Sosialurinarkiv
Sosialurin 2009-05-20, síða 23
Tak niður PDF av hesari síðu Stórt myndaskrá

mikudagur 20. mai 2009síða 23

‹ fyrra síða allar 40 síður næsta síða ›

Tekstur á síðuni

23 [ Nr. 95 - 20. mai 2009 ] FLOGBÓLTUR Hilmar Jan Hansen einslistir@kallnet.fo Tá talan er um flogbólt í Oyggja leikahøpi, plaga Fø r oyar at standa í fremstu røð á øllum økjum, bæði við víkj andi spælinum og ikki minst dømingini. Okk­ ara altjóða dómari, Jan Hent ze, hevur saman við Tummas Óla Mortensen ver ið eitt lýsandi umboð fyri flogbóltsdøming, tá hon er best. Men hóast dygdirnar hava verið eyðsýndar fleiri ferð ir, eru ikki boð eftir teim u m báðum, nú Oyggja­ leik irnir á Álandi standa fyri durum. Álendsku fyri­ rei k ararnir hava helst verið greið ir yvir, at dómara­ dygd in ofta hevur verið nak að svingandi – ikki minst í Hetlandi í 2005 – og tí hava teir valt at bundið um heilan fingur og biðið svenskar og finskar dómarar dømt flog bólts kapp ing ar­ nar. – Tað hevði verið stuttligt at sloppið við, men svenskir og finskir dómarar skuldu tó borgað fyri dygd. Serliga, um talan verður um dómarar á hægsta stigi í Svøríki og Fin landi, tí har eru nógvir, sum eru sera dugnaligir, sig ur Jan Hentze, ið tí noyðist at bíða til seinni í juli mánaði at fáa sín altjóða dyst nummar 50. Hevði hann verið við á Oyggja leikunum, hevði hann komið upp á runda tal ið har, tí hann hevur higar til dømt 48 altjóða dyst ir. Í staðin verður rundi dyst ur in tann seinni av tveim um dystum í European League­kappingini millum Bret land og Spania, sum verða spældir í Sheffield í Ong landi vikuskiftið 10. til 12. juli. – At fyrireikararnir av flo g bóltinum á Álandi velja eina loysn, ið fevnir um ein pakka við fleiri dómarum, skilji eg væl og tað sigi teir held ur ikki ringar fyri. Hóast nógvir dystir eru, har stórur munur er á liðunum, so krevja teir jøvnu og tøttu dystir nir, at talan er um góð ar dómarar, sigur Jan Hent ze. – Og eg kann saktans bíða til vikuna eftir Oyggja­ leikir nar, tá eg sleppi at døma Bretland, sum byggir eitt nýtt lið upp til olymp­ isku leikirnar í London í 2012, og Spania, sum fyri tveimum árum síðani var numm ar fýra í EM­ enda­ spæli num og telist millum frems tu flogbóltstjóðir í Eu ropa. Mitt í juni kemur danska kvinnu lands­ liðið í flogbólti til Før oya at spæla tveir dyst ir ímóti føroyska kvinnu landsliðnum. – Hetta verður bæði upphiting til Oyggja­ leikirnar á Álandi og eitt høvi at vísa kvinnu flogbólt á hægri stigi, sigur Magnus Tausen, for­ mað ur í Flogbólts­ sam bandi num FLOGBÓLTUR Hilmar Jan Hansen einslistir@kallnet.fo Tá føroysku flog bólt s­ kvinn urnar taptu finaluna ímó ti Saaremaa á Oyggja­ leiku num á Rhodos fyri tveim um árum síðani, gjørd ist tað endin á einari drúgv ari sigursrøð í oyggja­ leika høpi, tí fýra ferðir á rað høvdu kvinnurnar vunn ið gull, men hesa ferð gjørd ist tað »bert« til silv­ ur. Nú einir nýggir Oyggja­ leikir standa fyri framman á Álandi, ætla kvinnurnar og Flogbóltssambandið at vinna trúnuna aftur, og tí verður stórur dentur lagdur á best møguligu upp hiting­ ina. Og ikki kann sigast ann að, enn at tað er eydnast, tí mitt í juni kemur danska A­landsliðið hjá kvinnum til Føroya at spæla tveir dyst ir. – Vit hava so ofta ætlað at fing ið okkurt dygdargott lið hendavegin at spæla, so før oyingar eisini kunnu sleppa at uppliva flogbólt á hægri stigi í Føroyum. Tá vit nú vendu okkum til tey, ið standa fyri danska kvinnu landsliðnum, var mest sum leyst og liðugt beinan vegin. Tað eru vit øgi liga fegin um, sigur Magnus Tausen, formaður í Flog bóltssambandinum. Sum skilst, er ætlanin, at danska liðið skal koma til Før oya fríggjadagin 12. juni. Leygarmorgunin 13. juni verður leiðin løgd til Suður oy ar, har ein dystur skal spælast í Trongisvági klokkan 15. Aftan á hann verður farið norðuraftur, og ávegis til flogvøllin taka lið ini so ein dyst aftrat á Gilja nesi sunnudagin 14. juni klokkan 14.15. Sterk mótstøða – Okkara kvinnur fara til Trongisvágs longu henda sama fríggjamorgunin, so tær eru saman á einari lítlari venjingarlegu har, áðrenn fyrri dysturin verður spæld­ ur, og so fylgjast liðini norðuraftur, sigur Magnus Tau s en, sum fegnast um møgu leikan at fáa eitt so gott landslið hendavegin at spæla. – Vit eru sum oftast farin av landinum at fyrireika okk um, men at vit nú fáa eitt gott landslið henda veg­ in, er uppaftur betri. Og nógv betri upphiting til Oyggja leikirnar kundu vit ikki ynskt okkum, tí danska kvinnu landsliðið er so mik­ ið gott, at okkara kvinnur óivað fáa sterka mótstøðu og tí kunnu fáa nógv burtur­ úr. Danska A­landsliðið hjá kvinn um spælir eitt nú sínar EM­undankappingarnar í B­bólkinum, sum er ein bólk oman fyri bólkin, Før­ oyar plaga at spæla í. Og her fyri hava donsku kvinnur nar vunnið á Lux­ em bourg, sum fyri júst ein­ um ári síðani vann EM­ undan kappingarbólkin, sum var spældur í Før oy­ um. – Hetta skuldu blivið tveir dystir, har okkara lands liðs kvinnur veruliga fingu seg royndar, og óivað verð ur hetta eisini eitt fínt høvi at royna nýggja spæli­ háttin, sum leggur upp til nógv skjótari spæl, enn vit áður hava sæð hjá kvinnu­ num, sigur Magnus Tausen. – Sama broyting verður eisini gjørd á mans lands lið­ num, so vit gleða okkum til Oyggjaleikirnar, har vit fáa at síggja, um hetta kanska verður besta vápnið ímóti lið um sum Saaremaa, ið van liga hava stórar og blokk sterkar spælarar, sum vit við skjóta spælinum skulu royna at spæla uttan­ um. SAMBAND jákup Mørk jAkup@SoSiAluriN.fo tlf. 341800 ítróttur Danska A-landsliðið til Føroya Tað er vorðið sum upphiting til Oyggjaleikirnar á Álandi, føroysku flogbóltskvinnurnar fáa, nú danska A-landsliðið kemur hendavegin at spæla tveir dystir Mynd: Jens Kristian Vang Oyggjaleikir uttan føroyskar dómarar Jan Hentze og Tummas Óli Mortensen verða ikki dómarar á Oyggjaleikunum á Álandi, tí fyrireikararnir hava gjørt av at fáa flogbóltsdómarar úr Svøríki og Finlandi í staðin. – Tað hevði verið stuttligt at sloppið við, men svenskir og finskir dómarar skuldu tó borgað fyri dygd, sigur Jan Hentze