Sosialurinarkiv
Sosialurin 2009-05-20, síða 8
Tak niður PDF av hesari síðu Stórt myndaskrá

mikudagur 20. mai 2009síða 8

‹ fyrra síða allar 40 síður næsta síða ›

Tekstur á síðuni

8 tíðindi Nr. 95 - 20. mai 2009 Vænta nógva sild Fyri nøkrum døgum síðani frættist, at Magnus Heinason hevði sæð nógva sild í føroyskum øki, og sum skilst eru tíðindini tey somu í hinum londunum, sum veiða norðhavssild. Íslendingar vænta sær eisini nógv av sildini í summar. Íslendska kvotan er 250.431 tons, og í reiðarafelagnum vænta teir, at kvotan verður uppfiskað. Virkini á landi vænta eisini at fáa væl burturúr. Sildarvinnslan á Neskaupstaði sigur við Vísir, at enn er ov tíðliga at meta um úrslitið, tí tað er avgerandi, hvussu nógv fer til matna. Tey vænta kortini, at landingarvirðið verður millum 12 og 14 milliardir íslendskar krónur. Landsferðslunevndin mælir til at gera fleiri broytingar á vegaloysnina í Sanda­ vági, sum skulu betra um ferðslutrygdina. Nevndin mælir tó frá at taka ferðsluoynna burtur, tí tað verð­ ur mett sum eitt afturstig fyri ferðslu­ trygdina FERÐSLUTRYGD Eirikur Lindenskov eirikur@sosialurin.fo Landsferðslunevndin, sum umboðar Ráðið fyri Ferðslu­ trygd, Landsverk og løgregl­ una, hevur seinnapartin havt fund um vegaforðing­ ina í Sandavági. Hetta hend­ ir eftir at enn eitt óhapp hendi við forðingina seinna­ partin í gjár. Nevndin mælir til at gera fleiri broytingar, sum skulu gera vegaloysnina tryggari. Talan er um tey ferðslu­ trygdartiltøk, sum danska Vejdirektoratet hevur skotið upp í síni eftirmeting av ferðsluforðingini – umframt onnur tiltøk. Fyri tað fyrsta skulu bil­ førararnir, sum koma til Sandavágs norðanífrá hava tíðiligari fráboðan um vega­ forðingina. Eitt skelti verð­ ur sett upp við vegjaðaran, sum týðiliga sigur frá, at ein vegaforðing er fyri framman. Eisini verður eitt øki við rumlirúpum fest á koyribreytina, so bilførar­ arnir verða ávaraðir í góðari tíð. Frammaundan eru býar­ skelti sett upp báðumegin høvuðsvegin áðrenn vega­ forðingina, sum boða frá, at bilførarin er komin inn í bygt øki, og nú bert hevur loyvi at koyra 50 km/t. Eisini verður yvirháling­ arforboðið norðan fyri ferðsluoynna longt. Við sjálva ferðsluforð­ ingina verður brúgvarstein­ arnar, sum eru lagdir í koyri­ breytina fremst í vegbug­ inum, tiknir burtur. Hetta verður gjørt, so at hettar økið fellur betri saman við koyribreytini, og tað verður lættari at koyra ígjøgnum forðingina. Samstundis verður svarta asfaltið í kanaliseringini tik­ ið burtur, tí mett verður, at tað kann órógva bilførarnar. Tað verður skift við ljósari asfalt, sum hevur sama lit sum koyribreytin annars. Á ferðsluoynni verða størri og sjónligari skeltir sett upp, og rumlurípur verða festar í vegin beint við oynna, so at bilførararnir verða ávaraðir um teir koma oynni ov nær. Eftir at hava viðgjørt mál­ ið mælir landsferðslu­ nevndin frá at flyta ferðslu­ oynna, ella at taka hana burtur. Nevndin leggur dent á, at oyggin er ein partur av eini heildarætlan, sum skal ferðslutryggja økið. Verður oyggin flutt ella tikin burtur fer tað at ganga út yvir ferðslutrygdina hjá teimum, sum eru til gongu. Eisini fer ætlanin við at ferðslutryggja vegamótið við ferðsluforðingina tá fyri skeytið, metir nevndin. Við betri uppmerking, ávaringum og broytingunum annars roknar landsferðslu­ nevndin við, at tað fer at eydnast at gera vegaforð­ ingina ferðslutryggari. Nevndin heldur at tiltøkini fara at hava serliga stóran týdning hesa fyrstu tíðina, til fólk hava vant seg við hettar nýggja tiltakið, sum hevur til endamáls at tálma ferðini. Ferðsluoyggin í Sandavági verður ikki beind burtur á hesum sinni. Men á oynna verða størri og sjónligari skeltir sett upp, og rumlurípur verða festar í vegin beint við oynna, so at bilførararnir verða ávaraðir um teir koma oynni ov nær Mynd: Edvard Joensen Kreppan kostar 160.000 arbeiðspláss Danski búskapurin er á veg niður í ein aldudal, sum fer at kosta søguliga mong arbeiðspláss, og politiska tosið um, at støðugari viðurskifti í altjóða og danska búskapinum fara at útvega nýggj arbeiðspláss, er uttan hald í veruleikanum. So bersøgið er danska ídnaðarfelagið í einari nýggjari meting, sum felagið kunngjørdi í dag. Dansk Industri sigur í metingini, at Danmark fer at missa 160.000 arbeiðspláss tey bæði næstu árini ella næstan tvær ferðir fleiri, enn stjórnin roknaði við í desember. Tað er ikki bara ídnaðarfelagið, sum er so dapurskygt. Nordea­bankin sigur í sínari meting, at millum 150.000 og 160.000 missa arbeiðið orsakað av kreppuni. Landsveganevndin mælir til broytingar AlmAnnAmálAráðið Deildarstjóri til Almannamálaráðið Starv sum deildarstjóri í Almannamálaráðnum er leyst at søkja. Umsóknir skulu vera ráðnum í hendi í seinasta lagi 8. juni 2009, kl.12.00. Les meira á www.amr.fo.