mikudagur 20. mai 2009síða 9
‹ fyrra síða allar 40 síður næsta síða ›
Tekstur á síðuni
9
vinnan
Nr. 95 - 20. mai 2009
Foreldur at børnum
í frítíðarskúlanum
Sornhúsinum í Klaks
vík fegnast um, at
frítíðarskúlin hóast
alt ikki verður fluttur.
Høvdu vit ikki gjørt
vart við okkum, so
hevði frítíðarskúlin
verið fluttur, heldur
umboð fyri foreldrini
Frítíðarskúli
Eyðun Klakstein
eydun@sosialurin.fo
Tað hjálpti at gera vart við
seg. Foreldur at børnum,
sum ganga í frítíðarskúla
num Sornhúsinum í Klaks
vík, mótmæltu í farnu viku,
at frítíðarskúlin skuldi flyt
ast, og í gjár avgjørdi meiri
lutin í Klaksvíkar býráð at
strika flytingina av frítíðar
skúlanum.
Klaksvíkar
kommuna
hevði annars tikið avgerð
um at flyta frítíðarskúlan úr
leigaðum hølum í Bøgøtu
og í Virkishúsið á Klaks
víksvegi, sum kommunan
sjálv eigur. Hetta vóru
foreldur misnøgd við, tí
frítíðarskúlin hevði verið
fluttur burtur frá fótbólts
vølli, svimjihøll, skúla og
ítróttarhøll. Í farnu viku
mótmæltu foreldur avgerð
ini, og nú hevur Klaksvíkar
kommuna broytt hugsan,
og
frítíðarskúlin
verður
verðandi í Bøgøtu.
Loysti seg at
mótmæla
Meirilutin
í
Klaksvikar
býráði sigur í einari fráboð
an, at orsøkin til broyttu
avgerðina er, at stýrið fyri
sjálvsognarstovnin, ið rekur
frítíðarskulan, hevur funnið
aðrar sparingar, sum svara
til tað, sum kommunan
vildi spara við at flyta frí
tíðarskúlan. Stýrið hevur
funnið sparingar í húsaleigu,
matarskipan og starvsfólka
kostnaði.
Tí hevur meirilutin í
Klaksvíkar býráðið gjørt
av, at frítíðarskúlin ikki skal
flytast, men meirilutin fegn
ast samstundis um, at spar
ingar eru funnar á frítíðar
skúlanum.
Súsanna Lydersen, sum
umboðar foreldrini í frítíð
arskúlanum
Sodnhúsið,
fegnast um, at Klaksvíkar
kommuna
hevur
broytt
hugsan um at flyta frítíðar
skúlan.
Vit vilja takk øllum,
sum hava virkað fyri, at
frítíðarskúlin kann halda
fram í verðandi hølum, tí
tað er besta loysnin, sigur
Súsanna Lydersen.
Vit halda, at tað hjálpti
at gera vart við okkum, tí
um vit ikki høvdu gjørt tað,
so hevði avgerðin um at
flyta frítíðarskúlan neyvan
verið broytt, sigur hon.
Hjálpir
fólki at flyta
pengar
62°N kann nú
saman við vanligu
ferðurnum, tey
bjóða, bilaleigu,
hotelgisting, kiosk
og cafeteravirksemi
nú eisini bjóða
kundum sínum
hjálp at flyta pengar
uttanlands
FErðiNG
Tíðindaskriv
Føroyar eru vorðnar ein
partur av globaliseraða
heiminum. Fólk flyta hig
ar at búgva, arbeiða ella
lesa, og tað skapar ein
tørv fyri at tryggja sam
bond við familju og vinir
í heimlandinum. Eisini
tá tað snýr seg um peng
ar, sigur Kent L. Christ
ensen frá 62°N.
Hann fegnast um sam
starvið við Wester Union.
Eitt samstarv, sum eitt
nú merkir, at 62°N kann
bjóða eina týdningar
mikla tænastu til eitt nú
fremmandafólk,
sum
búgva í Føroyum og hava
tørv á at senda pengar
heim til familjuna.
Talan er um eina sera
einfalda skipan, sigur
Kent Christensen. Við at
fylla út eitt skjal, gjalda
ta upphædd, sum tú vilt
senda – og stutt eftir eru
pengarnir
klárir
til
útgjaldan í tí landinum,
higar tú sendi teir, greiðir
Kent L. Christensen frá
62°N.
Hann leggur dent á, at
tænasta einsini kann nýt
ast av føroyingum, sum
lesa uttanlands ella eru í
feriu utanlands og brád
liga hava brúk fyri peng
um. Við Western Union
skipanini kunnu tey nú
fáa familjuna heima at
senda pengarnar, har tey
eru í feriu.
Western Union er eitt
av heimsins fremstu fe
løgum innan peninga
avgreiðslu. Felagið er í
dag umboðað í fleiri enn
200 londum og hjá fleiri
enn 325.000 umboðum.
Flokkarnir kannast
Í Íslandi hevur ríkisgrannskoðanin fingið boð um at kanna
fíggjarligu viðurskiftini hjá teimum politisku flokkunum í
tíðarskeiðinum frá 1999 til 2006, tá ein nýggj lóg um
fíggjarviðurskifti flokkanna kom í gildi. Jóhanna
Sigurðardóttir, forsætisráðharri, setti fyrradagin eina nevnd
at endurskoða tey fíggjarligu viðurskiftini hjá flokkunum, og
nevndin skal arbeiða saman við ríkisgrannskoðanini.
Nevndin skal kanna øll tey fíggjarligu viðurskiftini, sum eru
tengd at teimum einstøku flokkunum, og tí umfatar
kanningin valfeløg og í summum førum einstøk valevni
umframt flokkarnar sjálvar.
Aftur uppsagnir hjá Danfoss
Tað gongur sera illa hjá donsku ídnaðarfyritøkuni Danfoss. Í gjár
kunngjørdi fyritøkan, at hon hevði 562 milliónir krónur í halli tríggjar
teir fyrstu mánaðirnar av árinum, og beint aftaná bleiv fráboðað, at
fyritøkan noyddist at siga umleið 250 fólkum úr starvi. Millum 180 og
190 av teimum, sum verða uppsøgd, arbeiða á Danfossdeildini í
Gråsten í Suðurjyllandi, og uppsagnirnar raka lokalsamfelagið sera
meint. Útlitini fyri at fáa annað arbeiði eru heldur ikki tey bestu, og tað
er heldur einki, sum bendir á, at Danfoss fer at seta fólk aftur í bræði,
skrivar JydskeVestkysten.
Menn frá Articon
eru farnir í holt við
at umvæla tornið á
Havnar kirkju. Tá
hetta arbeiðið er
liðugt, er øll kirkjan
sum hon er umvæld
UMVÆliNG
Leo Poulsen
leo@sosialurin.fo
Havnar kirkja hevur gjøgn
um fleiri ár staðið fyri
einari mivísari umvæling,
har partar av kirkjuni eru
umvældir so við og við. Nú
er tørnið komið til tornið,
og tá tað er liðugt umvælt,
er komið runt.
Stiladsið er sett upp, og
sjálv umvælingin fer nú í
gongd.
Tá arbeitt verður við
gomlum friðaðum bygning
um sum kirkjan er, so skal
alt gerast í samráð við Forn
minnissavnið, sigur Jákup
Símun Simonsen, formaður
í kirkjuráðnum í Havn.
Umframt sjálvt tornið
skulu eisini urskivurnar
frískast upp eina og sjálvur
spírurin skal shinast upp.
Kirkjan er upprunaliga
bygd í 1788, men fekk eina
gjølliga og umfatandi um
væling og umbygging í
1865, og gjørdist tá sum
nýggj.
Tað er Articon, sum stend
ur fyri arbeiðinum, sum
væntandi fer at vara einar
tveir mánaðir, sigur Jákup
Símun Simonsen.
Tað er Jórun í Dali,
arkitektur, sum hevur eftirlit
við arbeiðinum.
Umvæla tornið
á Havnar kirkju
Foreldrini fingu sín vija
Foreldrini fingu gjørt vart við
seg, og frítíðarskúlin varð ikki
fluttur
Stiladsið er sett upp og
sjálv umvælingin av
torninum er farin í gongd
Mynd: Jens Kristian Vang