fríggjadagur 22. mai 2009síða 2
‹ fyrra síða allar 79 síður næsta síða ›
Tekstur á síðuni
Vikuskifti
2
Nr. 96 • 22. mai 2009
verða
komm
føroysk
ð
punktum
Málstrikan
MÁLFELAGIÐ
ð
Havisjúka
Ein vandrianekdota í umsetara
cirklum er tann um dramavinin,
sum skuldi umseta ein
sjónleik úr donskum í føroyskt:
Hann umsetti ‘havesyge’ til
‘urtagarðssótt’.
Sama ger, um verulig grund
er undir hesari søguni. Nógvar
aðrar frásagnir eru um, hvussu
trekt og torført tað mangan
gongur at flyta tankar yvir í
føroyskt. Nú ein dagin kom ein
tingmaður við tí pástandi, at
tann, sum “hevði brotið seg”,
skuldi straffast. Tað hoyrdist
á málinum hjá honum, at
hann ætlaði at siga “forbrotið
seg”, men so steig tann innari
censorurin á slanguna, og bara
helvtin av orðinum kom út. Og
í Sosialinum um dagarnar bleiv
sagt um onkran faðirloysing, at
hann bara tólv ára gamal var
blivin “húsmaður”. Meiningin
hevur nokk verið forsyrgjari.
Veit nakar, hvat ein húsmaður
er? Danskarar hava husmand
og husven, og føroyingar kundu
fyrr hava eitt húskors, og onkur
kemst helst við orðið húsbøðil,
sum er nakað heilt annað enn
eitt húsvætti.
Tað kemur fyri, at
Máltænastan fær klagur
um undarligar ella vánaligar
umsetingar. Ein umsetari hevði
umsett fyri eitt firma í USA.
Hann umsetti ‘logical monitor’
til ‘logiskur vísari’. Hetta
bleiv av einum “málkønum”
rættað til “skilvísur vísi”.
Í einum øðrum teksti bleiv
‘medarbeiðarar’ strikað og
erstattað við ‘starvsfólk’. Men
her er okkurt rúkandi galið:
skulu øll orð, sum beginna við
med vera óføroysk? Skulu
vit so eingi medmenniskjur
hava longur, og skulu hesir
medskapningar ikki sleppa at
hava sína serligu medferð?
Paris verður “rættað” til París,
og Rom, tann ævigi staður,
verður nú av útvarpinum
eyknevndur Róm [røvm], tí
tey halda tann íslendska
stavimátan vera “føroyskari”
enn tann normala. Forstandi tað
hvør, ið kann. Hví skulu tey, sum
hava eitt ónatúrligt forhold til
málið, hava rættin til at hava
málið? (MT)
22. mai 1984: Fyri stuttum
frættist, at umboð fyri Kammer
avokaten og umboð fyri For
svarets Bygningtjeneste vóru
í Føroyum fyri at fáa greiði á
brúksviðurskiftunum til jørðina,
har bygningarnir hjá Natohervald
inum standa.
Tá løgtingsmenn og tíðíndafólk
vitjaðu í Mjørkadali fyri stuttum,
váttaði ovastin, M. Johnsen,
obertløjtnantur, at menn høvdu
verið í Føroyum, og at teir hvødu
havt samráðingar við føroyskar
myndugleikar fyri at fáa greiði á
spurninginum.
Stjórin á Matrikulstovuni,
Olávus Danielsen, upplýsir, at
umboði fyri kamaradvokatin og
Forsvarets Bygningstjeneste vóru
á Matrikulstovuni, tá teir vóru í
Føroyum.
Umboðini vildu hava at vita, hví
leigusáttmálin um jørðina ikki er
skrásettur, men Matrikkulstovan
kundi bert svara, at tað var
hann ikki, tí at dómur er sagdur í
málinum.
Olávus Danielsen sigur, at at
lendið, har bygningarnir standa,
er ikki serskilt skrásett, tá Sund
varð matrikkulerað, og tí er
leigusáttmálin millum Forsvarets
Bygningstjeneste og Jarðarráðið
og bóndan í Kaldbaksfirði,
Petur Bærentsen, ikki komin í
tingbókina.
Ikki hjá eigara ella
festara
Sum Sosialurin hevur skilt málið,
kann matrikkuldómurin broytast,
um Føroya Jarðarráð og festarin
góðtaka leigusáttmálan ella tað
at hann verður skrásettur.
Um so er, kann Jarðarráðið
venda sær
til Matrikkulstovuna fyri at
fáa lendið skrásett, og so má
Matrikkulstovan geva lendinum
matrikkulnummar og fáa
formalitetirnar í rættlag.
Men líkt er ikki til, at
umboðini fyri kamaradvokatin
ella byggitænstuna hjá donsku
verjuni hava vent sær til
Føroya Jarðarráð. Formaðurin
í Jarðarráðnum, Christian R.
Joensen, sigur, at hann er ikki
vitandi um, at nakar heur vent
sær til Jarðarráðið í hesum
sambandi.
Á skrivstovuni hjá Føroya
Jarðarráð bar heldur ikki til at
fáa nakað at vita. Skrivarin hjá
Jarðarráðnum, Jóannes Dalsgarð,
var ikki at hitta í gjár.
Og hvørki Forsvarets Bygnings
tjeneste ella Kammeradvokaten
hava vent sær til bóndan, Petur
Bærentsen. Hann sigur, at hann
einki hevur hoyrt um málið.
Um umboðini fyri
Kammeradvokaten og Forsvarets
Bygningstjeneste hava havt
samráðingar við landsstýrið um
spurningin, hevur ikki eydnast
Sosialinum at fáa at vita.
Einki mótmæli
Upprunaligi leigusáttmálin millum
Forsvarets Bygningstjeneste og
Føroya Jarðarráð og festara er
frá 1963. Sambært sáttmálanum
kann Jarðarráðið ella bóndin ikki
siga hann upp at fara úr gildi.
Tá matrikkuleringin av Sundi
fór fram, var leigumálið ikki tikið
við. Sum sáttmálin er formaður,
skuldi hann havt verið tikin við.
Og tá matrikkuleringin varð løgd
fram alment, mótmælti eingin,
og tí fall matrikkuldómur uttan
leigumálið hjá hervaldinum.
jo-mo
Sosialurin fyri 25 árum síðani:
Framvegis eingin leigusáttmáli
um herstøðina í Mjørkadali
»Bygningarnir hjá
NATO-støðini í
Mjørkadali og á
Sornfelli hava enn
ikki fingið nakað
matrikkulnummar,
og tað er ikki líkt til,
at nakað ítøkiligt er
gjørt fyri at broyta
ein matrikuldóm sum
sigur, at har finst
einki leigumál. Men
umboð frá
kamaradvokatinum
hava verið í
Føroyum«. Soleiðis
skrivaði Sosialurin
tann 22. mai í 1984
1984
Eirikur Lindenskov
blaðmaður
eirikur@sosialurin.fo