Sosialurinarkiv
Sosialurin 2009-05-20, síða 26
Tak niður PDF av hesari síðu Stórt myndaskrá

mikudagur 20. mai 2009síða 26

‹ fyrra síða allar 40 síður næsta síða ›

Tekstur á síðuni

26 Nr. 95 - 20. mai 2009 Bilar SAMBAND MAgNuS guNNArSSoN MAggi@SoSiAluriN.fo tlf 341800 fAx 341801 Suzuki hava eina rættuliga spennandi vøruskrá fyri 2009 við bæði nýggjum útgávum og dagføring av verandi súkklum. Suzuki varð mest selda motorsúkkla í Danmark í 2008 MC Magnus Gunnarsson maggi@sosialurin.fo Motorsúkklurnar eru vakn­ aðar úr vetrardvala, og nógv­ ar súkklur eru at síggja á føroysku vegunum. Suzuki hava eitt stórt og fjølbroytt programm við nógvum ymiskum motor­ súkklum í ymiskum stødd­ um og príslegum. Skráin hjá Suzuki fyri 2009 sær rættuliga spenn­ andi út við bæði nýggjheit­ um og dagføring av verandi súkklum. Suzuki SFV 650 Gladius hevur sínar røtur í Suzuki SV 650 og er ein sera væl umtókt súkkla í sínum klassa. Motorurin er tann sami sum á SV 650, ein V2 við 645 cc og 72 hk við 9.000 snún/ min. Suzuki fáast í fleiri Intruder útgávum. Ein er Intruder M1500, sum er ein sera væl koyrandi súkkla við t.d. SCAS (Suzuki Clutch Assist System), ið ger at girskift og kobling lætt at handfara. Motorurin er ein V2 við 1.462 cc og 80 hk við 4.800 snún/min. Ein onnur Suzuki Intruder er Intruder C1800 R/T. C stendur fyri Classic og vísir til retro­designið á súkkluni, sum hevur V2 motor við 1.783 cc og 114 hk við 6.000 snún/min. Tað er MC­Sølan í Slætta­ nesgøtu, sum umboðar Suz­ uki motorsúkklurnar. Suz­ uki fáast í nógvum ymisk­ um útgávum og príslegum, sum t.d. GSF 650 Bandit, ið kostar úr 69.900, til eina GSX­R 1000 sum kostar 153.000. Fyritøkan umboðar eisini motorsúkklurnar Kawasaki og Ducati. Umframt okkara egnu merkir servisera vit flest øll sløg av motorsúkkl­ um, sigur Anders Berg, sum eigur og rekur MC­Søluna. Á heimasíðuni: www. mc­solan.fo eru upplýsingar um úrvalið av t.d. motor­ súkklum og skutarum og hópin av leinkjum til aðrar MC­síður. MC­Sølan hevur tel. 311101 / 216300. Suzuki fyri ein hvønn prís Bilradio á Rás2 Av tí at Kristi himmalferðardagur er hósdagin, verður einki Bilradio hesa vikuna. Bilradio verður aftur hósdagin 28. mai. Suzuki intruder C1800 Suzuki Intruder M1500 Suzuki SFV 650 Gladius