Sosialurinarkiv
Sosialurin 2009-05-20, síða 2
Tak niður PDF av hesari síðu Stórt myndaskrá

mikudagur 20. mai 2009síða 2

‹ fyrra síða allar 40 síður næsta síða ›

Tekstur á síðuni

2 tíðindi Nr. 95 - 20. mai 2009 3,5 milliónir til Suðurstreym Tey 80 fólkini, sum eru skrásett at hava bráðfeingis tørv á búplássi í Suðurstreymoy, fáa nú betri tænastu frá Nærverkinum. Eykajáttanin á 3,5 mió kr., sum nú er samtykt, er oyrmerkt til tey, ið hava bráðfeingistørv á búplássið í Suðurstreymi. -Sum øllum kunnugt mangla vit røktarheimspláss í Suðurstreymi, og heimarøktin hevur tíverri ikki havt nokk starvsfólk til at kompensera fyri hendan tørvin. Tað hevur merkt, at eitt nú avvarðandi hava verið noydd at traðka til. Við eykajáttanini verður møguligt at fáa fleiri hendur til tey røktarkrevjandi eldri í Suðurstreymi, so hesi kunnu fáa eina nøktandi tænastu, sigur Rósa Samuelsen, landsstýriskvinna, í tíðindaskrivi Íverksetaradagur 29. mai Annan fríggjadag skipar íverksetarahúsið fyri íverksetaradegi , sum verður hildin í Listaskálanum í Havn. Á degnum verða tríggjar nýggjar ætlanir lagdar fyri almenningin, og fleiri fyrilestrar verða eisini á skránni. Høvuðsnavnið er Jan Sargent Larsen, sum eisini verður kallaður the Mad Man, og sum verður roknaður sum ein tann besti motivatorurin í Danmark. Boðskapur hansara snýr seg um at finna røttu motivatiónina í krepputíðum. Á aðalfundinum hjá Føroya Tele fríggja­ dagin kundi leiðslan vísa á eitt ársúrslit upp á 18,3 milliónir krónur eftir skatt í 2008. Hóast tað kann runga í oyrunum á fleiri, at úrslitið ikki er nógv meira enn nøktandi, er tað eitt neyðugt yvirskot Vinnubúskapur Rógvi Nybo rogvi@sosialurin.fo Eftir at fimm milliónir eru útgoldnar í vinningsbýti til landskassan, tríggjar milli- ónir eru settar av til starvs- fólk, ið vórðu søgd úr starvi í november, fýra milliónir til hægri rentuútreiðslur, sjey milliónir til dýrkað uttalandssamband, ella til- samans 23 milliónir krónur í meirútreiðslum, kundi Før- oya Tele fríggjadagin vísa á eitt yvirskot á 18,3 milliónir krónur eftir skatt í 2008. - Alt tikið við, so er tað eitt gott úrslit. Sjálvandi var tað betri, um úrslitið var størri, men man er ikki harri yvir øllum teimum tingunum, sum henda. Tað sigur Kristian R. Davidsen, stjóri í Føroya Tele. Framtíðin krevur yvirskot Nevndin og leiðslan í Føroya Tele fegnast um, at tað eydnaðist samtakinum at koma úr 2008 við einum rímiligum avlopi, og at tað tí eydnaðist at halda fast í kósini, tey hava sett sær fyri. Men hví eitt yvirskot á 18,3 milliónir krónur ikki eru meira enn eitt rímiligt avlop, eru tað fleiri, ið munnu ivast í. Nógv kunnu kanska freistast til at siga, at yvir- skotið varð betri nýtt til at lækka prísirnar á telefoni og internet, heldur enn til eina glæstriborg og glins- andi gratisavísir. Men sambært stjóranum á Føroya Tele er tað neyðugt við einum slíkum yvirskoti, skal fyritøkan kunna ganga á odda í tøkniligu menningini á føroyska samskiftismarknaðinum. - Ein sunn fyritøka er áhugaverd fyri eigaran, og ein fyritøka sum einki yvirskot hevur, hvat virði hevur hon fyri eigaran. Vit vilja reka fyritøkuna so effektivt sum møguligt. Skal tú samstundis verða við til at tryggja tær nýggj- astu tænasturnar til kundan, so er tað neyðugt, at tað verður eitt ávíst yvirskot, til tess at fáa neyðugu orkuna til tað, sum framtíðin krev- ur, sigur Kristian R. David- sen, stjóri í Føroya Tele. Lítið rúm fyri at snáva Føroya Tele er ein samskiftisfyritøka við ein- um umsetningi í 2008 á 435,8 milliónir krónur. Yvir- skotið fyri 2008 er sostatt góð fýra prosent av umsetninginum. Nógv rúm er sostatt ikki til at snáva, tá feilmarginalurin er so lítil. Tískil er tað neyðugt hjá leiðsluni at reka fyritøkuna so effektivt sum gjørligt. - Tað verða altíð nøkur fólk, sum vera ónøgd við at felagið hevur yvirskot heldur enn at lækka prísin, men tað verða nokk líka nógv ónøgd fólk, um fyri- økan koyrdi við undirskoti, og peningurin í síðsta enda mátti hálast úr lands- kassanum. Men í síðsta enda er tað ein eigara- spurningur, um fyritøkan skal geva yvirskot ella ikki, og eigarin er landið, greiðir Kristian R. Davidsen, stjóri í Føroya Tele, frá. Fyri 2009 hevur felagið vónir um eitt betri ár enn 2008. - Vit vænta at tað verður størri enn í 2008 og minni enn í 2007, tá tað var 38,5 milliónir. So eg rokni við at tað verður umleið 30 milli- ónir krónur, sigur Kristian R. Davidsen, samtaksstjóri. Eftir aðalfundin hjá Føroya Tele fríggjadagin, er nevndin í felagnum eisini broytt. Johan Dahl, Landsstýrismaður, hevur økt nevndina við einum limi, og harafturat eru tað nú fleiri konufólk enn mannfólk í nevndini aðalfundur Rógvi Nybo rogvi@sosialurin.fo Almenna samskiftisfyritøk- an Føroya Tele hevði aðal- fund fríggjadagin. Umframt at leggja fram roknskapin fyri 2008, skuldi nevndin veljast av nýggjum. Landið eigur 100 prosent av fyritøkuni, og velur tí øll umboðini í nevndina, starvsfólkaumboðini und- antikin. Landsstýrismaðurin í Vinnumálum, Johan Dahl, kom veruliga í andglettin, tá hann fyrr í ár broytti støddina av nevndini í Atlantsflog, til tess at kanna tí almenna størri ræðisrætt á felagnum. Fríggjadagin kom eisini fram, at Johan Dahl hevði gjørt tað sama við nevndina í Føroya Tele, ið varð vaksin úr fimm upp í seks limir. Hetta hevur tó ikki vakt líka nógvan ans, helst orsakað av at eingir privatir partaeigarar eru í felagnum, og tí at felagið ikki er skrásett á virðisbrævamarknaði. Sostatt skuldu seks fólk veljast í nevndina, fýr a av landsstýrismanninum og tvey av starvsfólkunum. Landsstýrið hevur valt tríggjar nýggjar nevndarlimir í fyritøkuna. Reidar Nónfjall og Randi Frederiksberg eru farin úr nevndini, og inn eru komin Fanny Petersen, Eyðhild Skaalum og Klaus Pedersen. Heini Zachariassen er valdur aftur, og heldur áfram sum nevndarformaður. Starvsfólkini eiga eisini tvey umboð í nevndini, og fyri starvsfólkini eru Ulla Stenberg og Jónhild Rasmussen, sum eisini er næstforkvinna. Hetta merkir so, at tað nú eru fýra konufólk og tvey mannfólk í nevndini. Fleiri konufólk enn mannfólk í nevndini Føroya Tele: Neyðugt við stórum yvirskoti Nógv kunnu freistast til at siga, at yvirskotið á 18 milliónir krónur var betri nýtt til at lækka prísirnar, heldur enn til eina glæstriborg og glinsandi gratisavísir. Men sambært stjóranum á Føroya Tele er tað neyðugt við einum slíkum yvirskoti, skal fyritøkan kunna ganga undan í tøkniligu menningini á føroyska samskiftismarknaðinum Savnsmynd