Sosialurinarkiv
Sosialurin 2001-11-01, síða 2
Tak niður PDF av hesari síðu Stórt myndaskrá

hósdagur 1. november 2001síða 2

‹ fyrra síða allar 17 síður næsta síða ›

Tekstur á síðuni

2 Nr. 211 - 1. november 2001 Nr. 211 - 1. november 2001 3 Dagrøktararnir í Kollafirði hava enn ikki tikið arbeiðið uppaftur, og eingin semja er í væntu. Einki nevnivert samband hevur verið millum partarnar ARBEIÐSSTEÐGUR Stefan í Skorini Einki røkist fyri eini loysn í arbeiðsósemjuni millum dagrøktararnar í Kollafirði og Tórshavnar býráð í bræði. Dagrøktararnir hava ikki verið til arbeiðis síðan síðstu viku, tá teir løgdu arbeiðið niður. Orsøkin var, at teir ikki høvdu nakran sáttmála við arbeiðsgev- aran, sum í hesum førinum er býráðið. Tað var miku- morgunin, at dagrøktar- arnir í Kollafirði løgdu arbeiðið niður. Miriann Dam, ið er álitiskvinna hjá dagrøktar- unum, sigur, at hon onga hóming hevur av, nær arbeiðið verður tikið upp- aftur. Tað vil siga, at støðan enn er óbroytt. Partarnir hava havt sam- band um telefon fyri at tosa um, nær fundir skulu vera og onnur viðurskifti, men einki ítøkiligt er lagt á borðið. Ikki uppsagdir Hóast býráðið boðaði teimum frá, at um tær ikki møttu aftur til arbeiðis, so vórðu tær sagdar úr starvi, so sigur Miriann, at tær ikki meta hetta sum eina uppsøgn. – Vit hava ikki brotið nakrar setanartreytir, slær hon fast, og tær vilja sostatt ikki lata hetta um seg ganga. Miriann sigur, at býráðið eigur at góðtaka, at dag- røktararnir eru limir í Kollafjarða Arbeiðarafelag, og at tær lata sítt limagjald til tað felagið og ikki til Starvsmannafelagið, sum býráðið heldur vil. Hon heldur annars, at tað besta fyri dagrøktararnir hevði verið, um tær høvdu sítt egna felag fyri allar dagrøktarar í Føroyum. Onnur sama trupulleika Onnur fakfeløg í økinum hava sama trupulleika við Tórshavnar býráð. Poul Øregaard, sum er formaður í Norðstreymoyar Hand- verkarafelag, sigur, at hans- ara felag hevur havt sama trupulleika eftir saman- leggingina av Kollafjarðar og Tórshavnar kommunu. Hann sigur, at teir limir- nir í hansara felag, sum arbeiða hjá kommununi, verða noyddir at vera limir í Havnar Handverkarafelag. Kommunan sigur, at hand- verkarar í starvi hjá henni altíð hava verið limir í felagnum í Havn. Tí fer hon ikki at broyta tær manna- gongdir, sum longu eru á økinum. Poul Øregaard sigur seg víst sína ónøgd við hesi viðurskifti hjá kommunui, men at hetta er sum at sletta vatn á gás. Talan er ikki um so nógvar limir, men Poul Øregaard sigur seg ver a keddan um missa limir vegna samanleggingina av kommununum. ÚTBÚGVING Ingrid Bjarnastein 23 ára gamla fuglafjarðar gentan, Bjørg Mohr And- erssen, hevur júst lokið útbúgving sum miðlatøkn- ingur á Sjónvarpi Føroya. Ein miðlatøkningur tekur sær av fotografering, redi- gering, ljósi og ljóði. – Mær dámar best at arbeiða sum fotografur, og tað er eisini tað, sum eg geri mest, men arbeiðið hjá mær fevnir um hasi fýra økini, greiðir Bjørg frá. Bjørg hevur verið í læru í Sjónvarpi Føroya í fýra og eitt hálvt ár, harav hevur hon verið 55 vikur í Viborg, Danmark, í skúla. – Eg taki mær av næstan øllum sendingunum her í húsinum. Dagur og vika, barnasendingar og aðrar sendingar, so eg eri í roynd og veru "all around", sigur Bjørg Mohr Anderssen. – Arbeiðstíðirnar eru skiftandi, og sum miðla- tøkningur hevur tú ábyrgd á næsta øllum økjum. Sosialurin ynskir Bjørg hjartaliga tillukku við útbúgvingini, sum fyrsti og einasti kvinnuligi miðla- tøkningur í Føroyum. Í ár er mett, at inn- tøkan hjá sumbingum verður 38 milliónir. Men næsta ár fer inn- tøkan at veksa heilt upp í 46,7 milliónir, vísar metingarnar SUMBA Áki Bertholdsen Í Sumba er aftur stór fram- gongd at hóma. Tað gekk sjón fyri søgn, tá ið bygdaráðið á fundi mánakvøldið viðgjørdi fíggjarætlanina fyri kom- andi ár. Í ár verður mett, at saml- aða stattagrundarlagið hjá kommununi verður 38 milliónir. Men metingarnar hjá skattamyndugleikun um í Havn siga, at næsta ár fer inntøkan hjá sumbingum at veksa heilt upp í 46,7 milli- ónir. Umframt hetta fer kommunan eisini at fáa onkrar smávegis leiguinn- tøkur næsta ár, eitt nú 12.000 fyri Sagverkið og 50.000 frá guanovirkinum og havnagjøldum í Lopra , umframt aðrar leiguinn- tøkur í Ónavík í Lopra uppá 50.000 krónur. Nú fíggjarætlani n var til viðgerðar, varð skotið upp at skattaprosentið komandi ár skuldi vera tað sama sum í ár, 18%. Somuleiðis skuldi barnafrádrátturin verða óbroyttur, 4.000 krónur fyri hvørt barnið undir 18 ár. Upplýst varð á fundinum, at tilsamans eru 98 børn í kommununi, sum barnafrá- dráttur verður latin fyri. Tilsamans gevur hetta Sumbiar Kommunu eina inntøku av kommunuskatt- inum upp á 6,8 milliónir. Í ár er skattainntøkan mett at geva 5,6 milliónir, so talan er um eina fram- gongd uppá heilar1,2 milli- ón krónur. Tá ið barnafrádráttur, botnfrádráttur og annað er drigið frá og lagt afturat, gevur hetta eina fíggjar- ætlan, sum javnvigar við 6.952.000 milliónum krón- um. Ein stórur partur av út- reiðslunum eru lógar- bundnar útreiðslur. Men fyri at nevna nøkur fá tøl afturat, er ætlanin annars at seta 400.000 krónur av til bakkaverju at forða fyri, at brimið máar meiri burturav bakkanum afturat øllum tí, sum longu er farið. 200.000 krónur er ætlanin at seta av til nýggj- ar kloakkir í Sumba. Somu- leiðis er ætlanin at umvæla skúlan í Sumba fyri 500.000 krónur og at byggja uppí skúlan fyri aðrar 500.000 krónur. Ì Lopra er eisini ætlanin at veita vatnið, sum rennur úr tunlinum, í vatnbrunnin í Lopra fyri at trygja húskum og vinnuvirkjum nóg mikið av vatni. Stór framgongd í Sumba Bjørg Mohr Anderssen: Fyrsti kvinnuligi miðlatøkningur í Føroyum 23 ára gamla Bjørg Mohr Anderssen er fyrsta konufólk í Føroyum, ið hevur lokið útbúgving sum miðlatøkningur Mynd: Jens Kr. Vang Eingin semja í væntu Einki røkist fyri eini skjótari loysn á trætuni millum dagrøktarar í Kollafirði og Tórshavnar býráð. Álitiskvinnan Miriann Dam sigur, at einki veruligt samband hevur verið millum partarnar Mynd: Jens Kr. Vang Føroyska Elin Tind- skarð, sum býr í Hirtshals í Danmark, byrjaði at ríða tá hon var fýra ára gomul. Hon hevur búð í Danmark alla tíðina hon hevur riðið, og í dag er Elin 19 ára gomul, og hon ríður framvegis RÍÐING Ingrid Bjarnastein Ríðigreinin eitur lop, og nærum hvørt vikuskifti lut- tekur Elin Tindskarð á stevnum runt um í Dan- mark og í Noregi. Ríði- greinin, sum Elin luttekur í, gongur út uppá at fáa hestin at leypa yvir nakrar forð- ingar, sum eru uppstillaðar á eina breyt. – Eg venji minst fýra tímar um dagin. Meginpart- urin av míni frítíð fer til ríð- ing, sigur 19 ára gamla Elin Tindskarð. Dagliga gongur Elin á studentaskúla í Hirtshals. Hon tekur tó bert nakrar einkultlærugreinar, soleiðis at hon fær betri tíð til at ríða. Góð úrslit Stevnurnar, ið Elin Tind- skarð luttekur á, eru runt um í Danmark. Úrslitini hjá henni hava seinastu tíðina verið ógvu- liga góð. Til dømis varð hon nummar tvey í einum meistaraskapi í Danmark fyri stuttum, og fyri umleið einum mánaða síðani varð hon nummar eitt til eina kapping í Noregi. Hesturin, ið Elin hevur er ein hollandskur »varm- blod«, sum tað eitur á donskum. Hesturin stendur í einum ríðistalli, bert fimm minuttir frá har, sum Elin býr. – Tá eg ikki ríði eri eg saman við vinum ella í býn- um. Tað er ikki nógv tíð til avlops, tí næstan øll tíðin fer til ríðing, og jú eisini vikuskiftini, sigur Elin Tindskarð at enda. Broyting: Vit skrivaðu í blaðnum í gjár, at Operatión Dagsverk-dagurin var settur at vera fríggjadagin tann 9. november. Hetta er tó broytt nú, og verður dag- urin mikudagin tann 7. november. Til ber framvegis at fáa næmingar at arbeiða fyri seg, um áhugi er fyri tí við at ringja á telefon 250279 ella 258881. Aðal- og landsfundur Sjálvstýrisfloksins verður í Klaksvík leygardagin 3. nov. 2001 kl. 13.00 í Skálanum Bussur koyrir av Farstøðini leygarmorgunin kl. 09.30. Skipað verður fyri farti um Leirvíksfjørð og til Havnar eftir fundin/veitsl- una. Tilmelding til veitsluna 215482 - 422430 ella 422292 í seinasta lagi 1. nov. Nevndin Operatión Dagsverk 19 ára gomul: Skálvíksgenta kend reiðkvinna Ríðigreinin, ið Elin kappast í, eitur lop. Her avmyndað til eina kapping 19 ára gamla Elin Tindskarð á hollendska "varmblods" hestinum C M Y K 3 2 Bilur við skaða til sølu Merki: Mazda 626 2,2 cc GLX 5 hurðar Árg.: 1991 KM.: 238,157 Eyka útgerð: El-rútar, sóltak, ALU-felgur Bilurin verður seldur sum hann stendur nú, og kann síggjast á bilverkstaðnum hjá Mogens Petersen, 826 Trongisvágur. Tlf. 373890 Fax nr. 373117 at hitta millum kl. 0800–1000 Magnus E. Joensen Sýnsmaður