Sosialurinarkiv
Sosialurin 2009-05-20, síða 27
Tak niður PDF av hesari síðu Stórt myndaskrá

mikudagur 20. mai 2009síða 27

‹ fyrra síða allar 40 síður næsta síða ›

Tekstur á síðuni

Nr. 95 - 20. mai 2009 27 Frá 1. juni 2009 er verður tað Auto Service, sum umboðar Chevrolet bilar í Føroyum. Síðan VR-Bilar góvust á nýggjárinum, hava Chevrolet einki umboð havt í Føroyum. Chevrolet Dan- mark A/S vendu sær til P/F Auto Service um at umboða sínar bilar í Føroyum. Eftir samráðingar millum partar- nar í eina tíð er nú alt komið upp á pláss, og frá 1. juni er Auto Service umboð fyri Chevrolet í Føroum. Árni Rasmussen, stjóri hjá Auto Service, sigur, at teir síggja nógvar møgu- leikar í Chevrolet. Serliga tí at nógv nýggj modell eru á veg. Um miðjan juni kemur Chevrolet Cruze, sum fær sera góð ummæli frá motor- journalistum, og fyrst í kom- andi ári fer ein heilt nýggjur Chevrolet Spark at avloysa núverandi Matiz. Sum nakað nýtt fáa vit nú eisini møguleika at selja nýggjar bilar fyri undir 100.000 krónur. mg Auto Service umboðar Chevrolet Chevrolet Cruze kemur um miðjan juni Chevrolet Spark Í sambandi við vitjanina hjá donsku hjúnunum Hjalte Tin og Nina Rasmussen í Føroyum, skipaði MC- Sølan týsdagin fyri eini hugnaløtu, har fólk kundu koma at heilsa upp á tey og evt. seta teimum spurningar. Hjalte og Nina hava ferð- ast kring landið og m.a. hildið fyrilestur í Norður- landahúsinum, um hvussu tey í umleið 30 ár hava ferð- ast í nógvum londum kring um í heiminum á motor- súkklu. Hóast tey hava ferðast í nógvum ymiskum londum og upplivað nógv, halda tey at Føroyar er eitt sera vakurt oyggjaland við eini og ser- merktari og flottari náttúru. Tey skulu m.a. til Dímun- ar, áðrenn tey fara heim aft- ur til Danmarkar hósdagin. mg Hjalte og Nina í MC-Søluni Motorsúkkluhandilin AD- Import fer í næstum at skipa fyri føroyameistara- kapping í Go Kart koyring millum virkir. Kappingin, sum hevur heitið Føroya Tele Cup, verður skipað við einum innleiðandi umfari, og síðan eini kapp- ing um meistaraheitið. Innleiðandi umfarið er ein innanhýsis kapping fyri hvørja einstaka til- meldaða fyritøku, sum so eftir hetta velur ein teirra at umboða fyritøkuna í før oyameistarakappingini, sum verður hildin í seinna tíðarskeiði. Kappingin fer fram í hesum tíðarskeiðunum 20.-21. juni og 27.-28. juni. Føroyameistarakapp- ingin verður hildin seinna luttøkudagin. Báðar kapp- ingarnar vera á økinum uttan fyri hjá Føroya Tele í Hoyvík. Fyrireikararnir siga, at ætlanin er at gera hetta til eitt afturvendandi tiltak, og verður eitt ferðasteyp latið til vinnandi fyritøk- una. Hetta ferðasteyp kann einans ognast eftir at sama fyritøka hevur vunnið føroyameistaraheitið 3 ár á rað ella 5 ár samanlagt. Meira fæst at vita á heima- síðuni: www.ad-import.fo. Føroya Tele Cup: Føroyameistara- kapping í Go Kart Nina Rasmussen og Hjalte Tin saman við Anders Berg frá MC- Søluni bilar