Sosialurinarkiv
Sosialurin 2001-11-01, síða 4
Tak niður PDF av hesari síðu Stórt myndaskrá

hósdagur 1. november 2001síða 4

‹ fyrra síða allar 17 síður næsta síða ›

Tekstur á síðuni

6 Nr. 211 - 1. november 2001 Nr. 211 - 1. november 2001 7 -Tað er skeivt at flyta stovnar, bara tí tað er eitt politiskt ynski. Tað má vera ein saklig grundgeving fyri tí sigur Bjarni Djurholm, lands- stýrismaður, sum viðgongur, at tær 6-7 flytingarnar, sum hava verið í hesum valskeiðnum, eru allar grundaðar á politisk ynski og ikki á eina sakliga menning. STOVNAR OG FLYTING Jan Müller Bjarni Djurholm, lands- stýrismaður heldur flyting- ina av fleiri av almennu stovnunum út á bygd verða alt ov tilvildarliga og verða gjørd út frá politiskum áhugamálum heldur enn út frá sakligum grundgev- ingum. Hetta sigur hann samtíðis sum starvsfelagi hansara Jørgen Niclasen hevur gjørt av at flyta Skipasýnið til Vágar, nakað, sum hevur fingið eitt nú stjóran á landsins størstu fyritøku, Poul Mohr á Tórshavnar Skipasmiðju at tosa um politiska valds- misnýtslu. Bjarni Djurholm heldur fyri, at vit hava upplivað fleiri ferðir, at stovnar “ad hoc” eru fluttir úr Havn og út á bygd. Tað hendir sum snarljós av klárum himni - tað er nakað, sum lands- stýrismenn einsasmallir taka avgerð um og so bara verður framt. Sjálvur sigur hann seg alla tíðina hava undrast á hesa mannagongdina, sum tykist sera óskipað og ikki byggja á sakligar grund- gevingar. Mannagongdirnar, sum brúktar eru í hesum sam- bandi, eru so heldur ikki í samsvari við samgongu- skjalið, ið sigur, at sam- gongan er samd um at neyðugt er at fremja verulig tiltøk, um útoyggjum og smáplássum skal verða lív lagað. Bjarni Djurholm skilur hetta fyrst soleiðis, at sam- ferðslukervið verður útbygt tvs. allur infrastruktururin her eisini telesamskifti, og at tú harvið skapar nakrar umstøður og karmar. - Hvørjum endamáli tænir so ein flyting av einum stovni? - Hon livir ikki upp til setningin, at tú skal skapa karmar fyri trivnað tvs. at tað skal spretta nakað úr staðnum av sær sjálvum. Tí tá man flytur stovnar á henda hátt sum er hent, so rættvísger tað ikki flyt- ingina sæð í mun til tann politiska setningin man setti sær. Bjarni vísir bæði til flytingarnar av eitt nú Stuðulsstovninum og Skipasýninum, har tú bara tekur úr rúgvini og flytur. - Vandi er fyri, at vit bara fáa nakrar dupultfunktiónir burturúr, tá hetta ikki er nóg væl umhugsað. - Tað hevur verið júkað upp í saman, at almenni sektorurin skal endur- skoðast, rationaliserast, gerast bíligari osfr. Men man brýtir við tann setn- ingin, sum vit hava hoyrt nú í skjótt fýra ár, tá stovnar heilt tilvildarliga verða fluttir út á bygd. Við at taka úr rúgvuni og sletta út um teg við al- mennum stovnum, so kemur tú ikki at liva upp til tað, ið var ætlanin við at fjálga um smáplássini. Kanska tvørturímóti. Ístað- in fyri at sleppa av við dupultfunktiónir, fáa vit fleiri slíkar. Inflatión í flyting av stovnum - Er hetta ikki ein beinleiðis atfinning móti tínum egna landsstýriskollega Jørgen Niclasen – og merkir hetta, at tú als ikki er samdur við avgerðina hjá honum at flyta Skipasýnið? - Hyggja vit at teimum stovnum, sum eru fluttir, so er tað so, at man antin hevur frætt tað á einum landsstýrisfundi, tá averðin er um at verða tikin ella frætt tað í fjølmiðlunum. Tað haldi eg ikki er nøkt- andi. Landsstýrismaðurin sigur víðari, at tað kann vera, at flytan av einum stovni samanlagt kann vera ein fyrimunur fyri samfelagið. Men um tú bara tekur í rúgvini av teimum stovn- um, sum man umsitur sum landsstýrismaður og flytir ein her og ein har, tí tað hóskar seg inn í eina politiska fatan júst ta løt- una, so er tað ikki rætt. Tá er rætt og slætt inflatión komin í flyting av al- mennum stovnum. Bjarni Djurholm við- gongur annars, at hann var sera ivingarsamur, tá Jørgen Niclasen nevndi ætlan sína at flyta Skipa- sýnið. - Eg beri ótta fyri, at tú møtir stovnunum aftur entá í Havn. Og er hetta enda- málið við at rationalisera í samfelagnum, so er man als ongan veg komin sigur landsstýrismaðurinn og spyr, hvat gagn flyting av einum stovni ger í økinum, um talan bara er um at flyta nøkur fá starvsfólk í ein kjallara eina ella aðra- staðni! Einki politiskt orðaskifti - Hava tit í samgonguni ikki ein løgmann og skipara, sum nettupp hevur tosað Flytanir av stovnum byggja ikki á sakligar grundgevingar Poul Mohr ger ov nógv av, tá hann leggur meg undir at hava mistonkiliggjørt skipasmiðjurnar og starvsfólkini í Skipaeftirlitinum, sigur Jørgen Niclasen, landsstýrismaður. - Eg havi fult álit á bæði skipasmiðjun- um og Skipaeftirlit- inum Magnus Dam - Ætlanin hjá mær hevur ongantíð verið at sáa iva um starvsfólkini á skipa- smiðjunum ella í Skipa- eftirlitinum. Teimum havi eg fult álit á, og eg hevði heldur ikki verið bangin fyri at latið Skipaeftirlitið ligið í Havnini. Jørgen Niclasen heldur, at Poul Mohr leggur ov nógv í úttalilsini við Fregn- ir í síðstu viku, og hansara ætlan hevur ongantíð verið at sáa iva um starvsfólkini, sum Poul Mohr tosar um. - Tað liggur eingin skuldseting í hesum. Eg havi bara víst á, at vit hava skipasmiðjur, skipaeftirlit, klassa og reiðarar. Hesi hava ikki øll altíð somu áhugamál, og tí havi eg bara sum eitt av fleiri argumentum víst á, at tað kann eisini vera gott at leggja stovnin uttanfyri Havnina. Eg havi roynt at lýsa allar vinklar - og hetta er ein av teimum - ein millum fleiri. Onnur hava bara fokuserað uppá tað negativa í, at stovnurin verður fluttur vestur. Teoretiskur møguleiki - Eg sigi bara, at eftirlits- fólkini kunnu koma undir trýst, um persónliga sam- bandið er ov tætt við skipasmiðjurnar. Eg sigi ikki, at tey koma undir trýst ella at tey lata seg trýsta - vísi bara á tann teoretiska møguleikan, sum er til staðar, og sum vit sleppa undan, um vit flyta stovnin útum Havnina. - Tú yvirregerar, um tú metir hetta ájavnt við at mistonkiliggera starvsfólk- ini, sigur Jørgen Niclasen, sum slær fast, at hann hevur fult álit á skipasmiðjunum og Skipaeftirlitinum og starvsfólkunum har. Jørgen Niclasen sigur seg hava fult álit á bæði skipasmiðjunum og Skipa- eftirlitinum og starvsfólk- unum har, og hann hevði ikki havt svøvnleysar nætur, um stovnurin hevði ligið í Havnini eftir yvir- tøkuna 1. januar. Og tað er heldur ikki hesin áður- nevndi teoretiski møguleik- in, sum hevur fingið hann at leggja stovnin uttanfyri Havnina. Politiski viljin - Tann politiski viljin er, at almennir stovnar eisini skulu leggjast uttanfyri Havnina, og tá við nú høvdu møguleikan at leggja Skipaeftirlitið út um Havn- ina eftir yvirtøkuna, so gjørdu vit tað. At tað so gjørdist Vágoyggin, var tí, at aðrir stovnar eru fluttir ella settir á stovn í øllum hinum stóru oyggjunum. Landsstýrismaðurin heldur, at ein stovnur sum Skipa- eftirlitið kundi ligið alla staðni. - Tað var eisini niður- støðan hjá okkum, eftir at vit høvdu kannað, um stovnurin yvirhøvur kundi liggja uttanfyri Havnina. Um hann liggur í Vágum ella í Havn ger ikki tað stóra hjá klaksvíkingum ella eysturoyingum - lítil munur er á fjarstøðuni, sigur hann og sipar til orðini hjá Poul Mohr um, at meginparturin av virksem- inum hjá eftirlitinum er í Havnini, á Skálafjørðinum og í Klaksvík. Landsstýrismaðurin undirstrikar at enda, at hann ongar ætlanir hevur um at broyta avgerðina, sum hann hevur tikið. Skipaeftirlitið kemur at liggja í Vágum eftir 1. januar. Poul Mohr yvirreagerar Jørgen Niclasen við høvuðsskrivstovuna hjá Skipaeftirlitinum í Keypmannahavn. 1. januar verður Skipaeftirlitið yvirtikið, og høvuðsskrivstovan flutt úr Keypmannahavn og vestur í Vágar Bjarni Djurholm, landsstýrismaður sera ósamdur við starvsfelags sín Jørgen Niclasen Framhald á síðu 25 Jørgen Niclasen, landsstýrismaður, og Ole Stavad, vinnu- málaráðharri, undir- skrivaðu ígjár avtal- una um at føroyingar yvirtaka Skipaeftir- litið á nýggjárinum Magnus Dam Keypmannahavn Jørgen Niclasen hevur nú júst tveir mánaðir til at fáa øll viðurskifti í rættlag, so føroyska Skipaeftirlitið er til reiðar á nýggjárinum, tá ið málsøkið verður før- oyskt. Danski vinnumálaráð- harrin, Ole Stavad, og Jørgen Niclasen, settu á middegi ígjár hvør sína undirskrift á avtaluna um trygd á sjónum, sum flytir málsræðið úr danska Vinnumálaráðnum til Fiskimálastýrið. Í næstu viku verður málið lagt fyri løgtingið, og Jørgen Nicla- sen væntar, at alt verður til reiðar 1. januar. Og skuldi nakrir leysir endar verið tann 1. januar, so eru danir til reiðar at lata føroyingar keypa eksper- tisu frá donsku myndug- leikunum. Samstarvið í samband við yvirtøkuna hevur verið gott, og góða samstarvið heldur fram eftir yvirtøkuna, gjørdu bæði Jørgen Niclasen og Ole Stavad greitt, tá ið avtalan varð undirskrivað. Enn eitt stig fram - Teir trupulleikar, sum hava verið, eru loystir so við og við, og vit hava hildið tíðarætlanina. Tað eru 60 ár síðani, føroysk skip fingu loyvi at sigla undir føroyskum flaggi, og fyri 25 árum síðani fingu vit okkara egna fiskiveiði- eftirlit, vaktar- og bjarging- artænastu. Tí fegnist eg um, at vit nú eisini hava fingið um hendi hesa uppgávuna, segði Jørgen Niclasen á einari samkomu á skriv- stovuni hjá Ole Stavad, tá avtalan varð undirskrivað. Og Ole Stavad hevði eisini góð orð at bera sam- ráðingunum. Tær ganga altíð væl, tá ið talan er um viðurskifti á sjóvinnuøkin- um. Men nøkur løtt upp- gáva er tað tó ikki at umsita økið, sum nú kemur á føroyskar hendur, undir- strikaði Ole Stavad. - Tað er ein stór uppgáva, føroyingar hava átikið sær. Vit eru sjálvandi til reiðar at veita alla tað hjálp, vit kunnu, innanfyri karmarnar í avtaluni, segði Ole Stavad, sum kortini legði afturat, at tað arbeiða dugnalig starvs- fólk í Skipasýninum, og tíber hann ikki ótta fyri, at føroyingar ikki fara at megna uppgávuna. Starvs- fólkini hjá Skipaeftirlit- inum í Føroyum verða eis- ini yvirtkin, tá ið málsræðið verður føroyskt, um tey væl at merkja velja at halda fram í starvinum. Fáa bygningarnar ókeypis Við yvirtøkuni fylgja eisini hølini í Føroyum, sum Skipaeftirlitið í dag húsast í. Hvussu stórt virðið á hes- um er, vilja hvørki Jørgen Niclasen ella Ole Stavad siga. Eingin meting er gjørd av ognunum, sigur Jørgen Niclasen. Hvat hølini skulu brúkast til eftir 1. januar, er ógreitt, men hinvegin er greitt, at Skipa- eftirlitið skal ikki halda til íteimum. Jørgen Niclasen heldur fast um ætlanina at flyta Skipaeftirlitið vestur í Vágar. Fiskimálastýrið søkir longu eftir fólki til føroyska Skipaeftirlitið, og Jørgen Niclasen væntar ikki, at tað verður nakar trupulleiki at manna skrivstovuna vesturi í Vágum. Sambært avtaluni skulu lønar- og setanar- viðurskiftini hjá starvsfólk- unum verða tey somu eftir 1. januar, sum tey eru ídag. Yvirtøkan, sum varð undirskrivað ídag, er tann fyrsta í einari røð av yvir- tøkum, sum landsstýrið ætlar at fáa frá hondini áðrenn 1. januar. Fólka- kirkjan, almenna forsorgin og flogvøllurin skulu eftir ætlan eisini yvirtakast á nýggjárinum. Skipaeftirlitið komið undir land Í ár er einki navn á listanum, sum prestur plagar at lesa undir minningarguðstænast u teirra sjólætnu í Havnar Kirkju allahalgannakvøld MINNINGARHALD Edvard Joensen Listin yvir sjólætnar før- oyingar er blankur í ár. Tað vil siga at síðan seinasta allahalgannadag er eingin føroyingum deyður í yrki sínum á sjónum. Tó er ein maður saknaður og ikki komin afturíaftur. Tórshavnar Sjómans- heim skipar fyri minning- arhaldi fyrrapartin í dag, soleiðis sum gjørt hevur verið síðan 1957. Jeffei Johannesen, leiðari á Sjómansheiminum, sigur, at byrjað verður á Sjó- mansheiminum fyrrapartin klokkan 10.00, har andakt verður við Meinhardi Bjartalíð, presti. Haldið á Sjómansheiminum plagar at vara umleið ein hálvan tíma. Síðan verður farið niðan í Viðalundina, har Anfinn Kallsberg, løgmað- ur, fer at leggja krans við minnisvarðan. Klokkan 20.00 í kvøld verður minningarguðstæn- asta í Havnar Kirkju, har Sonja Klein, sóknarprestur fer at prædika. Aftan á guðstænastuna verður alt kirkjufólkið boðið til ein drekkamunn á Sjómans- heiminum. Eisini aðrastaðni verða minningarhald í dag. Í Klaksvík verður minn- ingarhald klokkan 15.00, har kransar verða lagdir við minnisvarðan og bæði kór- og felagsangur verður. Eivind Bringsberg fer at halda røðu, eins og borgarstjórin fer at siga nøkur orð. Eisini á Eiði, við Gjógv og í Haldarsvík er lýst við minningarhaldi allahalgannadag. Føroya Fiskimannafelag hevur trúliga gjørt yvirlit yvir teir, sum farnir eru í virki sínum á sjónum. Listarnir hava verið bæði longri og styttri, sigur Óli Jacobsen, formaður í Før- oya Fiskimannafelag. Um tóma listan í ár sigur hann, at tað bert er aðru ferð, síðan hann í 1971 tók við sum formaður í Fiski- mannafelagnum, at einki navn er á listanum. Ta fyrru ferðina var í 1996, sigur hann. Óli Jacobsen sigur, at tá roknað verður við sjólæt- num, verður roknað við fólki, sum farin eru í ar- beiði sínum í samband við sjógvin eins og fólki, ið druknað eru. Hóast eingin stendur á listanum hjá presti í kvøld, er kortini ein føroyingur saknaður seinasta árið. Tað er tann 70 ára gamli Óli Dam úr Havn, sum varð saknaður í Kollafirði í august mánaða, og enn ikki er afturkomin. Tað var undir seinna heimsbardaga, at gjørt varð av, at allahalgannadagur, tann 1. november, skuldi verða hildin sum almennur minningardagur teirra, sum sjólætnir vóru, og hevur dagurin síðan verið al- mennur flaggdagur, har flaggað verður í hálvari stong. Jørgen Niclasen og Ole Stavad hava nú sett undirskriftina á avtaluna um Skipaeftirlitið, sum á nýggjárinum verður føroyskt og fer at halda til íVágum Listin er blankur C M Y K 7 6