Sosialurinarkiv
Sosialurin 2009-05-20, síða 24
Tak niður PDF av hesari síðu Stórt myndaskrá

mikudagur 20. mai 2009síða 24

‹ fyrra síða allar 40 síður næsta síða ›

Tekstur á síðuni

24 [ Nr. 95 - 20. mai 2009 ] Um NSÍ skal varð­ veita støðuna í toppinum, so er tað alneyðugt at vinna størri úrtøku ímóti eitt sindur sperda ÍF, enn tað hevur eydnast at vunnið burtur úr tveimum teimum fyrstu oyggja­ uppgerðunum í ár Fótbóltur Jákup Mørk jakup@sosialurin.fo Seinnapartin í morgin verður oyggjauppgerð í Fuglafirði. NSÍ, sum er næstovast, og sum framdi megnar avrik í Gundadali síðsta sunnudag, fer at vitja, og fyri báðar partar er talan um sera týdningarmikla uppgerð: - Kappingin er framvegis ung, men vit kunnu bara staðfesta, at vit eru nærri niðurflytingarplássunum, enn vit høvdu roknað við og ætlað, sigur ÍF mið- vallarin Høgni Zacharias- sen. ÍF hevur sjey stig og er tískil bara eitt stig frá 9. plássi. Fuglfirðingar høvdu vónað, at tað skuldi eydnast teimum at vinna góða úrtøku á heimavølli, men higartil hevur tað ikki verið meiri enn passaligt. Teir hava fingið fult ímóti KÍ og B68, og teir hava tapt ímóti B36 og HB, sum ÍF sunnudagin einki megnaði at gera við. -Vit hava ikki skorað nóg nógv, og so mugu vit staðfesta, at tað hevur verið ov lætt hjá mótstøðuliðunum at skjóta mál ímóti okkum. Vit arbeiða væl undir venjing, og vit vóna, at tað fer at síggjast aftur, sigur Høgni Zachariassen, sum vísir á, at tað eru nøkur viðurskifti, sum í orðsins sanna týdningi halta: - Bartal Eliasen var ikki við ímóti HB, og tað er rættuliga óvist, um hann verður førur fyri at spæla í morgin. Hans Pauli Petersen er skaddur, hjá Hanusi Eliasen gongst illa at sleppa heilt av við lærskaða, og eg eri ikki vísur í, at eg verði førur fyri at spæla í morgin orsaka av lærskaða. Positivt er tað, at Balasz Sinko er tøkur aftur eftir leikbann. Eru tað stig, sum tit iðra tykkum serliga nógv um at hava mist? - Í Sørvági endaði tað javnt, eftir at vit stutt framm- anundan høvdu vunnið 3-0 har vesturi í steypakapp- ingini. Í landskappingar- dystinum var avrikið ikki nóg gott, og tað var heldur ikki nóg gott, at vit einki fingu burturúr ímóti B36 á heimavølli. Kapping um plássini Hjá NSÍ var sigurin á B36 í Gundadali serliga søtur, eftir at teir í Runavík høvdu tapt ímóti Víkingi og spælt javnt ímóti B68. Venjarin, Pauli Poulsen, heldur, at tað hevur stóran týdning fyri moralin, at tað eydnaðist at venda hóttandi 2-0 tapi til 3-2 sigur: -Eg haldi ikki, at vit vóru verri enn teir í 1. hálvleiki. Trupulleikin var, at vit ikki vóru nóg avgjørdir, tá ið vandamikli Sam Malsom hótti, og tað kostaði tvey mál. Sovornum mugu vit læra av og fegnast um, at tað í síðsta enda ikki kostaði stig. Tað hevur ikki hilnast so væl í oyggjauppgerðunum higartil í ár? - Eg haldi ikki, at tað plagar at vera ein trupulleiki hjá NSÍ. Í fjør vunnu vit allar dystirnar ímóti ÍF og B68, men vit taptu allar ímóti Víkingi. Vit hava longu tapt 2-1 ímóti Víkingi, og tað var ikki, sum vit høvdu ætlað, at tað endaði 2-2 á heimavølli ímóti B68. Men nú hava vit møguleikan enn eina ferð at vinna á útivølli, og vit fara eftir øllum stigunum. Í fjør vóru dystirnir ímóti ÍF tættir og spennandi, stað- festir Pauli Poulsen. NSÍ venjarin hevur allar sínar spælarar tøkar. Eingin er leikbannaður, og eingin er skaddur. Tað er kapping um plássini, og nú dystar- skráin er so tøtt, útihýsir venjarin ikki, at onkrar skift- ingar fara at verða gjørdar. -Tað hevur týdning at hava sama liðið, men eg haldi, at tað ber til at gera einstakar broytingar, og tað umhugsa vit. Millum teirra, sum stríð- ast fyri at sleppa framat, men sum higartil ikki hava spælt so nógv, eru málverjin Tórður Thomsen, Jens Joensen í verjuni, og framrættaðu Øssur Dalbúð og Klæmint A. Olsen, sum varð settur á vøllin beinan- vegin í 2. hálvleiki ímóti B36 og takkaði fyri álitið við at skora. Lokalu uppgerðirnar skulu kosta minni Fuglfirðingar hava í ár biðla móti ovaru helvt av stigatalvuni. Eitt stórt fet kann takast, um teir vinna dystin móti NSÍ Dagur Dystur Dómari 21.09 AB-Víkingur Georg N. Rasmussen 21.09 KÍ-EB/S Petur Reinert 21.09 B36-B68 Eiler Rasmussen 21.09 ÍF-NSÍ Lars Müller 21.09 07 Vestur-HB Páll Augustinussen Dystaryvirlit Real vil hava Valencia Real Madrid sigst nú ætla sær at keypa Antonio Valencia, sum í ár hevur sýnt stórspæl hjá enska Wigan. – Real Madrid gav West Ham eitt tilboð í seinastu viku, og fleiri onnur feløg hava sýnt honum áhuga, sigur Diego Herrera, spælaraumboðs- maður, við Sky Sports. Steve Bruce, venjari hjá Wigan, hevur eisini givið til kennar, at Valencia eftir øllum at døma fer at spæla við einum størri felag í komandi kappingarári. B36 er í finaluni B36 verður annað av liðunum, sum fer at stríðast um gullið í steypafinaluni hjá unglingum. Tað var greitt fyrrakvøldið, tá árstalsfelagið vann við einum máli móti ongum á HB. Neyðugt var við longdari leiktíð, áðrenn avgerðin fall. Sjúrður Thomassen gjørdist sigursharri, tá hann sendi bóltin framvið málverjanum úr góðari støðu. Hin hálvfinalan millum NSÍ og EB/Streym, sum eftir ætlan skuldi spælast í gjár, er útsett til týsdagin 26. mai.