Sosialurinarkiv
Sosialurin 2009-05-20, síða 12
Tak niður PDF av hesari síðu Stórt myndaskrá

mikudagur 20. mai 2009síða 12

‹ fyrra síða allar 40 síður næsta síða ›

Tekstur á síðuni

MIÐvIkan 12 nr. 95 • 20. mai 2009 seinni til Haraldssund, haðani Erika var ættað. Ansgar f. 1923. Hann fekk menigitis sum smádrongur og fekk brek, sum darvaði hann alt lívið. Johannes f. 1926. Giftist við Louisu f. Andreassen av Oyrabakka. Johan f. 1928. Hann fór út at sigla, men kom aftur og gjørdist kendur frá Sundaferguni. Giftist við Mary Hansen av Oyrabakka. Kristian Vilhelm, f. 1930. Giftist við Helgu av Norðskála. Hann var - sum vanligt við sjeynda dronginum á rað - upkallaður eftir kongi. Hann doyði ungur. Anna Sofía f. 1932. Giftist við Verner Dam frá Norðskála. Óli Jákup, f. 1934. Er giftur við Etly Mikalu Jacobsen av Slættanesi. Hevur verið lærari í Fuglafirði. Heimamissión og sunnudagsskúli Fleiri hósvíkingar við Nólsoynni vóru virknir innan Heimamissión- ina og kristiligu fráhaldsrørsluna Blá Kross. Í Hósvík fóru kirkjufólk undir at halda sunnudagsskúla í 1922-23. Tað var Óla Jákup Jacobsen, sum fyrstur tók hetta arbeiðið upp í bygdini. Reiðuliga skjótt fekk hann eina unga gentu at hjálpa sær. Hon var Gudid Danberg, sum seinni varð gift til Havnar við smiðinum Hans Hansen. Hon misti eisini ein beiggja, Alif, við Nólsoy. Gudid uppkallaði eisini ein son eftir beiggjanum. Óla Jákup fekk Hans David Hansen við sær at halda sunnu- dagsskúla, tí hann hevði so gott mál at syngja við. Við hesum monn- um kom kristilig veking í bygdina. Sunnudagsskúlin varð hildin í skúlanum. Í fyrstuni var danska kirkjusálmabókin nýtt, seinni var hon avloyst av sangbókini hjá Indre Mission, inntil føroyska sunnudagsskúlasasongbókin varð tikin í nýtslu í 1959. Sunnudagsskúlin var hildin við sangi, bíbliulestri og útlegging av tekstinum og eina søgu. Endað varð altíð við bøn og Faðir Vár. Óla Jákup var longu í ungdómsárunum ein gudgivin unglingi, sum kom hagar Guds orð varð framborðið. Hann kom eisini nógv saman við vinum, sum vóru í somu støðu sum hann. Johannes Andreas Næs hevur hoyrt gomul fólk siga frá, at tey minnast væl bæði Óla Jákup og bróðurin Sámal Jákup bera Guds orð fram á møtum saman við vini sínum Hans David Hansen. Teir hava millum annað hildið møti í Rituvík, og tann 85 ára gamla Katrina Viderø, ættað úr Hvalvík, minnist væl hesar menn koma norður hagar at halda møtir. Óla Jákup hevði eisini í síni tíð í Havn fingið góðar vinir, sum eisini bygdu sítt lív á eitt kristiligt støði. Hetta vinarlag hevði týdning og helt eisini alt lívið. Hetta sást skilliga á bræva- skifti, hann hevur havt við vinir sínar, til dømis V. M. Nattestad í Miðvági og Poul Titus Samuelsen, ættaður úr Kirkjubø, sum seinni var lærari í Kollafirði. Óla Jákup var ein av teimum stillu miðvísu Guds vinum og boðberum, sum sáðaði í stillum, so at Gud kundi geva vøkstur. Gudsóttin merktist eisini heima hjá teimum. Tað var fast hvønn morgun at lesa lestur. Síðan varð biðið, og tá skuldu tey øll niður á knæ. Tey sluppu heldur ikki alt, sum til dømis at spæla kort! Dansistovan fór í luftina Um Hans David Hansen kann sigast, at hann hevur verið radikalt umvendur. Hann hevði eitt sera gott mál, og hann dugdi eisini væl at kvøða. Tí var hann eisini ein av teimum, sum tók stig til at fáa dansistovu í Hósvík. Hesum hevði hann fortreð av, tá ið hann varð umvendur. Sum nógv trúgvandi tá metti hann dans at vera av tí illa, sum eisini kundi føra til rúsdrekkanýtslu. Tað verður fortalt, at hann á einum møti skuldi biðja Gud um at taka dansistovuna burtur, tó uttan at hetta skuldi skaða nakran. Í somu viku hvarv dansistovan í einum illveðri. Bjarni Hansen greiðir frá, at systir hansara Petrea sá hendingina. Dansistov- an líka sum lyfti seg upp frá. Hon hekk eina løtu føst í einum horni. Hon snaraði sær á og so var leyst. Dansistovan fór í heilum líki út á Sundið, har hon fór sundur og og datt niður á sjógv. Ein takpláta endaði á Skálaskarði á Selatrað og lá leingi har. Møtini vóru hildin í skúlanum og missiónsvikur í kirkjuni. Hans David var nógv í Íslandi, og var her komin í samband við Frelsunarherin. Á møtum plagdi hann at syngja solo sangir, hann hevði lært í Íslandi. Ein sum fleiri minnast var “Indenfor eller udenfor – hvor skal du stå engang?” Hetta minnist Katrina Viderø eisini. Bjarni minnist eisini, tá ið Hans David plagdi at vera til útróður við maskinbáti. Vanliga verður hildið, at sálmasongur á útróðri helt uppat, tá maskinbátarnir komu. Men Hans David og hansara manning plagdi í hvussu er at syngja, tá ið teir komu at landi. Bjarni minnist enn hendan sang saman við dunkinum av maskinuni. Ætlanir høvdu verið at byggja missiónshús í Hósvík, men hetta gjørdist av ongum, nú oddamenn- inir fórust. Men aftaná gjørdist ein rættu- lig veking í bygdini. Tað stóð nógv á fólki, sum rímiligt er. Bjarni sigur, at eina ferð var ein genta, sum reisti seg upp á einum møti at vitna. Tað stóð so nógv á henni, at hon fekk ikki orðið upp. Hetta endaði við, at nakrir ungur dreingir sótu í sjóðheitum gráti. So nógv stóð eisini á teimum. Flytir norð á Oyrabakka Óla Jákup vildi royna seg við virksemi á landi. Hann fór at arbeiða sum skómakari. Her kundi stundum vera nógv at gera. Hetta var áðrenn gummistivlarnir rættuliga vóru komnir í brúk. Tá brúktu menn leðurstivlar, eisini umborð á skipi. Ein stórur kundi hjá honum vóru norðmenn, sum arbeiddu á hvalastøðini við Áir. Óla Jákup hevði eisini ein motor- bát, sum varð brúktur til ymisk endamál. Hann sigldi millum annað við fólki, sum tað kundi vera nógv brúk fyri, áðrenn vegur kom. Men plássið var lítið, tað sluppu bert seks fólk niður í lugarið. Tað kundi vera nógv annað at føra, so sum tvøst frá hvalastøð- unum og sandur til húsabygging. Í 1927 fær Óla Jákup eitt stórt traðarstykki norðuri á Oyrarbakka. Tað var 14.000 fermetur. Hetta gevur so nýggjar møguleikar, men tað skuldi arbeiðast hart. Fulla nyttan kom ikki, fyrr enn stykkið var velt. Fyrst skuldi tað tó hegnast inni. Tá kundi sum fráleið fáast hoyggj til eina kúgv. Men byrjað varð í smáum. Í fyrsta umfari vóru tey seks húski um eina kúgv, sum tey skiftust at fóðrað. Men so hvørt jørðin var dyrkað, so gras fekst av henni, fekst eisini hoyggj til meira enn ta einu kúnna. Men tað var gott torv á trøðni. Hetta hevði eisini tann fyrimun, at torvið var høgligt. Men seinni máttu tey skera torvið aðrastaðni, og tá kundi vera tveir tímar at ganga Tá vóru tá eini 10 hús á Oyrabakka, sum flest øll lógu á hvør síni trøð. Tí var tað nakað langt til næstu grannar. Fór burtur lagnuárið 1934 Men veturin 1933-34 hevði verið soltin til inntøku. So Óla Jákup ger av at fara til skips í 1934. Hann fer sum rímiligt er við vinmannninum Hans David við Nólsoy, har beiggin Sámal Jákup eisini er við. Teir fara fyrst ein túr tíðliga á vári. Óla Jákup er bert heima í Hósvík í tveir dagar, so fara teir avstað aftur 25. apríl 1934. Men einki skip kom aftur, og ein dag mátti bara staðfestast, at Nólsoyggin var burturgingin. Freydis Poulsen greiðir frá, at abbi hennara, Hans Poulsen í Svínáum, var í "forstandarskapinum" tá og hevði eisini telefonstøðina. Tí fall tað honum í lut at fara út á Oyrarbakka at bera Súsonnu hesi tungu boðini. Hann mintist tað sum eina ta tyngstu uppgávu, hann nakrantíð hevði fingið. Hann segði seg ikki orka at fara inn einsamallur, men bað eina konu á Oyrarbakka koma við sær. Tey máttu so klára seg sum onnur í somu støðu. Tryggingin var tá hampilig, men tað valdaðist eisini, hvussu fólk vóru fyri við láni og tílíkum. Tað varð latin ein upphædd til einkjuna og afturat tí ein upphædd til børnini. Men upp- hæddin til børnini kundi ikki rørast fyrr enn barnið var 18 ár. Rentuna kundi mamman tó Óla Jákup t.v. og Símun greiða frá Óla Jákup flutti út á Oyrarbakka ➘ Bjarni Hansen misti beiggja, tríggjar mammabeiggjar og tvey systkinabørn við Nólsoy. Hann hevur eins og systirin Petrea givið munandi íkast til søguna um Nólsoy