mikudagur 8. mars 2000síða 14
‹ fyrra síða allar 19 síður næsta síða ›
Tekstur á síðuni
27
tíðindablaðið sosialurin
Nr. 47 - 8. mars 2000
26
tíðindablaðið sosialurin
Nr. 47 - 8. mars 2000
Vinnarar av dreingir 12, Kyndil
Nr. 2, Neistin
H71 gjørdist nr. 3
Og StÍF varð nr. 4
Hjá gentum 12 gjørdist Neistin vinnar
Nr. 2 gjørdist StÍF
VÍF varð nr. 3
Og Kyndil var nr. 4
vunnin
tapt
mál-
dystir v - j - t
mál
málmunur
stig
1 VÍF
9
7 - 0 - 2
610
472
138
25
2 Neistin 7
7 - 0 - 0
558
473
85
23
3 StÍF
7
5 - 0 - 2
548
472
76
21
4 Kyndil 8
5 - 0 - 3
562
489
73
17
5 KÍF
9
3 - 0 - 6
468
595
-127
7
6 H71
8
1 - 0 - 7
464
568
-104
4
7 Tjaldur 8
0 - 0 - 8
483
624
-141
3
JÁKUP MØRK
Tveir dystir verða leiktir í
bestu mansdeildini í kvøld,
tá StÍF og Neistin, sum eru
ávíkavist nummar tvey og
trý á stigatalvuni, skulu
royna seg móti teimum báð-
um niðastu liðunum.
Tveir greiðir favorittar
Eftir ætlan skuldi dysturin
millum Tjaldur og StÍF
spælast fyri viku síðani,
men hetta var av ongum, tá
klokkan í høllini ikki vildi
rigga.
Eftir skipanini áttu bæði
liðini at hava frí í kvøld, og
sostatt lá væl fyri at gera
dystin av sær longu nú.
Einki er at ivast í, at tað
eru strandingar, sum eru fa-
voritar at vinna dystin. Ver-
andi føroyameistararnir eru
enn partur av gullstríðnum,
og skulu teir framhaldandi
vera tað, er kravið ein sigur
í kvøld.
Neistin skal eins og StÍF
royna seg móti einum botn-
liðið, og her er heldur einki
at ivast í, at Neistin er fa-
vorittur undan dystinum.
Hondbóltur í kvøld
Í kvøld hava bæði StÍF og Neistin møguleika at minka um fjarstøðuna upp til
oddaliðið úr Vestmanna
Hoyvíkingar hava ikki gjørt
tær stóru skreytirnar hetta
kappingarárið, og ikki er tað
væntandi, at teir á nakran
hátt kunnu skala neistalið-
num.
Einasta
ivamálið
hjá
Neistanum hevur verið, um
Heini Joensen fór at verða
førur fyri at spæla. Í fyrsta
landsdystinum um viku-
skiftið meiddi hann sær
høgra arm, men kortini fekk
hann spælt við bæði leygar-
og sunnudagin, so í Neista-
num rokna tey við, at hann
er til reiðar at spæla í kvøld.
Munurin minkar
Vinna tey bæði oddaliðini
sínar dystir, soleiðis sum
væntandi er, gerst enn tætt-
ari millum ovastu støddu
liðini á stigatalvuni.
Vestmenningar eru í løt-
uni tvey stig framman fyri
Neistan og trý stig framman
fyri StÍF, men hinvegin hev-
ur VÍF leikt tveir dystir
fleiri enn hini bæði. Vest-
menningar verða tó helst
framhaldandi á odda eftir
dystirnar í kvøld, tí hóast
Neistin skuldi vunnið, og
har við komið ájavnt VÍF í
stigum, so hevur VÍF í løt-
uni ein málmun, sum er góð
50 mál betri enn Neistin.
Støðan undan dystunum í kvøld
JÁKUP MØRK
Flestum kunnugt hevur ikki
gingist nakað serligt hjá
besta mansliðnum hjá H71
hetta kappingarárið.
Hetta er tó ikki einasta lið,
sum H71 hevur við í kapp-
ingini, og fyri stuttum eydn-
aðist tað triðjudeildarliði fe-
lagsins at tryggjað sær fyr-
sta plássið í kappingini.
Sum tað framgongur av
myndini við síðuna av, so
eru fleiri væl kendir hond-
bóltsleikarar á hesum liði,
og at dugur framvegis er í
teimum, er lítið at ivast í.
M.a. megnaðu teir at geva
Kyndli ein hvøkk, tá liðini
bæðis hittust í steypakapp-
ingini fyrr í ár. Sum kunnugt
eydnaðist tað tó Kyndli at
tryggja sær víðari luttøku í
kappingini.
Sosialurin ynskir hoyvík-
ingum hjartaliga tillukku
við fyrsta plássinum.
H71 vann triðju deild
Kappingin í triðju deild er nú av, og gjørdust tað hoyvíkingar, sum at enda
drógu longsta stráið
Vinnarar av triðju deild, H71
Standandi frá vinstru: Árni Thomassen, Jákup Símun Simonsen, Hallur Danielsen,
Jógvan Elias W. Poulsen, Høgni Hoydal og Svend Poulsen
Húkandi frá vinstru: Árni Ellefsen, Jarvin Feilberg Hansen , Andrass Poulsen, Egin
Høgnesen, Kristian Martin Skála við soninum, Kára og Petur S. Dahl.
Óli Samróð væntar á myndini
Ein málmunur, sum í sein-
asta enda kann vísa seg at
verða gull verdur.
1. deild, menn
1. deild, kvinnur
vunnin
tapt
mál-
dystir v - j - t
mál
mál munur
stig
1 Stjørnan7
7 - 0 - 0
493
383
110
23
2 VÍF
6
4 - 0 - 2
398
356
42
15
3 Neistin 7
5 - 0 - 2
363
359
4
15
4 Kyndil 7
3 - 0 - 4
398
359
39
13
5 VB
7
1 - 0 - 6
424
452
-28
6
6 Tjaldur 6
0 - 0 - 6
285
452
-167
0
JÁKUP MØRK
Nú hondbóltsárið er farið
at halla, er tíðin komin,
har Føroyameistarar og
steypavinnarar
skulu
finnast í ymsu deildunum.
Steypakappingin hjá
yngru deildunum hevur
verið skipað á tann hátt,
at fleiri kappingar hava
verið ígjøgnum árið. Í
hesum kappingum hava
liðini fingið tillutað stig,
alt eftir, hvørja endastøðu
tey hava fingið í kapp-
ingini. Í finaluumfari-
num, sum nú varð leikt í
Havn, luttóku so tey fýra
liðini, sum gjøgnum árið
høvdu fingið flestu stig-
ini.
Her varð leikt eftir so-
nevndu cup-skipanini, so-
leiðis at tvær hálvfinalur
vórðu leiktar, áðrenn end-
að varð dystinum um
bronsumerkini og sjálv-
andi finaluni.
Gentur 12 ár
Her eydnaðist tað liðinum
hjá Neistanum at vinna
kappingina, eftir at tær í
finaludystinum vunnu 14-
5 á Stíf. Í hálvfinalunum
vunnu tey á ávíkavíst
Kyndil og VÍF, sum so-
statt hittust í dystinum um
triðja plássið, har tað
eydnaðist VÍF at vinna 5-
3.
Dreingir 12 ár
Her stóðu hálvfinalurnar
millum ávíkavist Neistan-
StÍF og H71-Kyndil. Úr-
slitini lagaðu seg soleiðis,
at Neistin og Kyndil kom-
u í finaluna, og her gjør-
dist talan um ein sera
spennandi dyst. Tá upp-
runaligi dysturin varð
leiktur, stóð á jøvnum 6-
6, men aftan á umdyst
eydnaðist tað Kyndli at
tryggja sær sigurin. Í
dystinum um triðja pláss-
ið vunnu hoyvíkingar 9-
6 á strandingum.
Gentur 14 ár
Her vóru liðini í finalu-
bólkinum Neistin, StÍF,
VÍF og Kyndil. Meðan
Neistin vann trygt í síni
hálvfinalu, skuldi um-
dystur til, áðrenn tað
eydnaðist Kyndli at basa
VÍF í síni hálvfinalu. Í
finaludystinum
vann
Neistin aftur trygt á
Kyndli, meðan tað var
sera javnt í bronsudyst-
inum, har tað loksins
eydnaðist VÍF at vinna 7-
6 á StÍF.
Dreingir 14 ár
Í fyrru hálvfinaluni í hes-
um
bólkinum
vunnu
Strandingar 7-5 á Neist-
anum, eftir at tað hevði
staðið á jøvnum 4-4, tá
upprunaliga leiktíðin var
liðin. Í hinari hálvfinaluni
Vunnu Kollfirðingar 6-2
á Kyndli, og sostatt skul-
du StÍF og KÍF hittast í
finaludystinum.
Her
vórðu tað kollfirðingar,
sum drógu longra stráðið,
eftir at teir í einum spenn-
andi dysti vunnu 13-11 á
mótstøðuliðnum. Í dyst-
inum um triðja plássið
vann Kyndil 9-8 á Neist-
anum.
Gentur 16 ár
Onnur hálvfinalan stóð
millum VÍF og Kyndil,
og her eydnaðist tað vest-
mannagentunum at vinna
8-3, og sostatt tryggja sær
finalusessin. Í hinari hálv-
finaluni hittust a- og b-
liðið hjá Neistanum, og
her eydnaðist tað b-lið-
num at vinna 7-5. Í final-
uni vórðu vestmanna-
genturnar tær drúgvaru,
og eydnaðist tað teimum
at vinna dystin 14-9.
Dysturin um triðja plássið
stóð sostatt millum Neis-
tan a og Kyndil, og her
vann Kyndil 10-6.
Dreingir 16
Her var talan um tvær ser-
a javnar hálvfinalur, men
at enda gjørdust tað a- og
b-liðið hjá Neistanum,
sum tryggjaðu sær final-
usessirnar, við at vinna á
ávíkavist StÍF og Kyndli
í hálvfinalunum. Í finalu-
dystinum vann a-liðið hjá
Neistanum 16-11 á b-lið-
num, sum sostatt mátti
taka til takkar við silvur-
merkjunum. StÍF tryggj-
aði sær bronsumerkini, tá
teir í einum málríkum
dysti vunnu 18-16 á
Kyndli
Á komandi síðunum eru
myndir av øllum liðu-
num, sum luttóku í finalu-
umfarinum, og vilja vit
nýta høvið til at ynskja
øllum vinnarunum hjart-
aliga tillukku við steypa-
sigrinum.
Um vikuskiftið varð seinasta um-
farið í steypakappingini hjá yngru
deildunum leikt í Havn
Steypakappingin
ÍtróttaSosialurin kann
sjálvandi eisini lesast á
alnetinum:
www.sosialurin.fo