Sosialurinarkiv
Sosialurin 2001-11-01, síða 3
Tak niður PDF av hesari síðu Stórt myndaskrá

hósdagur 1. november 2001síða 3

‹ fyrra síða allar 17 síður næsta síða ›

Tekstur á síðuni

4 Nr. 211 - 1. november 2001 Nr. 211 - 1. november 2001 5 Sumbingar mótmæla, at Landsverkfrøð- ingurin hevur latið vágbingar fáa grótið, sum varð sprongt úr Sumbiarbergholin- um. Kommunan hev- ur nú biðið sakførara kanna málið, tí hon hevur sjálv brúyk fyri øllum grótinum SUMBA: Áki Bertholdsen Træta hevur nú tikið seg upp ímillum Sumbingar og vágbingar um, hvør av teimum skal eiga grótið, sum varð sprongt úr Sumbiarbergholinum. Grótið, sum varð sprongt úr bergholinum liggur í Lopranseiði, men nú hevur træta tikið seg upp um, hvør av teimum báðum grannakommununum, Vág- ur ella Sumba, hevur rættin til grótið. Landsverkfrøðingurin hevur játtað Vágs komm- unu grótið til at brúka til kommunalar útbyggingar, eitt nú til at fylla út framvið sjónum fyri at gera havna- lagið størri. Men Sumbiar Kommuna tvíheldur um, at Lands- verkfrøðingurin hevði longu frammanundan játtað Sumbiar kommunu rættin til grótið. Málið var fyri á bygda- ráðsfundi í Sumba mána- kvøldið Bygdaráðið heldur, at Landsverkfrøðingurin kundi ikki lova grótið burt- ur tvær ferðir, men av tí at avtalað varð gjørd við Sum- biar Kommunu fyrst, er tað tann avtalan sum er gald- andi og ikki avtalan, sum seinni er gjørd við Vágs Kommunu. – Landsverkfrøðingurin hevur m.a. boðað frá, at hann heldur, at grótið kem- ur betri til nyttu aðrastaðni (í Vági, blm), tí Sumbiar Kommuna hevur onga ítøkiligar ætlanir um út- byggingar, har brúk er fyri tí, upplýsti borgarstjórin, Jacob Vestergaard. Men hetta vil bygdaráðið ikki góðtaka, tí tey halda ikki, at Landsverkfrøðing- urin eigur at leggja seg út í, nær kommunan byggir út. Borgarstjórin sigur, at tað er eisini brot á gamla sið- venju at lata grótið aðrar vegir. – Landsverkfrøðingurin hevur altíð havt tað sið- venju, at í sambandi við tunnilsgerðir eigur komm- unan, sum arbeitt verður í, eisini grótið, sum er sprongt burtur. Sakførari kannar málið Á fundinum mánakvøldið gjørdi bygdaráðið av at gera tað, sum gerast kann fyri at Sumbiar Kommuna skuldi fáa grótið. Eitt nú hevur kommunan biðið sakførara kanna mál- ið. Avtalan ímillum Lands- verkfrøðingin og Sumbiar Kommunu um grótið, er ikki skrivlig, men munnlig. – Men ein munnlig avtala er líka nógv verd sum ein skrivlig avtala, er niður- støðan hjá sakførararanum hjá kommununi. Bygdaráðið skal nú senda sakføraranum ymisk skjøl, eitt nú gerðarbøkur hjá bygdaraðnum, har ymisk mál eru umrøtt á fundi útfrá teirri fortreyt, at avtalað er við Landsverk- frøðingin um at fáa grótið. Og tað hevur tað verið oftani, varð upplýst á bygdaráðsfundinum. Hetta skal gerast fyri at undirbyggja, at Landsverk- frøðingurin hevur gjørt av- talu við Sumbiar Komm- unu um at hon skuldi fáa grótið. Fáa 20.000 kubikk Mett verður, at tilsamans eru tað eini 100.000 kubikk av gróti, sum liggja í Lopranseiði. Hvussu nógv av tí, sumb- ingar fáa er enn ógreitt. Tað einasta, sum er greitt, er, at teir nú fáa 20.000 kubikk, tað hevur kommunan fingið skrivligt loyvi til frá Landsverkfrøð- inginum. Grótið skal brúkast til at fylla upp framvið havna- lagnum í Lopra, har brúk er fyri størri keiøki. Men kommunan hevur brúk fyri øllum grótinum, tí metingar vísa, at skal alt tað fyllast út, sum komm- unan ætlar, verða tað brúk fyri 120.000 kubikkum av gróti, tí tað er rættiliga djúpt ov víðført. Jacob Vestergaard sigur, at tað er brúk fyri at gera havnalagið størri, fyri at skapa møguleikar til at byggja virki, um áhugi er fyri tí. Á fíggjarætlanini kom- andi ár er ætlanin at seta 450.000 krónur av at koyra tey 20.000 kubikkini av Lopranseiði oman í Havn- ina. Men sum eitt lið í ar- beiðnum at bøta um havna- lagið, er tað eisini eitt upp- skot í fíggjarætlanini, at seta 100.000 krónur av til at asfaltera vegin í Ónavík, har havnin er í Lopra er og harumframt er ætlanin at seta 175.000 krónur til at stoypa eitt stykki niðri á havnalagnum, sum framm- anundan er planerað. Krevja at fáa grótið í Lopra MSumbiar Bygdaráð kann fegnast um stóra framgongd í kommununi. Ætlanin er m.a. at byggja havnina í Lopra út, men stóri spurningurin er, um tað eydnast at fáa grótið, sum tey siga, at Landsverk- frøðingurin hevur lovað teimum. Men semja er um at gera tað, sum gerast kann og nú kannar sakførari málið. Hinumegin borðið siga f.v. Niclas Hentze, Jacob Poulsen og Snæbjørn Vestergaard. Hesumegin borðið, við rygg- inum til, er tað Poul Johann- us Poulsen, fremst og Jacob Vestergaard, borgarstjóri Javnaðarflokkurin er klárur til at fara undir valstríðið til fólkatingsvalið. Stutt er síðan landsfundin, og har varð nýggja stevnuskráin, sum flokkurin fer at ar- beiða eftir, kunngjørd FÓLKATINGSVAL Edvard Joensen Jóannes Eidesgaard, for- maður og fólkatingsmaður fyri Javnaðarflokkin, sigur, at flokkurin er klárur at fara til val. Stevnuskráin er løgd, og verður brúkt til valstríðið hetta fram til 20. november. Tað kom ikki óvart á Jóannes Eidesgaard, at val varð útskrivað nú, sigur hann. Hann er staddur í Danmark í Fólkatingsør- indum, men væntar at koma heim til Føroya sum skjótast, tí uppstillingin verður avgreidd fyrsta dag- in, sigur hann. Jóannes Eidesgaard sig- ur, at einki er avgjørt um, hvør fer at stilla upp. Men hann væntar at verða á listanum, og hann ætlar at taka av, verður hann biðin. Valstríðið fer uttan iva í stóran mun at bera brá av, at løgtingsval eisini stendur fyri durum. – Eingin ivi er um, at flokkarnir fara at royna ymisk ting yvir fyri hvørj- um ørðum, sum viðkoma løgtingsvalinum í eins stór- an mun sum fólkatingsval- inum, sigur hann. Jóannes Eidesgard held- ur, at nú er brúk fyri polit- ikarum, sum kunnu vísa á, hvussu vit kunnu koma burtur úr tvaðpottinum, vit hava staðið í seinastu fýra árini, har alt hevur snúð seg um fullveldismálið hjá samgonguni. Hann væntar kortini, at samgonguflokk- arnir fara at draga tað málið inn í valstríðið sum høv- uðsmálið. Javnaðarflokkurin fer tó at vísa á, at tað veruliga ber til at koma víðari. Tað verður gjørt við at leggja fram ta uppskotið til sjálv- stýrislóg, sum flokkurin fyrr hevur boðað frá, sigur Jóannes Eidesgaard. Klárur til valið – Vit halda tað vera sjálvsagt, at Sam- bandsflokkurin skal hava annan sessin í Fólkatinginum, og tað fara vit at stríðast fyri, sigur forkvinnan í Sambandsflokk- inum VAL Eyðun Klakstein Sambandsflokkurin ætlar sær at vinna annan av før- oysku sessunum í Fólka- tinginum aftur, eftir at Javnaðarflokkurin fór við hesum sessi á seinasta vali. – Vit hava góðar vónir um, at vit kunnu vinna fólkatingssessin aftur, heldur Lisbeth L. Petersen. – Sjálvt um stutt tíð er til valið, so eru vit klár til val- ið, tí vit hava eina greiða stevnuskrá. Vit vilja endur- reisa álitið millum føroysk- ar og danskar myndugleik- ar, eftir at sitandi landsstýr- ið hevur oyðilagt so nógv á hesum øki, sigur hon. Tað var sera tætt, tá Javn- aðarflokkurin fór við sess- inum hjá Sambandsflokk- inum á seinasta Fólkatings- valið, og hetta gjørdist bjargingin hjá Poul Nyrup Rasmussen, sum helst hevði fallið, um tveir borg- arligir limir komu úr Før- oyum. Løgmaður, Anfinn Kallsberg, var ikki beinleiðis skakaður av tíðindunum um, at Poul Nyrup Rasmuss- en hevði útskrivað val. Hann sigur, at Fólkaflokkurin kundi ynskt eina borgarliga stjórn, men væntar ikki, at Føroyar verða nakar stórur spurn- ingur í danska val- stríðnum VAL Heri á Rógvi Tað var ein eftir umstøðun- um rættiliga róligur Anfinn Kallsberg, sum vit hittu í telefonini mikumorgunin, beint eftir, at Poul Nyrup Rasmussen hevði kunn- gjørt, at Fólkatingsval verður 20. november. Anfinn Kallsberg segði, at hetta sjálvandi var ógvuliga stutt tíð at fyrireika seg, men sigur samstundis, at hetta nú einaferð er soleiðis sum skipanin virkar. Tað kemur heldur ikki heilt óvæntað á løgmann, at Nyrup velur at skriva út val nú. Hann leggur dent á, at tað er danski forsætisráð- harrin, sum útskrivar val, og hetta er hann eisini heimildaður til. Løgmaður vísir á, at hetta kanska er tað lands- stýrið, sum hevur havt mesta samskiftið við donsku stjórnarleiðarinar, so hetta fer væntandi at seta sín dám á, samstundis sum tað ikki ber til at fornokta, at ríkisrættarliga støðan fer at ávirka komandi fólka- tingsvalið. Løgmaður væntar ikki, at Føroyar verða nakar stór- vegis spurningur í danska valstríðnum, tá ið Poul Nyrup meira hevur lagt dent á altjóða viðurskifti. Hann sigur ógvuliga dipl- omatiskt, at tað verða donsku og eisini føroysku veljararnir, sum fara at avgera, hvør skal seta út í kortið í donskum politikki næstu fýra árini. Anfinn Kallsberg sigur, at Fólkaflokkurin til kom- andi fólkatingsvalið fer at leggja dent á tann politkk, sum flokkurin stendur fyri. Tað verður leiðslan í lands- felagnum fyri flokkin, sum ger at avgera, hvør skal stilla upp til valið. Hann vil hvørki vátta ella nokta, at hann sjálvur fer at stilla upp til valið. Fólkaflokkur- in hevur landsfund um vikuskiftið, og tað kann, sambært løgmanni, væl hugsast, at fleiri týdningar- miklar avgerðir í sambandi við valið vera tiknar tá. Tjóðveldisflokkurin fer at kalla inn til eyka floksting, har støða floksins í sambandi við kom- andi fólkatingsvalið verður umrødd. Sætið á danatingi skal nýt- ast at fremja føroyskt sjálvstýri, sigur for- maðurin FÓLKATINGSVAL Stefan í Skorini Høgni Hoydal, formaður Tjóðveldisfloksins, sigur, at flokkurin enn ikki hevur tikið støðu til, um hann fer at bjóða seg fram at um- boða føroyingar í Fólka- tinginum. Kallað verður inn til eyka floksting, har avgerðin verður tikin á hægsta stigi í flokkinum. – Tað hava altíð verið ymsar hugsanir um fólka- tingsumboðanina í Tjóð- veldisflokkinum. Grund- leggjandi eru vit ímóti hava umboð í tinginum hjá danska fólkinum, men hin- vegin hevur tað týdning fyri føroyskt sjálvstýri, og tí hava vit síðan 1971 still- að upp til fólkatingsvalið, sigur Høgni Hoydal. Høgni Hoydal sigur eis- ini, at umboðanin hjá Jóannesi Eidesgaard á Fólkatingi hevur verið ein beinleiðis forðing í ar- beiðnum hjá landsstýrinum fyri fullveldi í hesum val- skeiðnum. Tí kann tað vera týðandi partur í aðalmálinum hjá Tjóðveldisflokkinum at hava eitt umboð í danska tinginum. Erlendur Paturs- son varð valdur tvær ferðir í sjeytiárunum, men síðani hevur Tjóðveldisflokkurin ikki havt umboð í tingin- um. Tjóðveldisflokkurin vón- aði annars, at føroyska um- boðanin á Fólktingi var at enda komin eftir hetta val- skeiðið, men so skuldi ikki ganga. – Hetta verður eitt val, har vit hava møguleikan at fokusera á støðu Føroya í heiminum. Ein fortreyt fyri at vera við í teimum stóru avgerðunum, sum verða tiknar í heiminum í dag, er at hava fult sjálvstýri, sigur Høgni Hoydal, ið eisini sær hetta valið sum eina mein- ingakanning til komandi løgtingsval. Um Tjóðveldisflokkurin fær umboð í Fólkatingið, er ætlanin ikki at luttaka í tí dagliga tingarbeiðnum, men tað verður við tí fyri eyga at arbeiða fyri før- oyskum sjálvstýri. Løgmaður: Fólkaflokkurin ynskir borgarliga stjórn Danir og føroyignar skulu 20 . november velja nýggjar fólka- tingslimir. Ikki óvæntað verður valið sama dag, sum kommunu- og amts- ráðsval verða í Dan- mark, og tað er ongantíð hent áður Magnus Dam Keypmannahavn Tað verður fyrstu ferð í søguni, at danir skulu velja nýggjar limir í Fólkatingið, kommunustýrini og amts- ráðini sama dag. Tann støðan er serlig, segði Poul Nyrup Rasmuss- en, tá hann á tíðindafundi í Forsætisráðnum á middegi í gjár, almannakunngjørdi avgerðina um at skriva út nýval til Fólkatingið. – Men tað er eisini ein nýggj og serstøk støða, vit eru í, segði forsætisráðharr- in og sipaði til yvirgangin í USA, kríggið í Afghanistan og ótryggu støðuna, sum hevur valdað síðani yvir- gangsálopini í september. – Í einari truplari tíð hava vit brúk fyri einum nýggj- um og styrktum mandati. Tað er okkara áheitan á donsku veljararnar, segði Poul Nyrup Rasmussen. Ikki óvæntað Søgurnar um eitt fólka- tingsval 20. november hava gingið sum heitt breyð hesa seinastu vikuna, og tey flestu roknaðu við, at Nyrup fór at taka endaligu avgerðina heilt skjótt. Valstríðið er tí at kalla byrjað í Danmark, longu áðrenn valið er útskrivað, og hetta er ein av orsøkun- um til, at forsætisráðharrin gjørdi av at skriva út nýval. – Eg havi hugsað um hetta. Havi vigað fyrimunir og vansar. Og tað er mær greitt, at Danmark hevur ikki brúk fyri trimum til fýra mánaðum, sum uttan iva fara at verða merktir av valstríðið. Tað er ikki gott fyri avgerðirnar, sum skulu takast. Tað er ikki tað besta, sum vit kunnu gera fyri Danmark. Tí haldi eg tað vera best at áseta ein felags valdag fyri Fólkatingið, kommunurnar og amtini, segði Nyrup sum grund- geving fyri at skriva út valið nú. Yvirgangur verður tema Veljarakanningarnar sein- astu vikuna hava uttan iva eisini vigað tungt, tá ið Nyrup gjørdi av at skriva út nýval. Sambært teimum liggur danski Javnaðar- flokkurin betri fyri nú, enn hann hevur gjørt líka síðani seinasta fólkatingsval í 1998. Ein av orsøkunum til hetta er handfaringin hjá stjórnini av støðuni síðani yvirgangsálopini í septem- ber. Nyrup fær toppkar- akter frá donsku veljarun- um, og hann vil hava ágóð- an av hesum viðrákinum, áðrenn tað er ov seint. Nyrup nevndi tí beinleið- is yvirgangin, kríggið og ótryggu støðuna fleiri ferð- ir, tá hann helt tíðindafund- in í forsætisráðnum. Stjórnin ætlar at leggja fleiri lógaruppskot fram komandi tíðina, sum skulu gera tað lættari at avdúka yvirgangsfólk og herða revsingina fyri yvirgang. Eisini skulu lógirnar um innflytning gerast strangari. Eisini skal fíggjarlógin fáast uppá pláss í einari tíð, har heimsbúskapurin er viknaður nógv og vandin fyri niðurgangstíðum er stórur. Tað eru hesi tiltøk- ini, sum Poul Nyrup Rasm- ussen millum annað vil hava fólksins stuðul til á komandi fólkatingsvalin- um. Søguligt fólkatingsval 20. november Lisbeth L. Petersen: – Vit vilja hava sessin aftur Tjóðveldisflokkurin: Ikki tikið støðu C M Y K 5 4