7 1 1 1 1 11 Hergeir Nielsen 2 2 4 Bergtóra H. Joensen 2 3 1 4 2 12 Heini O. Heinesen 1 2 4 1 1 1 10 Sjúrður Skaale 1 1 1 5 1 1 10 Bjørt Samuelsen 1 7 1 4 13 Tórbjørn Jacobsen Høgni Hoydal 1 1 2 2 1 5 1 2 1 16 Finnur Helmsdal 1 1 Heidi Petersen 1 1 Páll á Reynatúgvu 1 1 Olga Biskupstøð 1 1 Olaf í Garði Joensen 1 1 H 3 1 5 9 Jenis av Rana 1 2 3 Bill Justinussen 1 1 Karsten Hansen Tordur J. Niclasen 2 3 5 Tølini eru tikin úr gerðabókini hjá Løgtinginum og vísir bara tal av fundum ymisku tinglimirnir ikki hava verið hjástaddir Fráverur í løgtinginum Faroe Petroleum í norskari oljuavtalu