mikudagur 20. mai 2009síða 29
‹ fyrra síða allar 40 síður næsta síða ›
Tekstur á síðuni
Nr. 95 • 20. mai 2009
MIÐvIkaN
29
taka út.
Súsanna fekk eisini aðra hjálp.
Á hvalastøðini við Áir høvdu teir
einaferð lovað olmussu. Súsanna
skuldu fáa tvey mál av tvøsti,
um 200 kg, um teir fingu eitt
ávíst tal av hvali fyri árið. Tað
fingu teir eisini, og Súsanna fekk
olmussuna!
Tað var tungt hjá mammuni at
hava øll børnini inni, ikki minst tí
hon var við barn nú, hon fekk hesi
ringu tíðindini.
Johan fór til Hósvíkar at vera
hjá einum hjúnum, Petrina og
Andrass í Toftum, sum vóru barn
leys. Hann hevði tað gott, men
honum longdist sera illa norður
aftur til mammu og systkin.
Tað hendi seg meira enn so, at
hann rann norður til Sundhøvda,
haðani hann so rópti eftir
beiggjunum at koma yvir um
sundið við báti eftir sær.
Tey búðu niðri á bakkanum.
Pápin hevði havt ætlanir um at
hava húsini so niðarlaga, at hann
kundi hava neyst í kjallaranum.
So tað var spælt nógv niðri í
fjøruni, og mamman fekk manga
nátt at ganga við at vaska karmar.
Dreingirnir tóku
um endan
Annars vóru tað dreingirnir í
húsinum, sum komu at taka um
endan við mannfólkaarbeiði. Men
Niels fór skjótt av landinum, og
næsti drongurin Kristian doyði 21
ára gamal. Tá var tað Símun, sum
kom at taka við. Hann fær tað
ummæli frá sínum, at hann var
eitt rættuligt álit hjá mammuni og
systkjunum.
Í Sundalagnum var nógvur
matur. Her var millum annað
nógvur seiður. Eisini fingu tey
øður. Hetta er fínur matur í dag,
men var ikki tá roknað sum nakað
serligt. Hetta var jú agn!
Fólk vóru sera hálpsom. Hetta
var ikki minst galdandi fyri
brøðurnar Jógvan og Poul á Oyri
og handilin hjá teimum. Tað stóð
ikki á hjá teimum hjá Óla Jákup
at skriva vørur hjá teimum. Tá
tað so var arbeitt eitt ella annað,
so var hetta góðskrivað kontoini.
Hetta var ein lagaligheit, sum
kom mongum væl við.
Tað kom eisini hjálp aðra staðni
frá. Súsanna hevði verið á háskúla
saman við Petru, sum var gift við
Sámal P. Petersen, jun., reiðara
og keypmanni í Fuglafirði, vanliga
kallaður Piddi. Tær vóru báðar úr
Kollafirði og vóru eisini skyldkonur.
Til jóla kom hvørt ár ein stórur
jólapakki frá Petru. Hetta minnist
Óla Jákup væl á enn, og hetta
kom eisini serliga fram fyri hann,
tá ið hann sum lærari í Fuglafirði
hevði ommubørn hjá Petru sum
næmingar.
Her skal eisini vera nevnt, at
systir Elsu Jacobsen, Lea, var gift
við Bernhard Juul úr Søldafirði.
Hann plagdi sum drongur at vera
hjá eini mostur á Oyrabakka.
Tá plagdi hann at vera inni
á gólvinum hjá Súsannu, og
hann plagdi at taka til, hvussu
væl, hann var móttikin inni hjá
teimum. Her var annars altíð nógv
av ungdómi inni.
Sámal Jákup
Sámal Jákup var føddur í 1893.
Hann giftist við Súsannu, vanliga
kallað Sanna, f. Djurhuus úr
Hósvík. Hann varð fiskimaður og
sigldi um motorpassari.
Tey búsettust, eins og Óla
Jákup, Undir Vørðuni í Hósvík.
Sámal Jákup hjálpti eisini
beiggjanum sum skómakari.
Sámal Jákup var ógvuliga
fittur í hondunum, hann smíðaði
og skar í træ. Hann gjørdi eisini
klokkur og ur í stand fyri fólk.
Eisini seymaði hann klæðir til
børnini, so sum frakkar og annað.
Umleið 192629 gjørdist hann
sjúkur av tuberklum, og var hann
á Sanatoriinum í Hoydølum. Her
gjørdi hann nógv við at skera í
træ fyri fólk.
Tað er ikki nógv vitað um
hansara sjólív, men hann var í
hvussu er í 1922 við Silver Belle.
Táið hann fór síðsta túr við
Nólsoy, tænti dóttirin Svanhild í
Havn niðri í Rættará hjá foreldr
unum hjá Jákup Lindenskov. Hon
sigur, at pápin kom niðan har at
siga henni farvæl, ikki bara eina
ferð, men tvær ferðir.
Húsini hjá Sámal Jákup og
Sannu fóru í vindi eina nátt í 1943.
Har vóru Sanna og fýra børn inni.
Vindurin tók yvirtromina, har ein
vaksin sonur svav, og fór hann
einar 100 m við tromini. Hann
kom óskaddur frá hendingini. Hini
trý lógu øll í somu song í stovuni,
og var tað seingin, ið bjargaði
teimum, tá loftið datt niður á
seingjarstólparnar, og tey lógu
óskadd undir.
Eisini kúgvin, ið stóð í kjallaran
um, kom óskadd frá hendingini.
Har brotnaði alt inni, ið brotna
kundi. Har var ikki so frægt sum
ein tallerkur heilur. Eitt ár seinni
fluttu tey inn í nýggj hús, sum
vórðu bygt á sama stað.
Børnini
Sámal Jákup og Sanna áttu 12
børn. Tey vóru:
Maria f. 1916. Gift við Petur
Poulsen av Kirkju. Búsettust í
Klaksvík.
Svanhild f. 1917. Giftist
við Zakarias Zachariassen
úr Hesti. Arbeiddi nógv ár á
telefonverkinum.
Solgerð f. 1918. Arbeiddi
nógv ár á røktardeildini á
landssjúkrahúsinum.
Johannes f. 1920. Giftist við
Sofíu Hansen úr Vestmanna.
Lydia f. 1922. Giftist í
Onglandi.
Stendor f. 1923. Doyði 12 ára
gamal av blóðeitran
Steingrim f. 1925. Giftist við
Hansu Poulsen á Strondum. Var
sjómaður
Alfred f. 1926. Kendur sum
skipari á Smyrli.
Robert f. 1928. Uppfostraður
í Havn og fekk eftirnavnið
Lindenskov. Giftist við Esther
Højgaard av Húsum. Var
maskinmeistari.
Julina Lisa f. 1930. Giftist í
Danmark. Var sjúkrasystir
Anna Kristina f. 1933.
Giftist við Harry Jacobsen av
Morskranesi. Búðu í Havn
Sámal Jákup f. 1934. Giftist
við Miu Frederiksen, ættað úr
Svínoy. Hann doyði knappliga
umborð á skipi sínum Vesturland
í 1977.
Hesi systkin komu umframt út fyri
teirri vanlagnu umframt at missa
pápan, at allir beiggjarnir doyðu
ungir.
Tað var sera gott samband
millum familjunar hjá Óla Jákup
og Sámal Jákup. Tey komu at
kenna seg sum meira enn vanlig
systkinabørn. Ein dóttir Lydia fór
norður til eiðislæknan at vera. Tá
ið tey fóru norður til Eiðis at vitja
hana komu tey altíð inn á gólvið á
Oyrabakka.
Tey plagdu eisini at rógva
millum Hósvík og
Oyrabakka at vitja
hvønn annan.
Sámal Jákup var við Silver Belle í 1922. Her er manningin avmyndað av Absalon Joensen Seyðisfirði: Aftast f.v.: Sørin
Djurhuus, Hósvík, Einar Einarsson, Rituvík, Jákup Nielsen, Nólsoy. Mittast: Hendrik Olsen, Rituvík, Martin Djurhuus,
Hósvík, Sámal Jákup Jacobsen, Hósvík, Jógvan úr Æðuvík, Esmar Thomsen, Kollafjørður, næstan fjaldur, Hanus í
Rituvík, Heini í Elduvík, Glyvrar. Fremst: Ingimundur Petersen, Rituvík, Per hjá Vensil á Glyvrum, Sofus hjá Jógvan í
Rituvík, Magnus Olsen, skipari, Rituvík, Debes Danielsen, Heiðunum, Sofus Lillaa, Lorvík, Jógvan í Heiðristovu, Nólsoy.
Tað sær út sum at møti hevur verið umborð.
Sanna, kona Óla Jákup, saman við nøkrum av hennara 12 børnum. Tey eru f.v.: Hannis, Robert, Alfred, Anna, Sanna,
mamman, Lisa, Svanhild, Mia og Sámal Jákup fremstur
➘
Mynd: Føroya Fornminnissavn nr. 3350F03146