Sosialurinarkiv
Sosialurin 2009-05-20, síða 30
Tak niður PDF av hesari síðu Stórt myndaskrá

mikudagur 20. mai 2009síða 30

‹ fyrra síða allar 40 síður næsta síða ›

Tekstur á síðuni

MIÐvIkan 30 nr. 95 • 20. mai 2009 Vit hava eisini hitt tann 90 ára gamla Edvard Petersen úr Hósvík. Hann misti pápa og beiggja við Nólsoy Edvard var 15 ár í 1934, so hann minnist hetta væl. Pápi hansara æt Jóan Petur, og beiggi hansara Meinhard var 21 ára gamal. Hann var ógiftur men hevði vist havt gentu. Meinhard var sera raskur og hevði verið fleiri ár við Nólsoy. Tey vóru fýra systkin tilsamans. Elst var Petra, fødd í 1909. Hon giftist við Levi Petersen úr Vík. Tey búsettust í Hósvík, hann livir enn. Katrina var fødd í 1915. Hon giftist við Hendrik Jacobsen úr Ytstahúsi á Skipanesi. Tey eru bæði farin. Edvard var tískil yngstur av systkjunum. Skuldi vera seinasti túrur Jóan Petur, sum gjørdist 53 ár, hevði ætlað, at hetta skuldi vera hansara seinasti túrur til skips. Hann hevði verið fiskimaður í yngri árum. Men nú hevði hann nøkur ár arbeitt á hvalastøðini á Gjánoyri. Mamma Edvard var Johanna. Hon var fødd í 1881 og var eitt ár yngri enn Jóan Petur. Hann var ættaður úr Svínáum og varð tískil giftur til Hósvíkar. Nólsoy hoyrdi heima í Havn, og tí fór manningin til Havnar við mjólkarbátinum. Hetta var gott samband, og sluppu teir beina leið til Havnar. Tíðin gongur so sína gongd. Táið tíðin kemur, at Nólsoy er væntað heim, fer Edvard til Havnar at taka ímóti pápanum og beiggjanum. Men skip kemur einki. Hann frættir so, at eitt lík av einum føroyskum fiskimanni er funnið í Íslandi. Hóast hann ikki fekk at vita, hvørjum skipi hann var av, fekk hann tá ring ánilsi. Edvard fer norður aftur til Hósvíkar við rutubátinum. Har sær hann menn práta saman, men tá ið Edvard nærkast, tiga teir. Hetta kundi bert styrkja hetta ánilsi. Síðan hendir tað, at mamman inni á telefonstøðini í Hósvík fær boðini um tað, sum er hent. Tað er staðfest av ringinum á funna líkinum, at hetta var kokkurin á Nólsoy. So her var eingin ivi. Hetta vóru skakandi boð, eisini fyri tey á telefonstøðini, tí teirra 21 ára gamli sonur Alif Danberg var eisini við Nólsoy. Mamman mátti leiðast niðan aftur til teirra, og hon fór beint í seingina, so skakað var hon. Her lá hon eina viku, til tað eydnaðist hennara nærmastu at fáa hana upp aftur. Edvard fekk ábyrgd­ ina sum maður Sum einasti drongur kom Edvard at vera tann, sum eftir hetta kom at hava ábyrgdina av mannfólkaarbeiðinum í húsinum. Tey høvdu kúgv sum nógv onnur. Við hesum fylgdi hoygging og alt annað útiarbeiði, sum torv, ið eisini gav nógv stríð. Edvard minnist, at undan jólum máttu tey fara tríggjar ferðir eftir torvi fyri at hava nokk av brenni til høgtíðina. Hetta tók stóran part av degnun. Systirin Katrina búði saman við manninum Hendrik og soninum Jóhannes í Hósvík um hesa tíðina í 1934. Tey fluttu til Skipanes, og Jóhannes var eftir í Hósvík, har hann vaks upp. Tey fingu ein son seinni í 1934, sum var kallaður Petur Meinhard eftir abbanunum og mammubeiggjanum. Systirin Petra var tá framvegis heima. Tryggingin fyri forsyrgjarar var tá ikki so galin. Útgjaldið frá Vanlukkutryggini var tá komið uppá góðar 3.000. Men fyri ikki- forsyrgjarar var einki endurgjald, hóast teir sum oftast hjálptu til fíggjarliga í heiminum. Fyri beiggjan fekst bert endurgjald fyri mistar ognarlutir. Umframt at pápin og beiggin fórust, vóru fleiri av ungdóminum í bygdini eisini burtur. Edvard var nakað javngamal við Poul, og nú var hann eisini burtur. Meinhard var javngamal við Alif, og nú vóru báðir burtur. Hetta setti sjálvsagt sítt merki á lívið í bygdini. Minnisvarði varð reistur 1936 ella 1937 í Hósvík yvir teir farnu við Nólsoy. Hann var gjørdur í Havn av Óla Arge, sum eisini gjørdi minnisvarðan á Eyrabakka í Íslandi yvir teir á Nólsoy. Edvard var við til at fáa minnisvarðin til Hósvíkar. Hann varð førdur norður við einum motorbáti. Tað var danska ferðamannaskipið Dronning Alexandrine, sum hivaði minnis- varðan umborð í bátin. Hetta mann hava havt samband við, at tað var reiðarin á Nólsoy, sum umboðaði DFDS í Føroyum. Tað var vist Blái Krossur, sum tók stig til minnisvarðan. Tíðin aftaná Lívið skuldi so halda áfram. Mamman arbeiddi fisk fyri at forvinna nøkur oyru. Tað er fyrr greitt frá, at reiðarin á Nólsoy Ebba Müller sendi fisk norður til Hósvíkar at arbeiða fyri at hjálpa familjunum sum sótu eftir. Annars hevði Esmar Olsen eisini fiskaarbeiði. Tá var tað uppgávan hjá børnum at skera burtuúr fiskinum, so meira kundi fáast frá hondini. At vaska fisk var jú akkordarbeiði. Í Sundalagnun fekst eisini hampiliga lættliga fiskur til matna av ymiskum slag. Til dømis fekst sild við gørnum, og hetta var góður matur. Mamman var sera røsk. Hon hevði sum ung verið í fiski hjá Mortensen á Tvøroyri. Tey bæði Jóan Petur giftust 4. desember 1907 í Hvalvíkar kirkju. Tá var eingin kirkja í Hósvík. Hon kom ikki fyrr enn í 1929 og varð innvígað 2. ella 3. sunnudag í advent. Áðrenn ta tíðini fóru fólk til gongu til Hvalvíkar í kirkju. Hetta var serliga strævið við jarðarferðum, tá kisturnar antin skuldu berast ella siglast við báti til Hvalvíkar. Kirkjugarður kom tó í Hósvík í 1923. Fór at arbeiða við Áir Í 1936 fekk Edvard arbeiði á hvalastøðini við Áir. Hon byrjaði tá aftur eftir at hava ligið still eina tíð. Her var hann flensari. Tá ið hvalur kom inn á støðina varð hann hivaður upp. Spikið varð fyrst flensað av aðrari síðuni. Síðan var tvøstið skorið, og tá tað var liðugt varð hvalurin vendur. Edvard var eisini við Áir, tá ið tiltikna spermarokið var í 1949. Ein flokkur av spermum varð eygleiddur í Nólsoyarfirði. Teir vórðu riknir norður til Áirnar, har lívið varð tikið av teimum. Her kom nakað væl til sættis, men alt kom ikki. Tað vóru einir 50 spermar, og hetta var ein ov stórur biti hjá hvalastøðini at taka í einum. Hvalastøðin gjørdi tað, at nógv tvøst fekst, og hetta var eisini bíligur matur, bert nøkur oyru fyri kg. Edvard minnist, at á heysti kundu koma einir 70 bátar at fáa sær tvøst til veturin. Her var Edvard í fyrsta umfari til 1940. Eingin hvalaveiða var í krígsárunum. Í 1945 byrjaði veið- an aftur, tá kom Edvard aftur, og var á støðini til fyrst í 1950-unum, tá ið hvalastøðin helt uppat. Arbeitt var bert um summarið. Farið var til Áirnar úr Hósvík til gongu ella við báti. Men annars búðu teir á støðini í bygningi, sum var áðrenn tann Alv-skúlan, sum vit kenna. Seinni kom Edvard at arbeiða nógv í Mjørkdali í samband við vegagerðina. Hann arbeiddi sum kokkur fyrstu árini 1958-1961. Síðan hevði hann annað arbeiði í Mjørkadali. Men í 1975 mátti hann gevast vegna heilsu. Edvard er ikki giftur. Hann er nógv at vera hjá børnum hjá systrunum, sum eru sera góð við hann. Tað er eitt kvett, at vit fram- vegis hava fólk, sum minnast slíkar hendingar sum við Nólsoy, so hetta kann verða niðurskrivað, meðan tíð er. Tí takka vit øllum teimum sum hava medvirkað til at fáa hesar frásagnir á blað. Edvard misti beiggja og pápa við Nólsoy Edvard Petersen var 15 ár, tá ið hann misti pápa og beiggja við Nólsoy Johanna misti mann og son Systkini sum sótu eftir. F.v. Petra, Edvard og Katrina Komandi partur Tað verður so ein partur afturat um Neptun og Nólsoy. Hann kemur um tvær vikur. Komandi partur verður ein áhugaverd frásøgn um danska sandbátin Sally sum gekk burtur undir Føroyum fyri júst 70 árum síðani