mikudagur 20. mai 2009síða 10
‹ fyrra síða allar 40 síður næsta síða ›
Tekstur á síðuni
10 tíðindi
Nr. 95 - 20. mai 2009
Sonny Johannesen
sigur, at tey 1500
tonsini, sum teir fingu
við Ennibergi fram
til 4. mai í ár, er nógv
tann størsta nøgdin,
sum skipið hevur
fiskað eftir so stuttari
tíð. - Jú, vit eru sera
væl nøgdir við veiðina
hesar báðar túrarnar í
ár, sigur skiparin
Fiskivinna
Vilmund Jacobsen
vilmund@sosialurin.fo
Fakatrolarin Enniberg hevur
gjørt tveir góðar túrar
eystanfyri í ár, og nú er
skipið í Irmingarhavinum á
kongafiskaveiði.
Á báðum túrunum eyst
anfyri hevur royndi skipar
in, Sonny Johannesen, stað
ið á brúnni, og nú skipið er
á
kongafiskaveiði,
er
glyvramaðurin,
Dávur
Jacobsen, á brúnni.
Dávur er annars stýri
maður hjá Sonna, og tá
skiparin er í landi, er glyvra
maðurin á brúnni.
Í Barentshavinum eru teir
vanliga 35 mans við skipi
num, men nú teir eru í
Irmingarhavinum, er mann
ingartalið 25.
Góð fiskiveiða
Enniberg fór fyrra túrin í ár
hin 29. desember, og teir
vóru aftur í Føroyum 7.
mars. Hetta var túrurin, har
norðmenn róku føroysku
flakatrolararnar úr aftur
norskum sjógvi, tí tað dróg
út at finna semju um síná
millum fiskiveiðisáttmálan
landanna millum.
Skipini, sum vóru byrjað
at fiska í norskum sjógvi,
fóru í gráu leiðina, har
fiskiskapurin
at
enda
gjørdist rættiliga góður. Tá
so sáttmálin millum Føroyar
og Noreg kom upp á pláss,
fóru skipini aftur í norskan
sjógv.
Sonny Johannesen sigur,
at teir hendan túrin høvdu
sløk 900 tons, og tá var
skipið smekkfult, sum hann
tekur til.
Vit hava havt meira enn
900 tons í Ennibergi, men
hendan túrin høvdu vit
nokso nógv einkultfløk,
sum fylla nógv í rúgvu. Tá
tað nógva hevur verið
blokkur, gongur meira í
skipið, sigur hann.
Enniberg var sum nevnt
heima aftur hin 7. mars, og
eftir at hava verið í Bretlandi
og lagt veiðina upp, fóru
teir avstað aftur hin 17.
mars. Teir vóru aftur í
Føroyum hin 4. mai við
umleið 600 tonsum. Hesin
seinni túrurin eystanfyri var
soleiðis lutfalsliga stuttur.
Hendan seinna túrin
áttu vit nakað av kvotu eftir
hjá norðmonnum. Tá vit
høvdu fiskað hesa norsku
kvotuna, fóru vit í gráu
leiðina, har veiðan eisini
royndist væl.
Sonny sigur, at hesi 1500
tonsini, sum teir fingu við
Ennibergi fram til 4. mai í
ár, er nógv tann størsta
nøgdin, sum skipið hevur
fiskað eftir so stuttari tíð.
Jú, vit eru sera væl
nøgdir við veiðina hesar
báðar
túrarnar,
leggur
skiparin aftrat.
Hann ásannar, at prísirnir
fyri lidnu vøruna í Bretlandi
hava verið munandi lakari í
ár enn eitt nú í fjør, men
heldur, at seinna lastin er
farin fyri ein heldur frægari
prís.
Hetta venda vit aftur til í
greinastubbanum niðanfyri.
Veiðiskipanin
Sonny Johannesen sigur, at
skipanin í Barentshavinum
er hon, at tá kvota er eftir
hjá
norðmonnum,
og
føroysku skipini kortini eru
í gráu leiðini, fer helming
urin av tí, sum veitt verður í
gráu leiðini, burtur av
kvotuni, sum vit sambært
avtalu hava við norðmenn
og russar.
Tá kvotan í norskum
sjógvi er liðug, og vit hava
meldað okkum av listanum
í norskum sjógvi, kunnu vit
aftur fiska í gráu leiðini.
Hann sigur, at tá føroysku
skipini bara eiga kvotu eftir
í russiskum sjógvi, kunnu
tey fiska kvotuna í russ
iskum sjógvi, Gráu leiðini
ella í Loynikrókinum.
Tá so heildarkvotan hjá
norðmonnum og russum er
liðug, er alt liðugt, sum
Sonny tekur til.
Irmingarhavið
Skiparin sigur, at høvdu
flakatrolararnir ikki havt
kongafiskin
í
Irmingar
havinum, høvdu skipini
noyðst at ligið leingi fyri
einki.
Jú, kongafiskurin er eitt
gott íkast, og hann hevur
eisini víst seg at verið meira
støðugur í prísi, nú serliga
bretski marknaðurin hevur
havt
lágar
prísir.
Kongafiskurin fer á aðrar
marknaðir, og hetta er ein
orsøkin til, at hann hevur
hildið prísin betri, sigur
Sonny Johannesen.
Umborð
á
Ennibergi
verður kongafiskurin skrá
skorin og frystur.
Tá kongafiskatúrurin í
Irmingarhavinum
er
av,
eigur Enniberg eina minni
kongafiskakvotu
eftir
norðanfyri, og síðan er
nakað av kvotu eftir hjá
russum.
Um hálvan september er
væntandi, at Enniberg er
liðugur við alla sína kvotu í
ár.
Enniberg
bestu veiðu
nakrantíð
- Vit hava ongantíð fiskað so nógv eystanfyri upp á so stutta tíð sum í ár, sigur skiparin, Sonny
Johannesen
Mynd: Vilmund Jacobsen
Um seinna lastin hjá
Ennibergi verður
seld fyri ein heldur
frægari miðalprís
enn hin fyrra, fer
manningarparturin
helst at liggja um
einar 300.000-350.000
krónur higartil í ár
Fiskivinna
Vilmund Jacobsen
vilmund@sosialurin.fo
At
dekkaraparturin
hjá
manningini við Ennibergi
liggur
millum
300.000
350.000 krónur higartil í ár,
eru ikki endaligu orðini hjá
Sonna Johannesen, skipara.
Tá vit spyrja hann, hvat
tey tilsamans 1500 tonsini,
sum skipið hevur fiskað í
Barentshavinum higartil í
ár, geva í manningarhýru,
er hann varin.
Vit vita ikki endaliga
talið enn, tí seinni túrurin er
ikki endaliga gjørdur upp
enn.
Hin
fyrra
túrin,
har
veiðan var sløk 900 tons,
seldi skipið fyri heilar 10
miljónir krónur minni, enn
selt hevði verið fyri bara
einum ári síðan.
Vit fingu einar 20
miljónir krónur fyri hesa
last, men høvdu helst fingið
einar 30 miljónir krónur,
um sama veiða varð seld
eitt ár frammanundan.
Sonny sigur seg tó hava
varhugan av,
at seinni
túrurin lutfalsliga hildnaðist
betri í sølu.
Líkt er til, at prísirnir nú
eru heldur frægari enn teir
hava verið.
Skiparin vísir á, at pundið
hevur verið lágt, og at hetta
hevur ávirkað prísirnar fyri
lidnu
vøruna
negativa
vegin.
Pundið fall niður um 8
krónur í ár, men í fjør lág
tað upp ímóti 11 krónum,
sigur hann.
Tá vit aftur spyrja Sonna
Johannesen, hvussu hann
metir hýrupartin fyri hesar
báðar túrarnar, fáa vit hann
kortini at siga, at hugsandi
er, at dekkaraparturin fer at
liggja um einar 300.000
350.000 krónur.
Tað sær heldur frægari út
við prísi, nú henda seinna
lastin verður seld, men enn
kunnu vit einki siga við vissu,
sigur
Sonny
Johannesen,
skipari á Ennibergi.
Hava tjent yvir 300.000 higartil í ár
Pólverjar vilja hava evruna
Tann ógvusliga fíggjarkreppan hevur ikki fingið polsku stjórnina
at sleppa ætlanini um at seta evruna í gildi sum polskt gjaldoyra.
Jan VincentRostowski, fíggjarmálaráðharri, ásannar kortini, at
kreppan fer helst at hava við sær, at avgerðin um evruna verður
útsett eitt sindur, og tí væntar hann, at Pólland kann sleppa upp í
evrusamstarvið í 2012. Í samrøðu við Financial Times sigur
polski ráðharrin, at Pólland er ikki so skuldarbundið sum eitt nú
Bretland og Ungarn, og at stjórnin hevur ongar ætlanir um at
leggja størri skuld á ríkiskassan, meðan bíðað verður eftir evruni.
Stasi dyrgdi eftir Merkel
Loyniliga løgreglan í gamla Eysturtýsklandi, Stasi, royndi at
fáa fatur á Angelu Merkel, tá hon søkti um starv á einum
lærdum háskúla. Men Angela segði nei, og hon fekk heldur
ikki starvið. Í samrøðu við sjónvarpið ARD sigur Angela
Merkel, sum gjørdist týskur kanslari í 2005, at hon gjørdi
einum fulltrúa hjá Stasi greitt beinanvegin, at hon hevði ikki
hug at arbeiða fyri ta loyniligu tænastuna. Angela Merkel,
sum er útbúgvin alisfrøðingur, sigur í samrøðuni, at hon
hevði væntað, at Stasi fór at seta seg í samband við seg, og
at hon hevði fyrireikað seg til at siga nei.