Sosialurinarkiv
Sosialurin 2009-05-20, síða 18
Tak niður PDF av hesari síðu Stórt myndaskrá

mikudagur 20. mai 2009síða 18

‹ fyrra síða allar 40 síður næsta síða ›

Tekstur á síðuni

18 tíðindi Nr. 95 - 20. mai 2009 Stóru flokkarnir missa Fíggjargølan í tí politiska umhvørvinum í Bretlandi fær nú fólk at venda sær frá teimum stóru flokkunum. Ein nýggj meiningakann­ ing hjá blaðnum The Guardian vísir, at Arbeiðaraflokkurin hevði fingið 28 prosent av atkvøðunum, var parlamentsval nú, og at kon­ servativi flkokkurin hevði fingið 39 prosent. Tað merkir sambært blaðnum, mat báðir flokkarnir hava mist veljarar teir seinastu dag­ arnar. Politiskir eygleiðarar í London vænta, at misnøgdin við teir stóru flokkarnar fer at geva teimum smáu flokkunum nógvar atkvøður á kommunu­ og ES­valinum, sum verða í næsta mánað. Eygleiðararnir siga, at úrslitið tá verður avgerandi fyri politisku lagnuna hjá Gordon Brown, forsætisráðharra. 100.000 kanska smittað Heilsumyndugleikarnir í USA bera nú ótta fyri, at umleið 100.000 fólk kunnu vera smittað við svínakríminum H1N1, sum nú er staðfest í 48 amerikonskum statum. Umleið 200 børn og fólk á ungum aldri hava havt brúk fyri viðgerð á sjúkrahúsi, og seks fólk eru deyð av sjúkuni. Anne Schuchat, sum er lækni á sóttverjustovninum í New York, sigur við AP, at teir 5.123 skrásettu tilburðirnir og tey seks deyðu eru bara toppurin á ísfjallinum. Vanliga doyggja umloeið 35.000 amerikanarar av influensu um árið, men tá er yvirhøvur talan um fólk, sum eru oman fyri 65 ár. Svínakrímið rakar harafturímóti serliga tey ungu. ­ Eg fari at royna at ganga so nógv sum gjørligt í aðru viku, tá útivikan er, og tað fara starvsfólkini í Tinganesi eisini. Sum er, flyti eg meg nógv, men eg haldi hetta vera eitt gott tiltak at seta fokus á rørslu, og tað er gott fyri vælferðina, sum kann spara pengar í heilsuverkinum. Nógva fokusið á rørslu ger at fleiri fólk eru at síggja úti í náttúruni. Rørsla skapar styrki, sum skapar vælveru. Hvat gera landsstýrisfólkini? ­ Landsstýrismaðurin ger nógv fyri at halda seg í form. Hann bæði rennur, súkklar og roynir at renna eitt sindur. Sjálvsagt royni eg at eggja mínum starvsfólkum til tað sama. Um tú hyggur eftir ráðnum, sært vit ganga nógv á okkara arbeiðsplássi. Og tað fara vit eisini at gera á útivikuni. ­ Vit eta sunnan mat her í uttanríkisráðnum, og so eru starvsfólkini farin undir at nýta tveir døgurðatímar um vikuna til rógving. Tey rógva á vágni. Sjálvur eri eg ongantíð sloppin upp í part enn. Rógvingin er fingin í lag av egnum vilja, og uttan diktat frá mínari síðu. Føroyar í rørslu Eilen Anthoniussen eilen@sosialurin.fo ­ Her verður ikki gjørt nakað serligt. Frukt stendur á borðinum, um mann kann kalla tað sunnan mat. Men mann burdi helst tikið tað upp, tí hetta er eitt fínt initiativ. Eg havi kortini ongan hug at broyta mína egnu lívsførslu. Eg íðki ikki so nógva ítrótt, men eg syrgi fyri at ganga av og til. Kaj Leo Johannesen, løgmaður: Raðfesting av rørslu og sunnum kosti er misjøvn millum landsstýrisfólkini, vit hava sett spurningar um rørslu Jørgen Niclasen, landsstýris- maður í uttan- ríkismálum: Johan Dahl, landsstýris- maður í fiskivinnu- og tilfeingis- málum: Jacob Vester- gaard, landsstýris- maður í vinnumálum: