mikudagur 20. mai 2009síða 22
‹ fyrra síða allar 40 síður næsta síða ›
Tekstur á síðuni
22 tíðindi
Nr. 95 - 20. mai 2009
Skaðar
Eirikur í Jákupsstovu
eij@sosialurin.fo
Tað endar ikki altíð líka
lukkuligt,
tá
kantórmýs
verða koyrdar út at flyta
seg. Hetta mátti Elin Wang,
sum sjálv skipaði fyri Tórs
degnum, sanna, tí tá hon
skuldi loypa upp um ein
plint uttanfyri badminton
høllina gekk heilt galið.
Eg veit ikki reiðiliga,
hvat hendi, men annað bein
ið kom ikki upp um plintin,
so eg fór sendandi fram
eftir rommum, men samaritt
arnir vóru har beinanvegin
at taka sær av mær. Sindur
undarligt, at fyriskiparin
skal vera tann fyrsta, sum
fær skaða, greiðir Elin
Wang frá.
Hon var langt frá tað
einasta av teimum fleiri enn
700 fólkunum á degnum,
sum fekk skaða. Ein breyt
fótliðið, ein keikti armin og
tvey fingu snudd í andlitið.
Men tá talan er um fleiri
enn 700 fólk, so er Tórs
havnar kommuna ikki heilt
lamin av degnum.
Tá fólk fáa skaða soleiðis,
so gevur tað vanliga nakrar
sjúkradagar, so kanska er
tað ikki so sunt at loyva
kantórmýsnum av borgini.
Ein góður dagur
Hóast Elin Wang fekk
skaða á Tórsdegi, sum
hevði savnað øll starvsfólk
hjá Tórshavnar kommunu,
so heldur hon, at dagurin
eydnaðist heilt væl.
Tey byrjaðu longu klokk
an 9 leygarmorgunin við
upphiting. Síðan var kapp
ing gjøgnum tað mesta av
degnum har millum annað
postarenning,
togtogan,
longdarlop og renning vóru
á skránni, í og kring ymiskar
hallir og á Tórsbreyt.
Klokkan 16 endaði sjálv
kappingin við eini kapping
um at mjólka. Fimm kýr
vóru funnar fram, og so
sluppu luttakarar at kappast
um tað eisini.
Borgarstjórin silvur
Tá talt var upp, gjørdist
greitt, at Heðin Mortensen,
borgarstjóri, og Jens Marius
Poulsen,
kommunustjóri,
sum vóru á liði saman, ikki
vóru á vinnandi liðnum,
men helst hava teir ikki
verið so vónbrotnir, tí teir
endaðu við at fáa silvur.
Heðin Mortensen er fegin
um silvurið, hóast hann
ætlaði at vinna.
Sjálvandi vildi eg vinna,
men silvur man vera í lagi,
sigur borgarstjórin.
Endaðu við veitslu
Tá ítróttartiltøkini vóru av,
fóru ymisku partarnir, hvør
til sín at fáa sær ein bita.
Tey flestu fóru at eta saman,
og longu klokkan 21 hittust
øll aftur í høllini á Hálsi,
har veitsla var hildin fyri
øllum.
Eisini Elin Wang var í
veitslu. Tá hevði hon verið
á skaðstovuni, har hon
hevði fingið gips á armin
og nakrar pentur.
Ja, klokkan tvey var eg
har uppi aftur, sigur Elin
Wang, sum heldur at tað er
vinnaraandin í fólki, sum
gjørdi, at tað vóru so nógv,
sum fingu skaða.
Tórsdagur breyt
samskiparan
sundur
Hjalti dansaði seg til oddasessin
12 ára gamli Hjalti W. Dahl Christiansen, dansaði seg inn í hjørtuni hjá dómarunum, og gjørdist fríggjakvøldið ársins
Talent í Margarinfabrikkini. Fríggjadagin 15. mai var finalan í talentkappingini, sum Margarinfabrikkin skipaði fyri.
Tveir dagar áðrenn finaluna var innleiðandi umfar, og vóru tað fimm innsløg, sum komu víðari til finaluna, at
kappaðust um at vera ársins talent í Margarinfabrikkini og eigarin av einum Ipod Nano frá Ekspert. Umleið 80 børn
og ung høvdu leitað sær oman í Margarinfabrikina fríggjadagin og eisini vóru nøkur foreldur,ommur og abbar sum
áhoyrarar. Kappingin byrjaði við, at ungi bólkurin Plastic Hero, sum venja uppiá í Margarinfabrikkini, spældu nøkur
løg og fingu lív í fjøldina, áðrenn kappingin byrjaði. Luttakararnir bæði dansaðu og sungu, men tað var bert ein
vinnari av kappingini og tað bleiv 12 ára gamli Hjalti W. Dahl Christiansen, sum dansaði seg inn í hjørtuni hjá
dómarunum. Hann dansaði robotdans til lagið ”Robot Music”við Turf Talk. Fyriskiparar og børnini í Margarifabrikkini
vóru sera væl nøgd við tiltakið, sum avgjørt verður afturvendandi tiltak niðri í Margarinfabrikkini.
Elin Wang, samskipari, var bara ein av fimm fólkum,
sum brutu seg sundur, tá Tórshavnar kommuna
skipaði fyri ítróttardegi fyri starvsfólkini um
vikuskiftið. Sjálv fekk hon størsta skaðan, tá hon breyt
annan armin, keikti hin og fekk snuddir í andlitið
Elin Wang, samskipari, breyt annan armin og keikti hin á Tórsdegi leygardagin
Mynd: Jens Kristian Vang
Bláa eygað og penturnar fekk Elin Wang somuleiðis, tá hon
fór sendandi skeivt upp um ein plint við Badmintonhøllina
leygardagin
Mynd: Jens Kristian Vang