Sosialurinarkiv
Sosialurin 2009-05-20, síða 19
Tak niður PDF av hesari síðu Stórt myndaskrá

mikudagur 20. mai 2009síða 19

‹ fyrra síða allar 40 síður næsta síða ›

Tekstur á síðuni

19 tíðindi Nr. 95 - 20. mai 2009 Í gjár kom fram, at Alfred Olsen, Tór- bjørn Jacobsen og Karsten Hansen ikki verið burtur til nakran fund í allari tingsetuni, og sam- bært teimum sjálvum, er tað millum annað, tí at teimum dámar ar beiðið so væl Uppmøting Eirikur í Jákupsstovu eij@sosialurin.fo Teir tríggir eru allir samdir um, at orsøkin til, at teir eru so nógv í tinginum, er, at teim um dámar arbeiðið so øgi liga væl. - Eg trívist væl í tinginum og í tingarbeiðnum sum heild, og at mann møtir til ar beið is er nakað, eg havi ver ið vanur við at alt mítt arbeiðslív, sigur Tórbjørn Jacob sen, tingmaður, sum sjálv ur triði hevur møtt til hvønn fund í tingsetuni. Karsten Hansen tekur und ir við Tórbirni Jacobsen og greiðir frá, at tað er ein spurn ingur um hugburð. - Eg fari á tingfund, tá tað er tingfundur, tí tað er mítt arbeiði. Við hvørt stendur mann undrandi, tá fólk spyr ja, hvat annað mann ger. Millum manna er tað næst an vorðið til, at ting- arbeiðið er vinstra honds- arbeiði, og mann skal gera okkurt annað eisini, sigur Kar sten Hansen. Alfred Olsen kundi ikki ver ið meiri samdur við hin- ar báðar. - Eg gleði meg at koma til arbeiðis hvønn dag, og eg haldi øgiliga lítið um, at summi næstan ikki hava tíð at vera í tinginum. Tey hava boð ið seg fram, og tá tað berst frá, eru eykamenn eisi ni, sum kunnu taka stól- in. Tí haldi eg ikki, at tað er nøkur orsøk til at nakar stól ur í tinginum stendur tóm ur, sigur Alfred Olsen, sum sambært honum sjálv- um, bara hevur verið ein dag burtur úr tinginum sein as tu 11 árini. Heilsan nakað at siga Men teir eru eisini allir trígg ir samdir um, at heilsan hjá fólki hevur ein avgerandi leik lut. - Eg havi verið øgiliga hepp in at hava eina góða heil su, greiðir Alfred Olsen frá. - Sjálvandi kann sjúka gera, at fólk ikki fáa møtt, men eg haldi uppmøtingin er ein spurningur um hug- burð, sigur Karsten Han- sen. Tórbjørn Jacobsen tekur und ir við teimum báðum, men hann heldur ikki, at tann læknar og annað eru nakað mann fær orðna teir fleiri enn 260 dagarnar, tá ong in tingfundur er. - Eg hevði einaferð lungna bruna umborð, men eg kundi ikki lata stýri- mann in ganga vakt alt døgn ið, sigur Tórbjørn Jacob sen, sum heldur tað vera ein sjálvfylgju, at mann møtir upp til ar beið- is. Einasta lógarsmiðjan Hóast Tórbjørn Jacobsen ikki heldur, at upp møting neyð tur viliga merkir, at ein tingmaður er dugnaligur, so heldur hann at teir hava ein skyldu at møta í tinginum. - Hetta er einasta lógar- smiðja í landinum, og tí hal di eg at mann kann møta upp, teir fáu dagarnar, smið j an er opin, sigur Tór- bjørn Jacobsen. Karsten Hansen og Tórbjørn Jacobsen hava saman við Alfredi Olsen møtt til hvønn einasta tingfund í hesi setuni. Alfred Olsen er í Eysturoynni í dag, men nú er tingið eisini fari í feriu Hesir elska tingarbeiðið Sambært Norð lýs in- um í gjár var Másin ikki nóg fínur til starvs fólkini hjá Strand ferðsl uni, tá tey vóru útferð í Svínoy leygar dagin. Men sam bært stjóranum á Strandferðsluni var tað ikki Másin, sum hevði skuldina. Tað var ferðaætlanin SamferðSla Eirikur í Jákupsstovu eij@sosialurin.fo Í gjár skrivaði Norðlýsið á for síðuni, at Másin ikki var nógv fínur til starvsfólkini hjá Strandferðsluni, tá tey vóru útferð í Svínoy leygar- dag. Fólkini hjá Strand- ferðsl uni fóru nevniliga við Silju Star, Froyu og Alfa Pilos. Tað var tað ókeypis at sigla við Másanum og øll um øðrum oyggjaleiðum leygardagin, og tí skuldi sam bært Norðlýsinum ver- ið laga manni at siglt við Mása num til Svínoyar. Sambært Norðlýsinum vísir hetta, at Másin ikki er nóg góður til fólkini í øki- num, tí sjálvt ábyrgdarfólkini av skipinum, halda hann ikki vera nóg góðan til ein stutt leikatúr. Tí undrast Norð lýsið, at Másin skal vera nóg gott samband við um heimin hjá teimum í Fugl oy og Svínoy. Bogi Mortensen, stjóri á Strandferðsluni, er als ikki samdur við Norðlýsinum. - Vit eru ikki ov fín til Másan. Vit fóru eina útferð, sum vit fara á hvørjum ári. Úferðin varð fyriskipað av starvsfólkaleiðaranum, og hann hevði valt hendan leist in til útferðina, sigur Bogi Mortensen. Hann leggur afturat, at tað hevði passað so illa við ferðaætlanini, tá fólk skulu koma allastaðni úr landi- num. Enntá úr Suðuroy. Men er ferðaætlanin so nóg góð, tá tað ikki ber til at koma til Svínoyar úr Suður oy sama dag? - Tað ber altíð til at diskutera, um ferðaætlanin er nóg góð, men vit skipa ferð a æt lanina so væl, sum vit kunnu, útfrá teimum arbeið s karmum og fíggjar- karm um, sum vit eru undir- løgd, sigur Bogi Morten- sen. Bogi Mortensen, stjóri á Strandferðsluni, staðfestir, at tað ikki var Másin, sum var orsøkin til, at fólkini hjá Strandferðsluni ikki fóru við Másanum, tá tey vóru útferð í Svínoy leygardagin Tað var ferðaætlanin ikki Másin 30 ár við Mezzoforte Heimskendi íslendski tónleikabólkurin Mezzoforte spælir í Norðurlandahúsinum fríggjakvøldið 29. mai. Mezzoforte hevur brotið slóð fyri íslendskum tónleiki uttanlands. Bólkurin var stovnaður í 1977. Fýra ungir vinmenn, sum allir brendu fyri í fusjóns -og funk tónleiki, stovnaðu bólkin, og fyrsta fløgan kom út í 1979. Í 1983 gjørdust teir heimskendir við lagnum “Garden Party”. Lagið kom á hittlistarnar um allan heim, og Mezzoforte fekk altjóða viðurkenning. Mezzoforte hevur lætt um hjá øðrum bólkum og einstaklingum at verða kendir uttanlands.