Sosialurinarkiv
Sosialurin 2009-05-20, síða 3
Tak niður PDF av hesari síðu Stórt myndaskrá

mikudagur 20. mai 2009síða 3

‹ fyrra síða allar 40 síður næsta síða ›

Tekstur á síðuni

Nr. 95 - 20. mai 2009 3 lýsing F j ø l m i ð l a r o g s a m f e l a g www.sosialurin.fo Høgni Hoydal formaður í Tjóðveldi og fyrrv. sjónvarpsmaður í Miðlahúsinum fríggjakvøldið 22. mai kl. 19:30 Hvønn týdning hevur tað fyri føroyska samfelagið, at vit hava dagbløð, útvarp og sjónvarp. Hetta er heitið á pallborðsfundi, sum verður í Miðlahúsinum í Vágsbotni fríggjakvøldið klokkan 19.30 Fjølmiðlarnir rúma nógv í gerandisdegnum hjá mongum fólkum. Men hevur tað týdning fyri okkum og føroyska samfelagið, at vit hava bløð, útvarp og sjónvarp! Henda spurningin fer ljós at verða varpað á á einum pallborðsfundi í Miðlahúsinum í Vágsbotni fríggjakvøldið 22. mai klokkan 19.30. Hans Engell, fjølmiðlamaður og viðmerkjari og fyrrverandi politikari og ráðharri í Danmark og fyrrv. blaðstjóri á Ekstrablaðnum fer at halda fyrilestur um týdningin fjølmiðlarnir hava sum heild. Hann verður so eisini við í einum pallborði, har hinir luttakararnir eru: Helena Dam á Neystabø, landsstýriskvinna í mentamálum, Høgni Hoydal, formaður í Tjóðveldi og fyrrv. sjónvarpsmaður og Tróndur Djurhuus, fyrrv. sjónvarpsstjóri. Orðstýrari er Jóannes Dalsgaard fyrrv. Deildarleiðari í Mentamálaráðnum. Tað er Miðlahúsið, sum skipar fyri til­ takinum, ið verður sent beinleiðis á Rás2. Tiltakið er alment. Tróndur Djurhuus fyrrverandi sjónvarpsstjóri Hans Engell fyrrv. blaðstjóri á Ekstrablaðnum