Sosialurinarkiv
Sosialurin 2009-05-20, síða 11
Tak niður PDF av hesari síðu Stórt myndaskrá

mikudagur 20. mai 2009síða 11

‹ fyrra síða allar 40 síður næsta síða ›

Tekstur á síðuni

miðvikan Siðsøguligt tilfar í Sosialinum mikudagar Nr. 95 • 20. mai 2009 6. partur Í hesi grein fer at verða gjørd ein roynd at lýsa søguna hjá teimum. Vit hava prátað við synir Óla Jákups, Símun og Óla Jákup, sum varð føddur aftaná at pápin doyði. Sámal Jákup fekk eisini ein son, eftir at hann var deyður, og hann varð eisini uppkallaður eftir pápan­ um. Aðrar keldur eru Johannes Andreas Næs, Freydis Poulsen, Ólavur Clementsen, Bjarni Hansen og Johanna Zachariassen. Fýra brøður fingu váta grøv Foreldrini hjá teimum báðum vóru Niels f. 1855, ættaður av Válunum, og Sofía Maria Ole­ Jacobsen f. 1859, sum var úr Sárhúsi í Miðvági. Niels doyði um 1910. Sofía gjørdist sjúk, meðan børnini vóru smá og doyði í 1917. Umframt Óla Jákup og Sámal Jákup áttu tey Martin, Olivur, Honnu og Johannes. Fýra av brøðrunum fingu váta grøv. Jóhannes fórst við postbátinum um Vestmannasund í 1920. Tá varð siglt við opnum báti við páhangsmotori um sundið. Hendan dagin vildi so illa til, at báturin kollsilgdi, og tey fýra fólkini umborð druknaðu. Umframt Jóannes vóru tey Hans David Niclassen, Alfred Olsen og Sofía Nattestad. Ein sonur Jóhannes var Oskar, sum í 1957 gekk burtur við Stella Argus. Martin var ferðamaður við Verdandi, sum fórst á veg úr Íslandi til Føroyar í 1944. Hann hevði arbeitt í Íslandi. Sonur hansara Samson skuldi eisini havt verið við, men hann var ov seinur. Ein annar ferðamaður var Oliver Mikkelsen úr Syðrugøtu. Hann var ov seinur til eitt annað skip, hann ætlaði sær heim við, men var so “heppin” at sleppa við Verdandi. Hann fekk plássið hjá Samson. So tilvildarligar kunnu lagnurnar vera. Óla Jákup Óla Jákup var føddur í 1886. Vegna sjúkuna hjá mammuni fóru børnini ymsastaðni at vera. Óla Jákup fór til Miðvágs og vaks upp hjá ommuni. Abbin var gingin burtur í góðum árum. Um 1903 fór Óla Jákup til Hósvikar til mammubeiggja sín Jóannes Ole­Jacobsen. Hann var ógiftur og var fluttur til Hósvíkar saman við systir síni Rakul. Tey handlaðu í Hósvík. Óla Jákup fór ungur til Havnar at læra til skómakara hjá Christian Holm Jacobsen. Óla Jákup giftist í 1917 við ta 12 ára yngri Súsannu Djurhuus úr Kollafirði. Súsanna hevði verið á háskúla. Her vóru fleiri gløggir næmingar. Hon plagdi at taka til Sunnevu f. Heinesen, ættað úr Norðragøtu, sum serdeilis skilagóða. Sunneva gjørdist mamma Elsu Jacobsen, hvørs søgu úr Etiopia vit hava havt í Miðvikuni. Tey giftust inn til Jóannes og Rakul, undir Vørðuni, í Hósvík. Umleið 1924 fóru húsini illa av vindi. Tey sluppu tá fyribils at búgva í húsunum hjá Hans David Hansen. Tey bæði fingu børnini: Niels, f. 1918. Hann flutti niður, har hann fór á sjómansskúla. Hann fekk tuberklar men kom fyri seg aftur. Seinni gjørdist hann skipsinspektørur og búsettist í Keypmannahavn. Hann arbeiddi stundum í Føroyum sum avloysari. Konan, sum var donsk, æt Mary. Kristian, f. 1920. Hann fekk eisini tuberklar men vann á sjúkuni. Hann gekk burtur sjálvur annar í 1941 við báti, sum var farin við grind úr Funningsfirði til Oyrarbakka. Av bátinum fanst bert okkurt sprek og spik, sum rak inn á Tjørnuvík. Símun f. 1922. Hann fekk ungur tuberklasmittuna, og seinni settu tuberklar seg í breiðageiðslan. Hann mátti liggja tvey ár slættur á hospitalinum fyri at koma fyri seg aftur. Ein næmingur tá var forrestin Elsa Jacobsen. Hon minnist væl Símun, og hvussu hart hetta var at liggja á hendan hátt. Hon minnist eisini gentuna Eriku, sum trúliga vitjaði hann. Tey búsettust í Hósvík, men flutti Vanlukkan við Nólsoy: Tveir brøður doyðu frá 21 børnum Komandi sunnudag verður minningargudstænasta hildin í Hósvík í samband við, at 75 ár eru liðin síðan hesa stóru vanlukku. Hósvík var jú hart rakt. Eitt dømi um hetta eru brøðurnir Óla Jákup og Sámal Jákup Jacobsen, sum doyðu frá ávikavist 9 og 12 børnum Óli Jacobsen olij@sosialurin.fo Óla Jákup og Sanna Børnini hjá Sannu og Óla Jákup. Aftast f.v. Niels og Kristian Mittast: Símun, Johan, Johannes, Ansgar. Fremst: Kristian Vilhelm Yngstu systkini Anna og Óla Jákup ➘