Sosialurinarkiv
Sosialurin 2009-05-22, síða 2
Tak niður PDF av hesari síðu Stórt myndaskrá

fríggjadagur 22. mai 2009síða 2

‹ fyrra síða allar 79 síður næsta síða ›

Tekstur á síðuni

2 tíðindi Nr. 96 - 22. mai 2009 ½ Vit leita eftir fólki til okkara avskiping Tvey størv sum avskiparar á Vestsalmon eru leys at søkja. Talan er um avbjóðandi arbeiði, har tú í stóran mun sjálv/ur leggur arbeiðsdagin tilrættis. Hinvegin verður eisini kravt nógv av tær, serliga í mun til at halda høvdið kalt, tá ið á stendur. Nógvir bóltar skulu haldast í luftini í senn, soleiðis at ordrar verða avgreiddir, vøran verður avskipað og kundarnir verða nøgdir. Vit leggja dent á, at tú ert sjálvstøðug/ur og røkin og megnar at syrgja fyri, at arbeiðið koyrir sambært settum krøvum. Tú skalt duga at taka røttu avgerðirnar, eisini tá ið harðast leikar á. Tú skalt vera við til at tryggja, at ǀƆƌĂŶ verður rætt handfarin, soleiðis at bestŵøgulig úrtøka fæst burturúr – bæði fyri virkið og kundan. Førleikakrøv Vit síggja fyri okkum, at tú hevur royndir frá líknandi arbeiði. Arbeiðið verður í stóran mun stýrt við teldu, og tí er tað eitt krav, at tú hevur góðan telduførleika. Somuleiðis skalt tú hava koyrikort til trukk. Tíð og setanarviðurskifti Talan er um fulltíðarstørv, sum skulu setast skjótast gjørligt. Løn sambært avtalu. Umsóknin Umsóknir til størvini, við avriti av prógvum, starvsroyndum og møguligum viðmælum, skulu verða okkum í hendi so skjótt sum gjørligt. Fleiri upplýsingar um størvini fáast við at venda sær til Andrias Petersen, virkisleiðara, á telefon 777005 ella á andrias@vestlax.fo.Vit gleða okkum at hoyra frá tær. P/F Vestsalmon Postbox 82 FO-410 Kollafjørður Tel +298 477 000 Fax +298 477 002 www.vestsalmon.fo Vestlax og Vestsalmon eru ávíkavist móður- og dótturfelag. Vit klekja rogn og framleiða smolt og smásíl. Vit ala laks og síl á sjónum. Vit slakta og hagreiða egnan fisk eins og annan fisk. Á søludeildini marknaðarføra og selja vit egnan fisk og fisk fyri onnur. Vit eru umleið 70 starvsfólk í felagnum FÓLKAHEILSA Sum ein liður í rørsluárinum 2009 skipar Fólkaheilsu­ ráðið fyri eini viku í mai, har øll sum koyra til arbeiðis, skulu seta bilin og í staðin ganga. Fólk skulu ganga til arbeiðis, ganga frá arbeiði, ganga í skúla, ganga til hand­ ils, ganga til ítrótt, ganga til bingo... ja, seta bilin og ganga (ella súkkla…). Fyrimunirnir eru nógvir. Fyrst og fremst er tað ein vinningur frá einum heilsu­ sjónarmiði, um fólk seta bilin og røra seg í staðin. Men sanniliga eisini frá einum umhvørvis­ og spari­ sjónarhorni: eingin bensin­ osur og bíligari hjá fólki. Tað er eisini hugaligari at ganga, tá ið øll onnur gera tað. Tað verður maira lív í gøtunum, tryggari og friðarligari. Ætlandi skulu ØLL vera við í hesum tiltaki: Tey ið hava stutt til arbeiðis, tey ið hava langt til arbeiðis og eisini tey, ið koma av bygd, kunnu annaðhvørt taka buss­ in ella seta bilin langt frá arbeiðsplássinum og síðani ganga. Við hesum brævi biðja vit tykkum um at eggja starvsfólki á tínum ar­ beiðsplássi til at seta bilin. Um hetta tiltakið skal eydnast, mugu allar fyri­ tøkur í Føroyum luttaka og royna at eggja sínum starvs­ fólki til at seta bilin og heldur fara til gongu. Hetta kann gerast hvør sær, men eisini hevði verið stuttligt um fyritøkan í felag við starvsfólki skipaði fyri kapp­ ingum, útferðum ella onkr­ um heilt øðrum ­ tit avgerða púra sjálvi hvussu tit leggja útivikuna til rættis. Fólkaheilsuráðið vil við hesum maili heita á tykkum og starvsfólk tykkara um at taka undir við hesum tiltaki. Vit ringja ein av komandi døgunum til tykkara, at frætta mair um hvussu tit ætla at skipa tiltakið á tykk­ ara fyritøku. Hetta er sjálvsagt eitt sjálvboðið tiltak... men best er, um øll taka lut. So 25. til 31. mai seta vit bilin og ganga! 25. til 31. mai seta vit bilin og ganga FÓLKAHEILSA Í Klaksvík, sum eisini verður nevndur – ein heilsubýur, eru hópin av møguleikum at røra seg. Tú kanst røra teg við at nýta tær ymisku hallir og vallir, sum her eru. Ein túr­ ur eftir vegum og gøtum ella niðan í fjøllini er eisini stimbrandi. Útivikan er fyri øll! Lagt verður upp til, at bil­ urin sum mest verður sett­ ur, og fólk fara út at ganga – til arbeiðis, til handils, til tiltøk – Út at røra seg. Sum liður í útivikuni: 25. – 30. mei er eisini møguleiki hjá øllum at røra seg í Badmintonhøllini á ymiskan hátt alla vikuna frá kl 18.00 til 20.00 – ókeypis! Har vera bæði Mjølnir, Treysti, Klaksvíkar Fim­ leikarfelag, Team Klaks­ vík, Klaksvíkar Badmint­ onfelag, og onnur, sum skipa fyri – Eisini verður møguleiki at spæla borð­ tennis og KÍ skipar fyri ymiskum bóltspæli á vøllinum hósdagin. Tú kanst rógva í neystin­ um hjá Klaksvíkar Róðrar­ felag týskvøldið. Sjálvandi er svimjihøllin opin við nógvum ymiskum møguleikum alla vikuna, og hósdagin verður skipað fyri einum serliga spenn­ andi og annarleiðis degi. Leygardagin er sum vant heilsurenning, ið Treysti skipar fyri. Kl. 16.00 verður farið eina útferð til gongu yvir í Føgrulíð við staðkendum fólki, sum greiðir frá. Tekning á Kunningar­ stovuni. Kom og ver við alla vik­ una, ella vel tær ein góðan dag, sum hóskar tær væl. Víst verður eisini til heilsufaldaran á www. klaksvik.fo Útivika í Klaksvík